Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 4. juni 2010 16 VIKUSKIFTI umhvørvisvanlukka Árni Joensen arni@sosialurin.fo Einaferð var Aralvatnið í Miðasia tað fjórðstørsta vatnið í heiminum, men tey seinastu 40 árini er vatnið minkað meiri enn 70 prosent. Umhvørvisstovnurin hjá ST, UNEP, sigur, at verður einki munagott gjørt skjótt, tornar tann seinasti dropin í vatninum innan 2020. Trupulleikarnir byrjaðu í seksti- og sjeytiárunum, tá teir sovjetsku myndugleikarnir gjørdu av at veita vatn úr teimum áunum, sum renna í Aralvatnið, tí tað skuldi brúkast til drekkivatn og til landbúnaðin. Samstundis bleiv støðugt meiri eitrandi avfall frá ídnaðinum latið út í áirnar og haðani í vatnið. Hesi 30-40 árini síðani er Aralvatnið vorðið heilar 18 metrar grynri, enn tað var, og stór øki, sum upprunaliga stóðu undir í vatni, eru nú sum oyði- markarlandslag. Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, vildi sleppa at síggja broytingina í Aral-vatninum, tá hann herfyri var í Usbekistan og virjaði. Saman við usbekiska forsetanum, Sjavkat Mirzijajev, var aðalskrivarin eina ferð við tyrlu og skoðaði vatnið og lendið rund an um tað, og tað var ein ikki sørt skelk aður aðalskrivari, sum kom út aftur úr tyrluni aftan á ferðiona: – Eg varð púra ovfarin. Hetta er heilt greitt ein av teimum størstu umhvørvisvanlukkunum í heiminum, segði Ban Ki-moon við tíðindastovuna Reuters. Á ferðini hevði hann staðið við tað, sum einaferð var bakkin á vatninum, men nú var langt oman til vatnið, og allastaðni lógu gomul rustað skipsvrak á sandinum. Í 2006 tók evropeiski fylgi sveina- felagsskapurin ESA nakrar myndir av Aralvatninum. Tað gjørdi felagsskapurin eisini í fjør, og broytingin hesi trý árini er einki minni enn skelkandi. Myndirnar avdúka, at umleið 80 prosent av tí eystara partinum av vatninum er tornað upp. – Ein avleiðing av hesari gongdini er, at fólk gerast sjúk, jørðin verður eitrað, og vindurin ber dust og salt heilt norður til Norðpólin, segði ST- aðalskrivarin sambært heimasíðuni hjá heimsfelagsskapinum. Eitrandi vindur Tey, sum búgva í økinum kring Aral- vatnið, eru yvirhøvur fátæk og mill um tey fátækastu har um vegir. Drekki- vatnið minkar í hvørjum, minni og minni fiskur er at fáa, og harafturat hava tey oyðandi samdstormar og dálking at stríðast við. Kanningar hava víst, at sand- stormarnir við Aralvatnið eru eitrandi. Orsøkin er, at nógv evnafrøðilig evni liggja og sløðast fram við vatninum, og av tí at lendið er so turt, fer øll óhumskan við vindinum. Í dag er vatnið bara ein fimtapartur av tí, sum tað var fyri skjótt 50 árum síðani. Samstundis er botnurin komin undan í støðum, so at í veruleikanum er vatnið býtt í tvey – Norðara Aralvatnið og Syðra Aralvatnið. – Eg heiti inniliga á leiðararnar í hesum londunum um at seta seg við samráðingarborðið fyri at royna at finna loysnir, sum kunnu bjarga vatninum, segði Ban Ki-moon. Hann lovaði, at ST fer at veita londunum alla neyðuga hjálp og vegleiðing frá serkønum á økinum. – Tað, sum er henT í og kring ArAlvAtnið, er ein av Teimum sTørsTu umhvørvisvAnlukkunum í heiminum, og her mugu londini í økinum Taka seg saman og gera okkurT. Tað var niðursTøðan hjá st-AðAlskrivArAnum, BAn ki-moon, Tá hann herfyri var og hugdi aT aralvaTninum heimsins fjórðstørsta vatn uppturkað Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, skoðar tað, sum fyrr var havnarlagið í fiskivinnubýnum Mojnaq. Í dag eru 100 kilometrar frá býnum norður til vatnið (Mynd: AP) mynd: AP