Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 90 · 4. juni 2010 17 VIKUSKIFTI Var einaferð havnarbýur Á ferðini í Miðasia vitjaði ST-aðal- skrivarin Turkmenistan, Kirgisistan, Tadjikistan og Kasakhstan umframt Usbekistan. Endamálið við ferðini var at eggja londunum til størri samarbeiði, men aðalskrivarin nýtti eisini høv- ið til at tosa við ríkisleiðararnar um veðurlagsbroytingar og menn ing ar- arbeiði. Á ferðini vitjaði Ban Ki-moon mill um annað fyrrverandi havnarbýin Mojnaq, ið má sigast at vera eitt livandi ella kanska rættari sagt eitt deytt prógv um ta mannaskaptu um- hvørvisvanlukkuna. Til 1980 var býurin ein sera virkin fiskivinnuhavn við suðurendan á Aralvatninum, men í dag er vatnið næstan 100 kilometrar norðan fyri býin. Og skipini og bátarnir, sum einaferð vóru búskaparliga grund ar- lagið hjá býnum, liggja nú turr á tí turra sandinum, sum einaferð var fleiri favnar undir vatnskorpuni. Ban Ki-moon fekk eitt prát við fólk í Mojnaq, og tey greiddu honum frá, hvussu børnini plagdu at spæla niðri við vatnið og úti á vatninum. Tey vistu eisini at siga, at fólk har um vegir hava ikki so góða heilsu longur. Heilsan er versnað, so hvørt sum vatnið er minkað, søgdu tey aðalskrivaranum. Ósemjur forða samstarvi Tann komandi tíðin fer at vísa, um leiðararnir í londunum kring Aral- vatnið fara at gera eftir áheitanini frá ST-aðalskrivaranum um at leggja allar ósemjur til viks og at sam starva um teir ovurhonds stóru um hvørv- istrupulleikarnar, ið standast av, at vatnið tornar upp. Undanfarin ár eru royndir at sam- starva farnar fyri skeyti av ósemjum um, hvør skal hava rættindini til vatnið í umráðnum, og hvussu tað skal brúkast. Eitt nú eru usbekar sera misnøgdir við ætlanir um byrgingar í Tadjikistan, tí tað fer at gera, at minni vatn verður í áunum, sum renna úr Tadjikistan um markið til Usbekistan. – Í einum máli sum hesum tosa vit um felags ábyrgd - ikki bara fyri londini í Miðasia, men fyri allan heimin, segði Ban Ki-moon aftan á ferðina við Aralvatnið. (Keldur: Reuters/Aftenposten) • Vatn á markinum millum Kasakhstan og Usbekistan, eystan fyri Kaspiska Havið. Varð 68.000 ferkilometrar og leingi roknað sum heimsins fjórðstørsta vatn. • Tey seinnu árini er ov nógv vatn veitt úr áunum, sum renna í Aralvatnið, sum tí er grynt nógv og harvið minkað munandi. Longu í 1987 var vatnið minkað umleið 60 prosent. Samstundis varð saltinnihaldið tvífaldað, og tað beindi fyri fiskivinnuni. • Í 1990 vístu mátingar, at Aralvatnið var 45.000 ferkilometrar, í 1998 var tað 26.687 ferkilometrar, og í 2004 bleiv tað mátað til at vera 17.160 ferkilometrar. Metingar hjá ST vísa, at vatnið kann hvørva av heimskortinum innan 2020, um verandi gongd heldur fram. • Tað, sum er eftir av vatninum, er illa dálkað, og harafturat er nógv salt í vatninum. • Umleið 200.000 tons av sandi og salti fara av tí upprunaliga botninum við vindinum um samdøgrið, og tað hevur oyðilagt stór landbúnaðarøki rundan um vatnið. Samstundis líkist økið meiri og meiri einari oyðimørk. fakta Hesar fylgisveinamyndirnar vísa tær ovurstóru avleið ing ar nar av, at Aralvatnið tornar upp. Tey seinastu 30-40 árini er vatnið vorðið 18 metrar grynri, og stór umráði, sum fyrr lógu undir vatni, eru nú turr oyðimørk Mynd: AP 1989 2008