mánadagur 7. juni 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 7. juni · Nr. 91
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var gjørt rættiliga nógv
burtur úr tveimum løntum
politikarum í ráðhúsinum
aftrat borgarstjóranum, tá
samgonga varð skipað eftir
valið í november 2008.
Tað ljóðaði tá, at tað
mest sum var ein treyt fyri
sam gongu, at í hvussu er
ein av toppskorarunum hjá
Tjóð veldi skuldi verða lønt
ur politik ari og hava sín
arbeiðsdag á ráðhúsinum.
Men síðani hevur einki
verið at hoyrt til málið.
– Vit fóru beinanvegin í
holt við at gera eitt uppskot
um, hvussu hetta kundi
skip ast, hvussu lønarbýtið
skuldi vera og líknandi.
Vit høvdu eisini juridiska
hjálp at snikka uppskotið
til, sigur Bogi Andreasen,
varaborgarstjóri.
Uppskotið bleiv so sent
út í Fíggjarmnálaráðið til
støðutakan, men síðani er
einki frætt aftur.
– Vit hava rykt nakrar ferð
ir, men hava einki svar fingið
enn, og tað er sera óheppið,
tí Tórshavnar komm una er
voksin enormt. Og vit hava
framvegis bert ein løntan
politikara, sum er borgar
stjórin og so eina umsiting,
sigur Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at út við ein
helmingur av fólkinum býr í
Tórshavnar kommunu, men
framvegis er bert ein lønt
ur politikari í býráðnum.
Hetta samanborið við lands
politikararnar, sum eru 33 í
tali, allir væl løntir, umframt
landsstýrisfólkini.
– So tað hongur ikki
rættiliga
saman.
Býráðs
poli tikkurin fyllir ómetaliga
nógv, og tað ber næstan ikki
til at røkja uppgávurnar
til lítar, tí alt, sum hevur
við býráðsarbeiðið at gera,
má fara fram í frítíðini, tað
vil siga um kvøldarnar og
um vikuskiftið, sigur Bogi
Andreasen.
Sær fyrimunir
Hann heldur, at tíðin er kom
in til at broyta skipanina
soleiðis, at tað eggjar ungum
kvinnum og monnum at
koma upp í býráðspolitikk.
– Býráðspolitikkur fer
við so nógvari frítíð, at tað
er trupult at finna tíð til
familj una, og tað kunnu
vit ikki bjóða okkara ungu
møðrum og pápum, sigur
Bogi Andreasen.
Skipanin eigur at tillagast
samfelagið sum tað er í dag, tí
Bogi heldur, at býráðsarbeiðið
er bæði spennandi og týdn
ingarmikið.
Men tað er um kvøldið,
at fólk byrja at ringja og
senda teldupost, og tað er
somuleiðis um kvøldið, at
allir býráðsfundir eru, so Bogi
Andreasen heldur avgjørt, at
tíðin er komin til at broyta
politisku skipanina.
– Eg trúgvi, at meiri kundi
fingist burtur úr, og eg trúgvi
eisini, at umsitingin hjá Tórs
havnar kommunu hevði verið
fegin um eina slíka broyting,
sigur Bogi Andrea sen.
Hann heldur, at sum støð
an er í dag, hevur tú ikki orku
og tíð til at gera arbeiðið so
væl, sum tað kundi verið
gjørt.
– Hjá mær sjálvum er
tað soleiðiðs, at eg havi tvey
smá børn, og eg havi eina
konu, sum eisini ynskir
eina karrieru, so eg havi als
ikki tíð til at seta meg inn í
øll mál hundrað prosent. Eg
eri bæði varaborgarstjóri og
formaður í byggi og býar
skipanarnevndini, sum er
ein rættiliga tungu rpostur,
og tað skal vera pláss fyri
familjulívinum eisini, sigur
Bogi Andreasen.
Bíða eftir svari
Hann ivast tó í, um tað er rætt
at taka stigið fult út og gera
allar býráðspolitikarar til
full tíðar løntar politikarar.
– Eg haldi ikki tað er rætt
at løna øllum býráðs politik
arunum, men tað kundi
verið tveir ella tríggir bý
ráðs politikarar, sum aftrat
borg ar stjóranum arbeiddu
fast í ráðhúsinum. Um teir so
skuldu umboða flokkarnar
skal eg ikki siga, men eg haldi,
at tað hevði verið í lagi og
gott fyri skipanina, um einir
fýra ella fimm politikarar til
samans høvdu sín gerandis
dag á ráðhúsinum, sigur Bogi
Andreasen.
Tað er sum nevnt meiri
enn eitt ár síðani, at upp
skot ið um fleiri løntar bý
ráðs politikarar varð sent
Fíggjarmálaráðnum
til
støðu tak an, men enn er einki
frætt aft ur.
– Ja, málið liggur úti í
Fíggjarmálaráðnum, og eg
væntaði eitt svar frá teimum
fyri einum ári síðani. So nú
dugi eg als ikki at siga, nær
vit fara at frætta aftur frá
Fíggjarmálaráðnum,
sigur
Bogi Andreasen.
Býráðið bíðar eftir
Fíggjarmálaráðnum
Býráðspolitikkur – Beinanvegin tá samgonga var skipað eftir seinasta býráðsval,
var uppskot snikkað saman um løntar politikarar í ráðhúsinum, men tað tykist, sum
Fíggjarmálaráðið súltar uppskotið, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Havn
Kannar
málið
Vit fingu orðið á Jó annes
Eidesgaard í morgun,
men hann var á veg á
lands stýr is fund, sum
vardi til evsta mark hjá
blað num var farið.
Hann fekk ikki svar að
upp á standandi fót,
men skuldi koma við
einum svari seinnapartin
í dag.
Meiri verður helst at
frætta í tíð ind un um á
Rás2 seinna partin.
BÍðAr toliN
Tað er meiri enn eitt ár
síðani, at Tórshavnar
býráð sendi uppskot
til løntar politikarar
á ráðhúsinum, men en
bíðar Bogi Andreasen
eftir einum svari
Mynd: Álvur Haraldsen