Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 10 Sosialurin Áki Bertholdsen Tað hevur elvt til ikki sørt av høvuðbrýggi, at so nógv­ ir næmingar søktu inn á miðnámsskúlarnar í summ­ ar. Eyðvitað verða nógv teir flestu næmingarnir í Hoy d­ ølum, men tað hevur ser liga verið eitt stórt ivamál um, hvussu allir hesir næm ing­ ar nir skulu hýsast. Tað er greitt, at pláss er ikki fyri teimum í teimum bygn ing um, sum eru til taks og tí mátti onnur loysn finn­ ast. Fleiri loysnir eru kann­ að ar, eitt nú at næmingar skuldu ganga í skúla aðra­ staðni í Havn. Men endaliga niðurstøðan bleiv, at ein lon skal setast upp beint sunnanfyri sjálvan skúlan í Hoydølum og nú eru fyri reik ingarnar gjørdar til tað. Ewald Kjølbro hjá Lands­ verki sigur, at í løtuni verður bíð að eftir endaligum loyv­ um at seta lonina upp. Byggisamtyktin fyri øki krevur, at byggiloyvi skal fáast bæði frá frið­ ing ar myndugleikunum, Skóg røktini og Um hvørvis­ stovuni, umframt at endaligt byggi loyvi skal fáast frá Tórs havnar Kommunu. ­ Hvørki Skógrøktin ella Umhvørvisstovan hava mót­ mælt ætlanini, men hvat frið ing armyndugleikunum við vík ur, er ein kærufreist og ikki fyrrenn hon er úti, kann friðingarmyndugleikin geva endaligt loyvi. Men so skal Tórshavnar Býráð eisini geva byggiloyvi, men tann avgerðin verð ur ikki tikin, fyrrenn frið ing ar myndug­ leikarnir hava tikið undir við æt lanini Síðst í august Á Landsverki vænta tey at fáa endaligt byggiloyvi heilt skjótt og so verður farið til verka. Vatn, kloakk og el skal legg jast inn og grundin skal ger ast, áðrenn sjálv lonin verð ur sett á. Gongst sum ætlað, verður lon in klár at flyta inn í tann 28. august. Annars byrjar skúla­ gongd in aftur 16. august og tað merkir, at tey mugu klára seg sum frægast tær báðar fyrs tu vikurnar. Herleif Hammer, in spek ­ tør ur á skúlanum í Hoy døl­ um vísir á, at hjá teimum nýggju flokkunum fer ein part ur av teirri fyrstu tíðini til innleiðsluskeið so við ein­ um sindri av hugflogi væntar hann, at tað fer at laga seg til lonin er liðug. Í ár leigar skúlin undir vís­ ing arhøli aðrastaðni í Havn­ ini, so at næmingar og lær ar­ ar koyra ímillum. Men tá ið lonin er liðug, verða allir næmingarnir savn aðir í Hoydølum og tað held ur Herleif Hammer er ein stórur fyrimunur. aki@sosialurin.fo Lonin, sum ætlanin er at seta upp í Hoydølum er stór, tí hon er 17 metrar breið og 48 metrar long, ella 816 fermetrar stór tilsamans. Í lonini verða 10 skúlastovur, har pláss er fyri 26 næmingum í hvørjari stovu. Hvør skúlastova er slakar 54 fermetrar stór. Harumframt er teldustova, har pláss eisini er fyri 26 næmingum, umframt at ein stova er til bólkaarbeiði, wc og onnur høli. Herleif Hammer, inspektørur á skúlanum í Hoydølum, sigur, at skúlastovurnar í lonini verða tær størstu og bestu í Hoydølum. Enn er ikki greitt, hvørjir flokkar fara at halda til í lonini, tí tað verður eftir stødd. Lonin er ikki keypt, men hon er leigað í fýra ár, tá ið tey vænta og vóna, at klárt verður at flyta í nýggja skúladepilin í Marknagili. 260 næmingar Hendan loftmyndin vísir, at nýggja lonin verður sett við syðra enda á skúlanum í Hoydølum, beint við fimleikarhøllina, niðast á myndini. Har verður pláss fyri 260 næmingum. Á tekningini sæst, hvussu tað er at síggja inn á lonina. Lonin er mitt í myndini og syðri endin á fimleikarhøllini er vintrumegin HOYDALAR Í BROYTING PLÁSSTROT Nú verður bíðað eftir endaligum byggiloyvi til at seta upp eina langa lon í Hoydølum, sum skal hýsa næmingunum, sum tað annars ikki hevði verið pláss fyri í skúlanum Seta hús upp í Hoydølum til 260 næmingar LON