mánadagur 7. juni 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juni · Nr. 91
14
Sosialurin
Uni Arge
Alt, ið krúpa kundi av lær
arum,
bókmentafólkum,
tíð indafólkum, politikarum
og øðrum áhugaðum, var
møtt upp í Skálanum í Norð
ur landa hús inum
fríggja
kvøldið, tá Einar Már Guð
munds son og Carl Jóhan
Jensen, ið hevur týtt Hvítu
bókina, greiddu frá, hvussu
bókin kom í lag.
Einar Már Guðmundsson
var sera virkin í almenna
orða skiftinum í Íslandi, tá
bankarnir fóru á húsagang
í oktober 2008, og fólkið fór
á gøtuna at krevja stjórnina
hjá Geir Haarde setta frá.
Tíðargreinir hansara vaktu
ans, tí tær vóru so atfinnandi,
og Hvítabókin er eitt savn av
hesum greinum, har lagt er
aftrat tekstunum við upp
lýsingum og metingum.
Einar Már Guðmundsson
eirir ongan í bókini, hvørki
politik arar,
fíggjarfúrstar
ella fyri tann skuld tann
krav mikla Altjóða Gjaldoyra
grunnin, tí hann er sera
harm ur um, at støðan í Ís
landi er vorðin so hættislig,
sum hon er. Tó megnar hann
við sínum speisemi at geva
fólki innlit í sínar hugsanir á
stuttligan hátt.
Eitt nú mótmælir hann,
at íslendska fólkið skal gjalda
rokningina fyri kollsiglda
internetbankan,
ICESAVE,
sum íslendskir privatmenn
varðaðu av í Onglandi og
Hollandi.
Íslendska
fólkið
eigur
ong an lut í hesum ævintýri
og skal tí ikki gjalda eitt oyra
fyri tað, heldur hann. Kortini
snúgva samráðingarnar við
Ongland og Holland seg um,
at íslendingar skulu játta
seg sekar í ICESAVEhúsa
ganginum, so teir skulu fáa
tað betri í fongslinum.
– Ja, hvat skulu vit halda
um tað, spurdi Ein ar Már
Guðmundsson, og láturin
rungaði í Norður landa hús
in um.
Mál er vald
Soleiðis var tónin fríggja
kvøldið, og hóast Einar Már
Gudmundsson
viðhvørt
kann vera heldur tungur fyri
mál in um á skandi navisk um,
er stutt mill um gull kornini,
tá hann leggur fram, og
hann er alla tíðina til staðar
og tosar bein leiðis við hvønn
ein stakan áhoyrara.
Tá ruddað verður upp
í sambandi við kreppur,
snúgva orðaskiftini seg ofta
um lógar brot, órættvísi og
krøv um avleiðingar. So er
eisini í Íslandi í dag. Men tú
mást helst vera rithøvundur
fyri at greina teg fram til,
hvussu ríkmenn ikki bara
ognartaka kvotur, bankar og
onnur samfelagsvirði, tá teir
taka ræðið á einum landi,
men eisini ognartaka sjálvt
málið.
Eitt hugtak, teir skaptu í
Íslandi, var kjølfestu íleggj
arar. Kann nakar hava nakað
ímóti einum tílíkum hugtaki,
sum ljóðar so skilagott og
fær sína megi úr gomlum
skipa máli, spurdi Einar Már
og vildi við hesum vísa á,
at tá virðis grundar lag ið í
samfelagnum fer av lagi,
verð ur fólkið forført gjøg
num málið.
Í Hvítubókini lýsir hann
eisini, hvussu málið hjá
politikarunum missir sítt
innihald, tá teir aftur og aftur
tosa um sovorðið, sum fólk
ikki skilja ella hava áhuga
fyri. Hann skrivar:
»Politikarar
tosa
eitt
tungu mál, ið er eyðkent av
máltuggum, løgmálafløkjum
og regulgerðum, sjáldan av
nakrari heimsáskoðan. Pro
grammfólk
á
fjølmiðl un
um siga fyri mær, at tey eru
deyða troytt av sovorðnum
kjak sendingum.
Nú
eiga
politik ararnir at sleppa sær á
málskeið hjá fólkinum, koma
á borgara fundirnar og lurta
eftir tí, sum vit siga.«
Hetta skrivaði hann,
áðrenn
býráðsval
var
í
Reykja vík í farnu viku, tá ein
nýggjur flokkur við skemt
ar um sópaði allar teir gomlu
flokkarnar til viks og fekk 35
prosent av atkvøðunum. Um
vikuskiftið frættist so, at
ein av skemtarunum verð ur
næsti borgarstjórin í Reykja
vík.
Allir í ørviti
Framløgan
fríggjakvøldið
var skipað soleiðis, at Einar
Már Guðmundsson og Carl
Jóhan Jensen lósu upp úr
bókum hansara, og síðan
settu Carl Jóhan Jensen og
áhoyrarar Einari Már spurn
ingar um Hvítubókina. Onk
ur áhoyrari undraðist á, at
hann svaraði ikki bein leiðis
upp á spurningar um t.d.
norðurlendska
væl ferð ar
modellið og ES. Hann hug
leiddi bara víðari um teir.
Men soleiðis svarar ein
rithøvundur ivaleyst spur
ningum um politisk mál,
og undir øllum umstøðum
gav framløgan gott innlit í,
hvussu stórum trupulleikum
Ísland er í, og hvussu ís
lendska fólkið hevur trýst
politisku flokkarnar í knæ
og krevur at fáa fíggjar fúrst
arnar drignar til svars fyri
sínar gerðir.
Meðan Einar Már greiddi
frá gongdini í landinum, rann
mær til hugs, hvat ein hýru
vognsførari segði uttan fyri
flogvøllin í Reykjavík í apríl
2000, tá hann varð spurdur,
hvussu íslendingar høvdu
tað. Hann svaraði við sama
speiska tóna, sum eyðkennir
Hvítubókina:
– Teir eru vorðnir í ørviti.
Ongin arbeiðir longur, og allir
sita bara heima og keypa og
selja partabrøv!
Hetta var fyri 10 árum
síðan, tá fíggjarævintýrið
spaku liga byrjaði. Í Hvítu bók
ini, sum nú fæst á føroyskum,
kann so lesast um, hvussu
tað endaði.
uniarge@gmail.com
Gravgangur eftir søguni
um íslendska skrædlið
Nærum 200 fólk vóru í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og lýddu á íslendska rithøvundan, Einar
Már Guðmundsson, tá Hvítabók hansara um kreppuna í Íslandi varð løgd fram á føroyskum
Upprunatekstur:
Einar Már
Guðmundsson 2009
Føroysk týðing: Carl
Jóhan Jensen 2010
Útgáva: Forlagið í
Støplum
Umbróting: Gramar,
Tórshavn
Prent: Oddi í Íslandi
Um Hvítu
bókina