Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 7. juni · Nr. 91 Sosialurin nic.fo, sum umsitur fo- navna økið (domains), hevur sent skriv til fyritøkur og einstaklingar um broytingar í umsiting av egnum navnaøki. Uttan at fara í smálutir, so snýr hetta seg um, at bara einstaklingar - ikki fyritøkur - kunnu umsita eitt navnaøki. Hetta merkir, at fyritøkur so sum Føroya Tele, Vodafone, Atlantsflog, Føroya Banki osv. eru prísgivin einstaklingum, sum hava evsta mynduleika yvir »teirra« navnaøki (sum í praksis er umsitarans egna). Er talan um t.d. stjóran, so kann hann illa sigast upp, um hann vil vera tvørur. Og eitt teldufólk, sum hevur hesi rættindi, hevur eina ella fleiri fyritøkur sum gísla - um illa veit við. Umsitingarsíðan er heldur ikki krypterað við SSL. Hesi viðurskifti kunnu als ikki góð takast. Hetta er meira enn óprofessionelt. Fyrst flenti eg í kýki. Men aftan á látur kemur grátur, so eg vil ikki bara sita hendur í favn. Tískil henda viðmerking. Eg heiti á allar fyritøkur, ið nýta fo-domains, um staðiliga at mótmæla hesum ørskapi. Skrivið kemur niðanfyri - dømið sjálvi. Sosialurin kundi eisini grópað meira í hesum málið - meðan teir kjakast um, hvør teirra skal koyra sosialurin.fo í lumman..... Eg vóni bara, at skriv teirra er so illa frágingið, at tað, ið skrivað er, ikki er tað, sum ætlanin var at siga. Eg haldi meg so bara til tað sum skrivað er. Og eg dugi at lesa - eisini millum reglurnar, men tað telur ikki við. Leggið eisini merki til mótsøgnirnar í skrivinum: Einstaklingurin hevur evsta valdið - men »umboðar« samstundis eina fyritøku - sum einki vald hevur. Hetta hongur ikki saman. Rættarskipanin fær úr at gera - og tann leisturin verður bæði strævin og tíðar- krevjandi. Um nic.fo fyri alt í verðini ikki tímir at gera nakað til nyttu, so kann ein loysn vera, tá talan er um t.d. partafelag, at hava tveir umsitarar: Ein vanligan, dagligan umsitara, við øllum rættindum. Og so ein høvuðs-umsitara, sum kundi verið Notarius Publi- cus, eitt sakføraravirki ella autoriseraður grannskoðari. Hesin seinni verður so bara brúktur, tá trupulleikar stinga seg upp (og teir koma heilt víst) - og áheitan kemur frá bæði stjóra og nevnd- ar for manni. Hetta verður so váttað aftur og fram, á tryggan hátt. Síðani kann van ligi umsitarin verða sperr aður, loyni orðið broytt og nýggjur um sitari koma ístaðin. Jon Gaasedal jon@gaasedal.com nic.fo á vandaleið (Hetta er so skrivið frá fo-umsitingini) Kunning um nýggja skipan FO-umsitingin hevur fingið eina nýggja skipan, sum inniheldur nakrar broytingar í mun til tað gomlu skipanina. Um tú ert ein privat persónur, so verður ikki talan um so stóra broyting fyri títt viðkomandi. Fyri virkir er broytingin størri. Skipanin er nú broytt soleiðis, at tað ALTÍÐ fyrst skal skrásetast ein persónur, sum brúkari av skipanini. Hesin persónur kann so vera fulltrúi hjá einari ella fleiri fyritøkum. Fyritøkur kunnu IKKI vera brúkarar, men vera stovnaðar av persónum, og goymdar í skipanini. Fulltrúin umboðar fyritøkuna, og er ovasti myndugleiki viðv. økisnøvnum hjá fyritøkuni. Fulltrúin er eisini tann einasti, sum hevur loyvi til at broyta addressu upplýsingar o.l. hjá fyritøkuni. Fyritøkur kunnu bert hava 1 fulltrúa, men ein persónur kann vera fulltrúi vegna fleiri fyritøkur. Áðrenn tú kanst byrja at brúka nýggju skipanina, er neyðugt, at tú gjøgnumgongur og rættar persóns- og fyritøkuupplýsingar. Ansa væl eftir, hvat tú skrásetir, tí fleiri av hesum upplýsingum kunnu ikki broytast aftur seinni. Tað, sum tú skrásetir, skal góðkennast av FO-umsitingini. Staravegur 1-3 · Postboks 1039 · 110 Tórshavn Tel: 31 35 35 · info@bm.fo · www.bergmotors.fo Suzuki bjóðar nú trý plettskot, m.a. Alto - toppskorarin í Bilguid’ini 2010 hjá blaðnum Penge & Privatøkonomi, Swift Style í heilt nýggjum stíli við setrum kløddum við lekrum Alcantara stoffi og til seinast SX CombiBack við hópin av motorkraft fyri ein familjuvinarligan prís. Kom inn á gólvið og skora kassan. Kom og skora kassan hjá Berg Motors Kosin sum vinnari í blaðnum Suzuki Alto Bíligasti bilur í danska kongaríkinum Koyrir upptil 26 km/l juni-tilBoð: úr einans kr. 95.000,- Swift Style – sermodell Setur úr flottum Alcantara toyi, tokulyktir, radio v/fløguspælara, ið kann stýrast frá róðurinum, fjarstýrt sentrallás, el-rútar, el-spegl við blunkljósum, 6 airbags, ESP, o.m.a. juni-tilBoð: Prísur úr einans 148.000 SuzuKi hAttricK AvmArkAð nøgd Prísirnir eru vegleiðandi og uttan metallakk. Avmarkað nøgd er og tilboðini kunnu ikki samantvinnast við onnur tilboð. Vístu modellini koyra millum 14,9 og 22,7 km/l við blandaðari koyring eftir galdandi EEC-normum. CO2 útlátið liggur millum 103 og 166 g/km. Bilarnir kunnu vera vístir við eykaútgerð. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og prísbroytingum. Mvg er íroknað prísirnar. Tilboðið uppá Suzuki Alto er galdandi til og við 30 juni 2010. Alto Swift Style, SX CombiBack her hevur tú ráð til ein ordiligan bil SX combiBack – nýggi familjubilurin hjá Suzuki Vælútgjørdur fyri familjuvinarligan prís. El-rútar, el-spegl, fjarstýrt sentrallás. 120 hk og koyrir upp til 16,1 km/l. juni-tilBoð: Prísur úr einans 159.990 heilt serlig tilboð í juni