Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 12 Sosialurin Kjak Ein politikari er sum ein vøra í einum stórum handli. Men fólk sleppa bara til handils fjórða hvørt ár, og tey kunnu bara keypa eina vøru. Bara ein persónur kann fáa kross­ in. Tí má vøran marknaðar­ førast. Og tað verður, sum alt annað, gjørt gjøgnum miðlarnar. Tí gera summir politikarar nógv fyri at fáa umrøðu í miðlunum. Og eg skal ikki látast at vera meira katólskur enn pávin. Eg veit væl, at Jørgen Niclasen ikki er einasti politikari, sum roynir at ávirka fjølmiðlaumrøðuna av sær sjálvum. Eg havi sjálvur verið "ghost­writer" (skuldu vit kalla tað "loyniskrivari"?) fyri nógvar politikarar. Øll vita jú eisini, at Ed­ mund Joensen hevur ein journalist í føstum starvi, sum skrivar lesarabrøv fyri hann. Og øll vita, at Heðin Mort­ ensen hevur rindað fólki úr kommukassanum fyri at skriva lesarabrøv fyri seg. Bæði nøvn á journalistunum og prísurin hava staðið í Dimmu. Eg rindaði sjálvur Eg skipaði einaferð fyri studentadegi, tá eg var á Fólka tingi. Og tá rindaði eg, við almennum pengum, ferðaseðilin fyri tveir før­ oyskar journalistar, so teir kundu koma niður at senda beinleiðis frá tiltakinum. Endamálið við stu denta­ degnum var upplýsing og dia­ logur. Føroysk lesandi skuldu koma beinleiðis á tal við leiðandi danskar politikarar. Tí var útvarping viðkomandi ­ og tí varð tað eisini góðkent av grannskoðanini á fólka­ tingi. Men hóast fólkatings­ mað urin ikki var í fokus í sendingini, so skerst ikki burtur at hann eisini, umenn óbeinleiðis, fekk eina ávísa umrøðu. So markið er flótandi. Eingin ivi um tað. Men tað er heldur eingin ivi um, at Jørgen Niclasen er farin út um mark! Ein gávumildur Jørgen Eftir at Dimma avdúkaði, at Uttanríkisráðið hevur boðið Kringvarpinum til Brús sel, spurdi eg Jørgen Niclasen nærri um hetta. Ein spurningur var, um uttanríkisráðið nakrantíð áður hevur boðið sær til at rindað fyri fjølmiðlafólk í sam band við ferðir ella líkn andi, og, um svarið var játtandi, hvørjar fjølmiðlar, og hvørji tiltøk, talan hevur verið um. Svarið kemur í seinasta lagi um eina viku ­ men longu nú er greitt, at Jørgen áður HEVUR roynt at lokka journalistar at gera innsløg um seg. Sosialurin skrivar nevni liga soleiðis í odda­ grein leygardagin: "Allar ávaringarlampur á redak­ tión ini í Miðlahúsinum lýstu reytt, tá ein journalistur í Miðlahúsinum greiddi frá, at uttanríkisráðharrin hevði boðið viðkomandi á ferð til Washington saman við sær". Persónlig innbjóðing Sambært hesum hevur Jørg en Niclasen altso ikki bara boðið einum fjølmiðli við sær á ferð til USA. Tað hevði verið nóg ringt. Men Jørgen er farin víðari, og hevur givið einum ávísum, útvaldum journalisti eina PERSÓNLIGA innbjóðing! Journalistar eru ikki væl løntir í Føroyum. Men krøv­ ini, sum verða sett til teirra framleiðslu, eru sera stór. Og stundum man vera langt millum tær heilt spennandi uppgávurnar. Tí er eingin ivi um, at ein journalistur, sum verður boðin til USA upp á landsins besta, verður freistaður. Tað er heldur eingin ivi um, at journalisturin, hevði hann tikið av tilboðnum frá Jørgeni, so ella so hevði kent, at hann kom í skuld til Jørgen. Og tað hevði uttan iva sæst aftur í innsløgunum. Tað hevði jú eisini verið meira enn trupult at verið kritiskur móti einum manni, sum hevði boðið tær við sær á ferð til USA... Passar tað um Sosialurin skrivar, so kemst illa utt­ anum, at Jørgen Niclasen, fyri almennar pengar, hevur roynt at keypt sær positiva umrøðu frá Miðlahúsinum! Luktar av korruptión Korruptión er ein stórur trupulleiki í nógvum lond­ um. Korruptión merkir, at embætisfólk ella onnur álitisfólk í loyndum fáa onkran ágóða fyri antin at gera okkurt, ella fyri at lata vera við at gera okkurt. Tað, sum skal gerast, kann vera so nógv. Tað kundi t.d. verið tíðindainnsløg... Ein ágóði kann eisini vera so nógv. Tað kundi t.d. verið ein spennandi túrur til USA... Um fáar dagar kem ur svarið frá uttan ríkis ráð harr­ anum. Og tað er at vóna, at hetta svar kveistrar burtur allan illgruna um eina atferð, sum leggur seg tætt at tí, vit nevna korruptión. Sjúrður Skaale Nú rýkur illa úr Uttanríkisráðnum Bæði Dimma og Sosialurin hava borið søgur, sum gera, at ein herskin roykur av korruptión stendur út úr Uttanríkisráðnum Í løtuni er sum kunnugt ikki møguligt hjá guðfrøðingum, sum hava útbúgvið seg aðra staðni enn í Danmark, at fáa starv í sokallaðu Føroysku Fólkakirkjuni. Í løtuni er lættari at gerast pávi í Rom, enn at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni. Ein nýtist bert at fara yvir til katólska trúgv, so hevur ein møguleika at gerast pávi. Ikki tí, eg havi ongar ætlanir um at gerast katolikur. Eg havi altíð ætlað mær at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni, men við núverandi lóggávu er hetta tíverri ógjørligt. Tí kann eg siga, at tað er lættari at gerast pávi í Rom, enn at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni. Eg skilji ikki, at tað var neyðugt at yvirtaka kirkj­ una, tá ið tað einasta, sum hent er, er at nakrar danskar lógir eru týddar til føroyskt. Tá ið kirkjan í skundi varð yvirtikin, so varð sagt, at lóggávan skuldi fáast upp á pláss áðrenn 2 ár vóru liðin. Eingin prestur varð settur í fast starv fyrr enn góð 2 ár eftir yvirtøkuna. Í góð 2 ár livdu kirkjulið í óvissu, ein ótolandi støða, ið ikki kann bjóðast fólki. Nú síggja vit, at tað er torført at manna ávís størv, so nú er tíð upp á at rann saka seg sjálvan, sum Jógvan bispur sigur. Eg vil takka Jógvani bispi fyri, at hann alla tíðina, síðani hann fekk at vita um støðuna hjá okkum, sum hava útbúgvið okkum uttan fyri Danmark, hevur verið sera jaligur at tosa við. Prestastarvið í Leirum í Hvalba hevur nú verið lýst leyst tvær ferðir, men ongin er enn settur í hetta starvið, ein ótolandi støða fyri kirkjuliðini. Eg haldi, at politiski mynd ugleikin eigur at ganga í seg sjálvan og vísa kirkj uni og limum tess størri virðing. Eg havi stríðst við hetta málið, síð­ ani eg gjørdist varugur við, at lóggávan forðaði mær í at gerast prestur í Før­ oyum. Eg havi fleiri ferðir skrivað til Føroya Løg­ ting, Menatmálaráðið og løgtingslimirnar, men tað eru tey fæstu, sum hava hirt at svara mær. Tey, sum hava svarað skulu hava takk, men tað er ikki hent tað stóra kortini. Tá ið fólk fyrst hava bú sett seg uttanlands, so er ikki sikkurt, at tað er so stórur áhugi fyri at koma heimaftur seinni. Eg fari tí at heita á før oysku politikar ar nar um at gera tað soleiðis, at tað í fram­ tíðini kann gerast møgu­ ligt at gerast prestur í Før­ oy um, sjálvt um ein ikki hevur danska guðfrøðisút­ búgving. Tí, sum eg fyrr havi sagt, so kann tað vera jaligt fyri føroyskt kirkjulív og gera, at størv ikki standa ósett. Vónandi verður skjótt lættari at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni enn at gerast pávi í Rom. Ikki av ólmussu, men tí, at kirkjan kann fáa lut í virðismiklum kunnleika, sum kann vera við til, at ríka um kirkjuna. Lættari at gerast pávi í Rom, enn prestur í Føroyum Fríðleif Lydersen guðfrøðingur Passar tað um Sosialurin skrivar, so kemst illa utt­ anum, at Jørgen Niclasen, fyri almennar pengar, hevur roynt at keypt sær positiva umrøðu frá Miðlahúsinum!