Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Sp/F Grannskoðaravirkið INPACT | løggilt grannskoðaravirki | R.C. Effersøesgøta 26 | Tórshavn | Tlf. 31 47 00 | inpact@inpact.fo | www.inpact.fo Sosialurin / KvR 34 18 00 Grannskoðaranæmingur Grannskoðaravirkið INPACT sóknast eftir ungum fólki, ið hevur hug og hegni at menna seg í grannskoðarayrkinum. Grannskoðarin er fyrsti ráðgevi hjá nógvum fyritøkum, og yrkið sum grannskoðari krev­ ur tí førleikar at seta seg inn í tær av­ bjóðingar, ið vinnufyritøkur koma út fyri. Til hetta krevst royndir og útbúgvingar, og tað er tí avgerandi fyri okkum at hava væl útbúgvin starvsfólk. Vit nýta tí bæði tíð og orku uppá at útbúgva okkara starvsfólk. Fyri at menna og viðlíkahalda starvsfólka­ hópin sóknast vit tí eftir næmingi at læra seg grannskoðarayrki. Hetta fevnir partvís um at luttaka í teimum arbeiðsuppgávum, ið dagliga koma fyri her á skrivstovuni. At byrja við sum atstøðari hjá royndum grann­ skoðara og við hóskandi uppgávum ann­ ars. Men so við og við verður tú før/ur fyri at átaka tær størri uppgávur og eisini sjálv­ støðuga ábyrgd. Fólk, ið koma í starv hjá okkum fylgja eini útbúgvingarleið, sum ger tey før fyri at arbeiða við eini breiðari viftu av temum avbjóðingum, ið fyritøkur og stovnar í almenna geiranum koma út fyri. Umframt praktiska arbeiðið ímynda vit okkum, at tú byrjar at lesa HD á Føroya Handilsskúla í heyst. Lesnaðurin fer fram eftir arbeiðstíð 2 kvøld um vikuna, umframt í vikuskiftunum. Útbúgvingin tekur til­ samans 4 ár, og er sett saman av 2 pørtum. Fyrri partur tekur 2 ár og gevur eitt breitt handilsligt støði. Annar partur er meiri spesialiseraður, og har fert tú meiri í dýpdina í roknskapi og grannskoðara­ fakinum sum heild. Eftir 4 ára útbúgving ert tú bachelor í búskapi og roknskapi. Um tú hevur hug at halda fram við ástøði­ ligari útbúgving kanst tú halda fram við lesnaði á master stigi. Cand. merc. aud. er ástøðiligi parturin av útbúgvingini hjá einum statsautoriserað­ um/løggildum grannskoðara. Útbúgvingin fer fram við hægri lærustovn í Danmark og kann takast sum sjálvlestur úr Føroyum. Vit gjalda allar kostnaðir til útbúgvingina, umframt at geva tær viðkomandi arbeiðs­ uppgávur og frí til útbúgvingina, tá tað krevst. Men útbúgvingin er krevjandi, og tað er tú, sum førir hana út í lívið. Tann vit sóknast eftir skal hava persónligar eginleikar, so sum: • sjálvstøðug/ ­ur • hevur evni at menna teg við støðugt meiri krevjandi arbeiðsuppgávum • ábyrgdarkenslu Fakligir førleikar: • Miðnámsútbúgving, so sum HH, student, HF ella annað, ið kann javnmetast við hetta. • Um tú væntar at taka prógv í summar, er tú eisini væl komin at søkja. • Dugir enskt í skrift og talu • Góðan telduførleika Um tú hevur hug at søkja og vilt vita meiri, ella um okkurt ivamál er, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Thomsen, statsaut. revisor tlf. 794707 ella Jógvan Joensen, løggildur grannskoðari tlf. 794722. Vit ætla, at tú byrjar á skrivstovuni hjá okkum í seinasta lagi 1. september 2010. Vit vilja tí fegin hava tína umsókn við prógvum og CV innan 15. juni 2010. Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt grannskoðaravirki R.C. Effersøesgøta 26 Postbox 191 FO­100 Tórshavn Teldupostur: inpact@inpact.fo Sp/f Grannskoðaravirkið Mánadagur 7. juni · Nr. 91 Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging ToyoTa Rav4 1.8 4x2 languR Skrásetingarnr: LR 786 Km: 87.000 Árgangur: des. 2002 Útgjald: 25.000 Mðr. gjald: 2.471 (3 ár) kr. 100.000,- ToyoTa Hiace 2.5 STuTTuR Skrásetingarnr: TB 516 Km: 30.000 Árgangur: des. 2006 Útgjald: 44.500 Mðr. gjald: 2.805 (5 ár) kr. 178.000,- vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. ToyoTa coRolla 1.6 TeRRa H/B Skrásetingarnr: NR 212 Km: 58.000 Árgangur: juni 2006 Útgjald: 35.500 Mðr. gjald: 2.213 (5 ár) kr. 142.000,- SuBaRu FoRReSTeR 2.0 Skrásetingarnr: VH 954 Km: 50.000 Árgangur: nov. 2006 Útgjald: 48.750 Mðr. gjald: 2.941 (5 ár) kr. 195.000,- Mazda 5 2.0 de (dieSel) Skrásetingarnr: NB 569 Km: 83.000 Árgangur: feb. 2007 Útgjald: 47.000 Mðr. gjald: 2.910 (5 ár) kr. 188.000,- SeaT coRdoBa 1.4 Skrásetingarnr: SH 147 Km: 64.000 Árgangur: mars 2005 Útgjald: 21.250 Mðr. gjald: 1.355 (5 ár) kr. 85.000,- SuzuKi gRand viTaRa 1.6 Skrásetingarnr: HS 793 Km: 52.000 Árgangur: juni 2006 Útgjald: 32.500 Mðr. gjald: 2.041 (5 ár) kr. 130.000,- ToyoTa yaRiS 1.3 TeRRa Skrásetingarnr: MA 614 Km: 73.000 Árgangur: mai 2006 Útgjald: 28.500 Mðr. gjald: 1.817 (5 ár) kr. 114 .000,- ToyoTa Rav4 2.0 4x4 STuTTuR Skrásetingarnr: RJ 003 Km: 75.000 Árgangur: des. 2001 Útgjald: 32.250 Mðr. gjald: 3.059 (3 ár) kr. 125.000,- ToyoTa coRolla 1.6 Sedan Skrásetingarnr: TM 324 Km: 50.000 Árgangur: mai 2003 Útgjald: 24.500 Mðr. gjald: 2.423 (3 ár) kr. 98.000,-