mánadagur 7. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juni · Nr. 91
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
TB einsamalt
á toppinum
1. deild menn 07 Vestur
megnaði ikki meiri enn 2-2 á
útivølli ímóti NSÍ, og KÍ vann
trivaligan sigur á Norðoyastevnu
Tróndur Arge
TB er einsamalt topplið í næst
bestu deildini. Tvøramenn vóru
hesa ferð á Argjum. Tað tók
sína tíð, áðrenn teir fingu hol
á, men eftir at Joseph Bassene
eftir ein tíma hevði skorað
fyrsta málið var eingin ivi.
TB vann 30. Nú er fjarstøðan
niður til 07 Vestur fýra stig, og
tað er meiri, enn vágamenn
kunnu vinna í dystinum teir,
sam mett við TB, eiga til góða.
Hesa ferð vitjaði 07 Vestur
í Runavík, har tað enn eina
ferð ikki gekk eftir vild ímóti
einum av botnliðunum. Í 2.
hálv leiki royndu gestirnir at
leggja trýst á fyri at vinna fulla
úrtøku, men tað spurdist einki
burturúr.
Á Norðoyastevnu gekk tað
betri hjá KÍ, sum vann 40 á
FC Hoyvík. 2. hálvleikur, tá
ið øll málini vórðu skorað,
kundi bent á, at tað kann
fara at ganga rætta vegin hjá
klaks víking um, sum nú hava
vunnið tríggjar ferðir á rað.
Nú er KÍ bara eitt stig frá upp
flyt ingar plássi. Hóast talan var
um stóran sigur, so er tað ein
partur av søguni, at tað var ikki
fyrr enn at FC Hoyvík hevði
mist ein mann, at tað glapp hjá
KÍ, sum síðsta korterið skoraði
trý mál.
FC Hoyvík hevur fingið tvey
stig burtur úr fimm teimum
sein astu umførunum.
Brian Olsen og Bjarni Jørg
ensen skoraðu málini í 20
sigrinum hjá EB/Streymi ímóti
HB.
Eftir 10 tap á heimavølli
ímóti Víkingi eiga toftamenn
fram vegis fyrsta sigurin til
góða. Longu eftir 20 minuttir
varð B68 undirmannað.
trondur@sosialurin.fo
KÍ - FCH 4-0 (0-0)
1-0: Steffan Kallsø 58.
2-0: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 76.
3-0: Henry Heinesen 83.
4-0: Henry Heinesen 86.
Reytt kort:
John Eystberg, FC Hoyvík, 68.
Dómari: Alex Troleis
B68 - Vík. 0-1 (0-0)
0-1: Andras Mikkelsen 83.
Reytt kort: Oddur Højgaard, B68, 20.
Dómari: Dia Lamhauge
EB/Str. - HB 2-0 (1-0)
1-0: Brian Olsen 4.
2-0: Bjarni Jørgensen 67.
Dómari: Bent Tommy Linklett
NSÍ - 07V 2-2 (2-2)
1-0: Per Langgaard 9.
1-1: Jovan Panic 12.
1-2: Holgar Djurhuus 37.
2-2: Arni Gregersen 43.
Reytt kort:
Ragnar Niclasen, 07 Vestur, 78.
Dómari: Rói Jacobsen
AB - TB 0-3 (0-0)
Dómari: Andrew Christiansen
0-1: Joseph Bassene 60.
0-2: Hanus Mortensen 62.
0-3: Aron Sørensen 89.
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 TB
11
8
1
2
32
13
+19
25
2 07 Vestur
10
6
3
1
24
10
+14
21
3 KÍ
10
6
2
2
23
10
+13
20
4 HB II
11
6
1
4
23
24
-1
19
5 EB/Streymur II
10
5
3
2
17
12
+5
18
6 Víkingur II
10
4
2
4
16
16
0
14
7 NSÍ II
10
1
5
4
12
20
-8
8
8 FC Hoyvík
10
1
4
5
9
17
-8
7
9 AB II
10
2
1
7
10
23
-13
7
10 B68 II
10
0
2
8
5
26
-21
2
1. Deild menn 10. umfar
Ein vanligur
dystur fyri meg
Leikbannaðir
miðverjar
løgmanssteypið Týskvøldið verða seinnu hálvfinalurnar
í kappingini um Løgmanssteypið leiktar. Við Margáir
tekur EB/Streymur ímóti B36. Fyrra hálvfinalan
endaði við einum 2-1 sigri til B36 í Gundadali
løgmanssteypið Í fyrruhálvfinaluni í Fuglafirði
vann Víkingur 2-1 og hevur sostatt bestu kortini á
hondini. Men bara nakrar fáar dagar seinni brustu liðini
saman í Gøtu í landskappingini og tá vann ÍF 3-1
Tróndur Arge
– Eg eri venjari og tað er eitt arbeiði
sum øll onnur. Dysturin ímóti EB/
Streymi er ikki nakað serlig fyri
meg. Hinvegin er tað nakað heilt
serligt at koma í steypafinaluna,
ið er tann størsti einstaki dysturin,
vit hava og tað er har, vit vilja
vera, sigur Sigfríður Clementsen
um møguleikan at vinna á sínum
fyrrverandi arbeiðsgevara.
EB/Streymur
hevur
spælt
tríggj ar ferðir ímóti B36 í ár, men
enn er tað ikki eydnast hjá sunda
lags monnum at vinna á árs tals
felagnum.
– Tað vísir seg, at B36 klárar seg
væl móti okkum. Teir eru eitt gott
lið, ið spælir skjótan fótbólt. Men
seinasti dysturin ímóti teimum
(11 í Gundadali í landskappingini,
blaðm) vísir, at vit kunnu fáa møgu
leikar at skora tey neyðugu málini.
Tað gjørdu vit ikki tá, men vónandi
gera vit tað hesuferð, sigur Heðin
Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Landsliðið hevur sum kunnugt
verið á ferð seinastu vikuna, men
hvørki EB/Streymur ella B36 eru
serliga ávirkað av tí ferðini.
– Tað hevur onga ávirkan á liðið
hjá okkum. Vit høvdu bara ein
mann við á ferðini og tað var Egil á
Bø. Brian Olsen og Bjarni Jørgensen
spældu á næstbesta liðnum í viku
skiftinum og verða helst við. Eisini
Daniel Udsen er um at verða klárur
aftur, sigur Heðin Askham
Eisini B36 hevði bara ein mann
við á ferðini.
– Eg trúgvi ikki tað kemur at
hava so stóra ávirkan á liðið hjá
okkum. Vit høvdu bara Christian
R. Mouritsen við og hann skoraði
eis ini einasta málið á ferðini. Eg
trúgvi at landsliðstúrurin hevur ein
positiva ávirkan á hann. Vit høvdu
eisini Jákup á Borg við á ferðini,
men hann kom sum kunnugt
heim vegna skaða, sigur Sigfríður
Clementsen.
Dysturin verður týskvøldið kl.
19.00 í Streymnesi.
Tróndur Arge
Í dystinum ímóti NSÍ fyri meira eini
viku síðan, fekk ÍF tvey reyð kort og
tað merkir at hvørki Poul ella Kaj
Ennigarð kunnu verða við í seinnu
hálvfinaluni. Teir báðir hava annars
mannað miðverjuna hjá ÍF í ár.
– Vit fara so at spæla við mið
verjum, tað liggur fast, men akkurát
hvør tað verður tað er ikki greitt
enn. Vit fara at hava eina sterka
mið verju til dystin, tað eri eg vísur
í at vit klára, sigur Ábraham Løkin,
venj ari hjá ÍF.
Í Gøtu eru tey greið yvir, at ÍF
kann bíta frá sær.
– Eg eri spentur, men samstundis
eitt sindur stúrin, tí vit blivu hólv
aðir av í Gøtu seinast vit spældu
ímóti teimum. Tí mugu vit vera
klárir til dystin, um vit ætla okkum
til finaluna, sigur landsliðsmiðverjin
hjá Víkingi, Atli Gregersen.
Í Fuglafirði hava tey góðar vónir
um at síggja ÍF í finaluni.
– Eg trúgvi 100% uppá vit kunnu
koma í finaluna. Um vit gera tað, ið
vit skulu, so vinna vit dystin, sigur
Ábraham Løkin, sum eisini fegnast
um at Nenad Saric er tøkur aftur
eftir skaða.
Tað er ikki bara í Fuglafirði, at
tey hava leikbannaðar miðverjar.
– Niclas Niclassen er leik bann
aður, meðan Hans Jørgin Djurhuus
er byrjaður at venja aftur. Eg og Súni
Olsen hava verið við landsliðnum,
men vit eru báðir væl fyri og klárir
at dystast um finaluplássið á
Summ ar festivalinum. Vit ætla at
prógva, at tað ikki var av tilvild, at
vit vunnu steypakappingina í fjør,
sig ur Atli Gregersen.
Dysturin í Gøtu byrjar kl. 18.30.
trondur@sosialurin.fo
vit fara so at spæla við
miðverjum, men akkurát hvør
tað verður, er ikki greitt enn
tað er eitt arbeiði sum øll onnur.
dysturin er ikki nakað serligt fyri meg