mánadagur 7. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 7. juni · Nr. 91
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Málleyst í
Luxembourg
a-landsliðið Fríggjakvøldið spældi føroyska A-landsliðið
venjingardyst ímóti Luxembourg og endaði dysturin við
málleysum javnleiki í nógva hitanum á Stade Alphonse
Theis í Luxembourg. Hetta er annar dysturin á ferðini
hjá landsliðnum og staðfestast kann, at einki mál kom
ígjøgnum teir 170 minuttirnar, ið spælt var tilsamans
Tróndur Arge
– Føroyingar byrja dystin væl og
royna at leypa á, men teir skapa
ongar vandamiklar møguleikar.
Eftir eitt korter tók Luxembourg
yvir, men heldur ikki teir megnaðu
at skapa nakað serligt. Tað vóru
bara tveir vandamiklir møguleikar
í øllum dystinum. Í fyrra hálvleiki
bjarga føroyingarnir á strikuni og
í seinna hálvleiki bjargaði Gunnar
Nielsen væl. Annars var dyst urin
einki at skriva heim um, sigur
Ivan Eginsson, ið var á áskoðarar
plássinum til dystin.
Dysturin var leiktur á leik
vøllinum Stade Alphonse Theis í
býnum Hesperange, sum er ein for
staður til Luxembourg. Tað er pláss
fyri umleið 3.000 áskoðarum.
– Leikvøllurin er serstakur og
minnir faktist eitt sindur Savnga
sgarð, við tað at hann liggur á
ein um fjalli. Tað vóru umleið 700
áskoð arar til dystin, men hóast um
støðurnar greitt bendu á, at hetta
var ein venjingardystur, so góvu
liðini alt hvat tey áttu, sigur Ivan
Eginsson.
Føroyski
landsliðsvenjarin,
Brian Kerr, hevði valt at byrja við
Christian R. Mouritsen á álops
kenda miðvøllinum og eisini Rógvi
Poulsen fekk høvi at royna seg frá
byrjan.
– Sum so stóð ongin føroyingur
sterkari í myndini enn nakar annar,
men bæði Christian R. Mouritsen
og Rógvi Poulsen vóru millum teir
betru, sigur Ivan Eginsson.
Hetta er fyrstu ferð, at Christian
R. Mouritsen byrjar inni á føroyska
landsliðnum.
– Eg haldi ikki, at Luxembourg er
eitt betri lið enn Føroyar og hevði
dysturin verið spældur í Føroyum,
so trúgvi eg at Føroyar høvdu
vunni. Nógvi hitin gjørdi tað tor ført
hjá føroysku leikarunum og orkan
var um at vera uppi hjá onkrum
av teimum í seinna hálv leiki, sigur
Ivan Eginsson.
Fyrsta føroyska uppgávan í
undan kappingini til EM12 verður
longu 11. august ímóti Estlandi á
úti vølli.
Kærkomin
landsliðs
savning
a-landsliðið Tað sigur Gunnar
Nielsen, ið stóð í føroyska málinum,
um lítlu venjingarleguna, sum
føroyska landsliðið akkurát
hevur verið ígjøgnum
Tróndur Arge
– Vit eru sjálvdan savnaðir og
sum oftast møtast vit bara
tveir ella tríggjar dagar undan
einum dysti. Her fingu vit
møguleika at venja saman og
koma at kenna hvønn annan.
Høvi var eisini at møta nýggja
hjálparvenjaranum,
John
McDonnel, samstundis sum
vit ar beiddu við ymiskum, ið
vit ikki vanliga kunnu, sigur
Gunnar Nielsen.
Gunnar Nielsen stóð í mál
inum ímóti bæði B1908 og
ímóti Luxembourg. Føroyar
vunnu 10 á B1908 og einki mál
kom í Luxembourg. Sostatt
kom einki mál ígjøgnum hjá
før oy ingum.
– Eg havi spælt saman við
teimum flestu, ið vóru í verjuni
hesar báðar dystirnar, men tað
er sjálvandi deiligt at vit fáa
spælt nakrar dystir saman og
koma at kenna hvønn ann an
betur. Fyri okkum í verju part
inum var tað gleðiligt, at vit
megnaðu at halda málið reint í
hesum báðum dystinum, sigur
Gunnar Nielsen.
Føroyar og Luxembourg eru
í sama styrkibólki og hava fyrr
spælt javnar dystir. Í undan
kappingini til HM 2002 vóru
vit í bólki saman við teimum
og vunnu báðar dystirnar.
– Úrslitið var kanska ikki
tað týdningarmiklasta í hesum
dystinum, men vit vildu vinna
hann og løgdu nógv fyri. Eg
haldi ikki, Luxembourg er eitt
betri lið enn vit og tað er eitt
lið, vit eiga at kunna vinna á.
Men tað var heitt og torført
hjá okkum at spæla, so alt í alt,
so eri eg ókey nøgdur við 00
á úti vølli ímóti Luxembourg,
sigur Gunnar Nielsen.
Føroyska landsliðið kom
aftur til Føroyar leygar morg
unin.
Komandi
uppgávan
hjá lands liðnum er í undan
kapp ingini til EM2012 tann
11. august, tá leiðin gongur til
Estland.
trondur@sosialurin.fo
gunnAr
ATli jóhAn
jónAs einAr
súni fróði
chrisTiAn
chrisTiAn h rógvi
símun
Luxembourg - Føroyar 0-0
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas T. Næs, Atli
Gregersen, Jóhan T. Davidsen og Einar T. Hansen
- Christian L. Holst(Christian Høgni Jacobsen
79.min), Súni Olsen, Fróði Benjaminsen (L) og
Rógvi Poulsen(Bogi Løkin 68.min) - Christian R.
Mouritsen(Jóan Símun Edmindsson 74.min) - Símun
Samuelsen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Tórður Thomsen,
Egil á Bø, Viljormur Davidsen, Atli Danielsen,
Pól Jóhannus Justinussen og Jann Ingi Petersen.
Mynd: Karl Vidtfeldt/FSF
Tróndur Arge
– Tað kom óvæntað á meg, at eg
skuldi byrja inni. Eg roknaði bara
við, at teir sum plaga at byrja
inni skuldu byrja inni, men tað
var deiligt at sleppa at royna seg
á lands liðnum frá byrjan, sigur
Christian R. Mouritsen.
Christian R. Mouritsen byrjaði
á miðvøllinum saman við Fróða
Benja minsen og Súna Olsen.
– Eg spældi á álopskenda mið
vøll inum og tað er eisini har, mær
dámar best at spæla. Tá eg fekk
bóltin, skuldi eg fyri tað mesta
royna at halda uppá hann og so
sjálvandi royna at skapa sum mest.
Í verjustøðu var uppgávan hjá mær
at leggja teirra verjukenda mið
vallara undir trýst, sigur Christian
R. Mouritsen um leiklutin, hann
hevði í dystinum.
Eftir føroyskum mátistokki, so
var tað ógvuliga heitt í veðrinum,
meðan dysturin var.
– Tað var sum at renna í einum
hitarúmi í fyrra hálvleiki. Hitin
hevði stóra ávirkan á spælið hjá
okkum og menn vóru øguliga troytt
ir, sigur Christian R. Mouritsen.
Tað vóru ikki nógvir málmøgu
leikar í dystinum og liðini høvdu
torført við at skapa nakað.
– Tað er ilt at siga, hví vit skapa
so lítið, men bæði liðini stóðu væl á
vøllinum og tað var ein javnur dyst
ur. Eg eri sum so ikki nøgdur við at
spæla javnt ímóti Luxembourg,
men tá vit hugsa um umstøðurnar,
ser liga nógva hitan, so var tað í lagi
at spæla javnt.
Christian R. Mouritsen varð út
skiftur tá eitt korter var eftir av
dyst inum, umframt at hann spældi
allan seinna hálvleik í Sundby
Idræts park ímóti 1908 og skoraði
før oyska málið.
– Vit hava nú verið saman sum
eitt lið í nakrar dagar og nú kenna
vit allir hvønn annan betur. Tað
er ikki so ofta, at landsliðið kann
savnast, so hesin túrurin kom væl
við, sigur Christian R. Mouritsen at
enda.
Christian skal longu í eldin aft
ur týskvøldið, tá B36 í seinnu hálv
finaluni vitjar í Streymnesi.
trondur@sosialurin.fo
a-landsliðið Tá A-landsliðið fríggjakvøldið fór inn
á vøllin í Luxembourg var B36 leikarin, Christian R.
Mouritsen, millum teir ellivu, ið byrjaðu dystin. Tað er
fyrstu ferð, at hann byrjar ein A-landsdyst fyri Føroyar
Sum at renna í hitarúmi
Mynd: Karl Vidtfeldt/FSF