Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Á Ólavsøku í fjør varð FM heitið hjá dreingjunum á Tjaldrinum staðfest. Tjaldrið vann allar róðrarnar í fjør – uttan tann á Ólavsøku. Tá vóru tað argjadreingir umborð á Bliki, sum snýttu meistararnar og struku av­ stað við sigrinum. Leygardagin legði Blikur við dreingja manning fyri á sama hátt, sum árið í fjør varð endað. Orsaka av mjørkanum bíðaðu dreingirnir leingi eftir at sleppa avstað, men tá ið tað endiliga var so mikið klárt, at tað varð mett ráðiligt at starta, so fleyg Blikur avstað. Argjadreingir løgdu seg á odda beinanvegin, og eingin skal aði teimum, hóast Royndin Fríða alla tíðina royndi at hanga í. Vágs­ dreing ir vóru sera stinnir í enda­ spurt inum, og á málinum var mun­ urin so lítil, sum tað bar honum til at vera, um talan ikki skuldi verða um umróður. Unga manningin umborð á Jalli stóð seg lutfalsliga væl, og at úrslitið á Norðoyastevnu var, sum tað var, kann gott fara at vísa seg seinni í summar at vera grundarlag undir tættari og spennandi kapping. 5 mannafør dreingir 1 Blikur . . . . . . . . . . . . . . 05:16 .11 2 Royndin Fríða 05:16 12 3 Jallurin 05:20 17 4 Teistin 05:24 16 5 Sílið 05:25 23 6 Svanur 05:27 05 7 Junkarin 05:29 09 8 Firvaldur 05:31 07 Tróndur Arge Sílið vardi á Norðoyastevnu heið­ urin hjá Havnar Róðrarfelag. Elsta róðrarfelagið í høvuðsstaðnum hev ur mangan staðið seg væl á Norð oya stevnu, og tað er komið fyri, at Havnar Róðrarfelag er farið úr Klaks vík við øllum sigrunum. Soleiðis er tað ikki longur. Hesa ferð vann Havnar Róðrarfelag tveir róðrar. Annar var í dreingjaróðrinum í barnakappingini, og hin var kappróðurin millum gentu mann­ ingarnar. Falkur úr Hósvík fekk besta start in, men tað var skjótt, at Sílið legði seg upp á síðuna av Falki. Hesir báðir bátarnir lógu væl framm­ an fyri allar hinar. Eina løtu stóð á jøvnum, men so fór Sílið at renna skjót ari. Falkurin royndi at svara aftur, men á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd. Hinir bát arnir vóru meiri enn fýra og kanska fimm bátslongdir aftanfyri. 5 mannafør gentur 1 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . 05:42 .22 2 Falkur 05:45 18 3 Beinta 05:57 11 4 Silja 05:59 23 5 Fípan Fagra 06:06 24 6 Ørnin 06:13 08 7 Tambar 06:15 11 Sílið svam skjótast 5-mannafør gentur Bara í eina løtu var kapping um fremsta plássið, og tað var als eingin kapping um næstfremsta plássið Tróndur Arge Tað man vera sjáldan, at ein bátur vinnur so nógv, sum Erla Kongsdóttir við kvinnu­ mann ing vann í fjør, og at tað kortini ikki eydnast at vinna meistaraheitið. Í fjør vann Erla Kongsdóttir á Norðoya­ stevnu, og tilsaman vunnu kvinn urnar í Fuglafirði tríggjar róðrar. Men tær vóru kortini ov stuttar at vinna FM heitið. Tað vann Frúgvin í Miðvági, tí Frúgvin vann á Ólavsøku, og harvið stóðu tær í Fuglafirði við silvurmerkjum í bæði ólav­ søku kappingini og FM kapp­ ingini. Sjálvandi kendist tað sum vónbrot, og á Norðoyastevnu eydnaðist tað Erlu Kongsdóttir at taka fyrsta stigið fyri at vinna tað, sum kiksaði í fjør. Sigurin í Klaksvík var sann­ førandi. Tvær bátslongdir var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar, tá ið 5­manna før ini við kvinnum kapp róðu. Erla Kongsdóttir og Drekin fingu besta start­ in, men tað var skjótt, at litti báturin leyp eina hálva báts­ longd frá hvíta bátinum við dreka stevninum, sum skjótt var leysur og meiri enn tað av hin um trimum. Erla Kongsdóttir økti støð­ ugt um munin, sum á Kósa­ brúnni var eina bátslongd og meiri enn tað, og á málinum var Erla Kongsdóttir tvær báts­ longdir frammanfyri Drekan. Kappingin um triðja plássið var tøtt, og ta kappingina vann Firvaldur av Tvøroyri eina báts longd frammanfyri Blik av Argjum, sum var meiri enn tvær bátslongdir framman­ fyri Hav frúnna úr Vest manna. FM vinn arin í fjør, Frúgv in úr Miðvági, lut tók ikki í kapp­ ingini. 5 mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir . . . . . 05:35 .13 2 Drekin 05:40 02 3 Firvaldur 05:50 13 4 Blikur 05:53 01 5 Havfrúgvin 06:01 22 Erla svam sum ein perla 5-mannafør kvinnur Kvinnurnar í Fuglafirði hava sett sjøtil á at vinna FM heitið, sum tær mistu á stokkinum í fjør Argjadreingir stinnastir 5-mannafør dreingir Blikur tók við í ár, har dreingirnir av Argjum sleptu í fjør Kongsdótturin sigraði við fleiri bátslongdum Mynd: Jens Kristian Vang Blikur var bert stavnin frammanfyri Royndina Mynd: Jens Kristian Vang Mynd: Jens Kristian Vang