Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 7. juni · Nr. 91 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Móttøka fyri Klaksvíkingi. Tað eru seinastu orðini, sum eru skrivað á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrar­ felag. Móttøkan var leygardagin 1. august í fjør. Tá varð tosað um, at í 2010 skuldi arbeiðast fyri, at Klaks­ víkingur fyri fyrstu ferð síðani 1970 skuldi vinna kappingina millum 10­mannaførini. Norðoyastevnan er av fyri í ár, og Klaksvíkingur hevur framvegis ikki vunnið í heimasjógvi síðani 1970. Tað eydnaðist ikki at manna 10­mannafarið, og eitt skifti sá tað einki út fyri, at tað skuldi eydnast at manna nakran bát í Klaksvík. Seks vikur undan Norðoyastevnu eydnaðist tað at manna Páll Fanga. Nakrir av teimum, sum í fjør vunnu FM við Klaksvíkingi, eru nú umborð á 6­mannafarinum. Teir roknaðu ikki við at vinna longu nú, men teir søgdu seg vóna at hava møguleika at arga hinar eina ferð seinni í summar. Sjálvandi fegnaðust viðhalds­ fólkini í Klaksvík og Norðoyggjum, og tað var einki at siga til, at mann­ ingin var ovurfegin eftir sigurin. Bæði tí teir ikki høvdu roknað við tí, og tí talan var um sera tætta og dramatiska kapping. Páll Fangi leyp avstað soleiðis, sum Klaksvíkingur ofta gjørdi tað í fjør, og eina løtu tóktist tað sum um, at talan skuldi gerast um sann­ førandi sigur. Páll Fangi vann, men tað var sera spennandi og skiftandi og harvið dramatiskt. Undir liðini á Páll Fanga lá Tvørabáturin, sum bjóðaði av, og undir landinum eystaru megin vísti Riddarin seg at vera sera boysin, eftir at hann ikki hevði fingið nak­ að serligan start. Fram við áskoðarafjøldini á Kósa brúnni og vestaru megin var kapp ingin ógvuliga tøtt. Allir hesir tríggir bátarnir royndu seg sum fremsta bát, men í endaspurtinum vísti Páll Fangi seg at vera tann drúgv asti. Páll Fangi var lítlan skut in undan Tvørabátinum, sum aftur var eina stóra hálva bátslongd framman fyri Riddaran. Hinir bátar­ nir vóru væl aftari. trondur@sosialurin.fo 6 mannafør menn 1 Páll Fangi 07:44 02 2 Tvørabáturin 07:45 12 3 Riddarin 07:47 08 4 Smyril 07:57 14 5 Strálan 07:58 05 6 Skúgvur 08:01 10 7 Hósvíkingur 08:08 13 8 Lómur 08:17 02 9 Jarnbardur 08:21 07 10 Gongurólvur 09:02 01 Tróndur Arge Søga varð skrivað, tá ið Sølmundur við kvinnumanning vann kapp­ ingina millum 6­mannafør við kvinn um á Norðoyastevnu. Jarnbardur hevur seinastu árini verið suverenur í hesi kappingini, og tá ið Jarnbardur ikki hevur tikið lut, so hava Gongurólvur, Riddarin og Páll Fangi vunnið sigrarnar. Tað hevur so at siga ikki verið pláss fyri Sølmundi millum teir fremstu, men hesa ferð eydnaðist tað. Fyri fyrstu ferð nakrantíð vann Sølmundur við kvinnu manning. Tað var leingi tætt og spennandi. Hvess ingur, sum lá eystarlaga í feltinum, og Sølmundur, sum var vestari á, fingu besta startin, og mest sum allan teinin stóð kapp­ ingin millum hesar báðar bát ar nar. Í endaspurtinum var tó eing in ivi. Sølmundur hevði meiri orku og fór Sølmundur frá næsta kapp ingar­ neytanum. Munurin var ein bátslongd, og tí er tað ikki óhugsandi, at tað kanska fer at verða uppaftur meiri spenn andi, tá ið Hvessingur leygar­ dagin fer at rógva í heima sjógvi á Sundalagsstevnuni í Hvalvík. Næsta kappingin eftir ta kapp ing­ ina verður á Eystanstevnu, tá ið Sølmundur fer at rógva í heima­ sjógvi á Skálafjørðinum. trondur@sosialurin.fo 6 mannafør kvinnur 1 Sølmundur 05:27 12 2 Hvessingur 05:30 00 3 Riddarin 05:31 12 4 Gongurólvur 05:35 01 5 Lómur 05:47 06 6 Jarnbardur 06:05 14 Tróndur Arge Kvívíkingur vann kappingina millum 8­mannaførini á Norð oya stevnu, og avrikið og úrslitið vóru so mikið góð, at kvívíkingar fara at liggja í miðj­ uni, tá ið tað komandi leygar­ dag aftur verður FM kappróður á skránni. Saman við Argjabátinum og Árnfirðingi fekk Kvívíkingur besta startin, og eina løtu var tætt millum hesar tríggj­ ar bátarnar. Men so fór Kví­ víkingurin rættuliga at røra upp á seg. Hann tók seg meiri enn eina bátslongd frá Argja­ bátinum, meðan Árnfirð ingurin dragnaði, og í endaspurtinum var eingin ivi. Kvívíkingur var meiri enn eina bátslongd framm anfyri Argjabátin, sum í fjør vann allar róðrarnar og harvið var FM vinnari í 2009. Nú eru fleiri ár síðani, at Kvívíkingur var í yvir skrift­ unum, men tað var tann tíð, tá ið kvívíkingar settu dags­ skránna í kappingini millum 8­mannaførini. Avrikini hava eisini borið góð úrslit við sær, og hæddarpunktið var, tá ið Kvívíkingur vann FM í 1978, 1979, 1980 og 1981. Síðani hevur Kvívíkingur vunnið tvey FM – í 1996 og 2002. Seinastu sjey árini hevur Kvívíkingur ikki verið í nánd av FM heitinum, og serliga trý tey seinastu árini hevur tað ver ið rættuliga friðarligt. Í fjør lut tók Kvívíkingur ikki, í 2008 var Kvívíkingur nummar fýra í øllum róðrunum, í 2007 luttók Kvívíkingur ikki, og í 2006 var einasta luttøkan á Fjarða stevn­ uni, tá ið Kvívíkingur endaði á fimta plássi. Í 2005 var Kvívíkingur væl við, men tað eydnaðist ikki at vinna nakran róður. Kví­ víkingur var nummar tvey í øllum róðrunum. Í 2004 og 2003 gekk tað hampuligt, og tá vóru tað serliga sigrarnir á Ólav­ søku, sum gjørdu, at avrikini vóru góðtikin. FM heitið í 2002 varð vunnið við fýra sigrum. Ta ferðina var Kvívíkingur næstfremstur á Norð oyastevnu. Nýggja kapp­ róðr ar árið byrjaði við sann­ før andi sigri í Klaksvík, og alt bendir á, at Kvívíkingur fer at vera við til at seta dagsskránna í summar. Avrikini hjá hinum á Norðoyastevnu benda á, at í løtuni er tað bara Argjabáturin, sum møguliga verður førur fyri at bjóða av. Árnfirðingurin, Fríggjarin, Ørvur og Knørrur skulu gera heilt nógv við tað, um teir á nakran hátt skulu hava nakran møguleika at hótta Kvívíking, sum longu nú má roknast at vera upplagdur favo rittur. Kvívíkingur er vakn­ aður úr FM dvalanum, sum hann seinastu sjey árini hevur verið í! 8 mannafør 1 Kvívíkingur 07:22 09 2 Argjabáturin 07:25 14 3 Árnfirðingur 07:35 05 4 Fríggjarin 07:39 00 5 Ørvur 07:40 15 6 Knørrur 07:59 13 Kvívíkingur er vaknaður 8-mannafør Avrikið á Norðoyastevnu var so mikið sannførandi, at kvívíkingar mugu roknast sum besta boðið upp á fyrsta FM heitið síðani 2002 Páll Fangi kløkk aði seg sjálvan 6-mannafør mEnn Meistararnir av Tvøroyri og Riddarin úr Miðvági bjóðaðu av, men klaksvíkingar vóru drúgvastir á vánni í Klaksvík Sølmundur søguligan sigur 6-mannafør kvinnur Sigurin á Norðoyastevnu var tann fyrsti nakrantíð hjá Sølmundi við kvinnumanning Páll Fangi vann í harðari kapping við Tvørabátin Mynd: Jens Kristian Vang Sannførandi Kvívíkingur vann greitt á Argjabátinum Mynd: Jens Kristian Vang