Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað er summar í Føroyum, tá ið kappróðurin setir dám á leyg­ ar dagarnar hjá so mongum. Nógvir av rógvarunum hava fyri reik að seg síðani eina ferð í vetur. Leygardagin var tað álvari í kappingini, og tá eru tað so mong onnur enn rógvararnir, sum eiga sína uppgávu. Eitt nú foreldur og onnur, sum frá morgun stundini av sóust fara eftir landsvegunum við pá­ hangs vogni og kappróðrar báti upp á sleip. Mjørkin spældi eitt odruligt puss leygardagin. Tað er sjáldan, at mjørkin er so tjúkkur í Klaks­ vík, sum hann var tað frá á mid­ degi og seint út á seinna partin. Tað var einki annað at gera enn at bíða við áliti á, at tá ið tað í Føroyum eina løtu er eitt slag av veðri, so gongur tað ikki so long tíð, inntil tað verður heilt øðrvísi. Seint seinnapartin sá sólin í Klaksvík, og meðan ljós og sýni skiftu í pollamjørkanum, so gjørdu fyrireikararnir eitt megnar arbeiði. Tað bar so aftur við sær, at tað bar til at avgreiða róðrarnar. Ofta hava bátarnir úr høv­ uðs staðnum vunnið mest sum alt. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Fuglafjørður, Klaksvík, Runa vík (2), Argir (2), Kvívík og Havnar Róðrarfelag (2) vunnu, og í flestu kappingum var kapp­ ingin so mikið tøtt, at tað eru góðir møguleikar fyri spenn­ andi kapping og øðrum vinn­ arum, tá ið tað nú leygar dagin verður kappróður á Sunda lags­ stevnu í Hvalvík. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Bátinum bilar einki. Tað varð í hvussu so er staðfest leygarkvøldið í Klaksvík. Sámal Hansen hevur smíð að nýggja Eysturoying, og tí hevur tað sjálvsagt ongantíð verið ivi um, at báturin stendur øll mát, sum hinir bátarnir hjá Sámali so meistarliga gera. Tá ið Eysturoyingur í fjør ikki vann, so varð avgjørt at flota gamla Eysturoyingin – tann frá 1998 – aftur, men leygardagin vóru menn inir í Kappróðrarfelagnum NSÍ aftur í nýggja bátinum, og teir vunnu sannførandi. Hetta var fyrsta ferðin, at teir vunnu í nýggja bát inum. Tað er harmuligt, at tað bara eru trý 10­mannafør, sum kappast, men norðoyastevnuróðurin vísti, at tað eru møguleikar fyri, at tað kann fara at verða spennandi, hóast Eysturoyingur í fyrsta róðrinum ongantíð var rættuliga hóttur av hinum báðum. Eysturoyingur hevði besta start­ in, og tað vísti seg, at teir høvdu tam ar hald á støðuni allan vegin. Vest menningur royndi einar tvær ferðir at bjóða av, og frá at hava verið eina bátslongd aftanfyri eydn­ aðist tað vestmenningum at eta seg heilt fram á Eysturoyingin, men so svaraði guli báturin aftur. Tá ið teir fóru um málið, var munurin tó ikki meiri enn ein hálv bátslongd, og harvið er tað púra opið undan 2000 metra teininum, sum tað næsta leygardag fer at verða kappast á, tá ið Sundalagsstevna verður í Hvalvík. Hoyvíkingur í Argja hami megn­ aði ongantíð at blanda seg í kapp­ ingina um fremsta plássið. Seinastu nógvu árini hevur Eyst ur oyingur verið tann, ið hev­ ur vunnið mest av øllum, men nú eru tað trý ár síðani, at guli bát­ urin var meistari. Í fjør vann hann tveir teir fyrstu róðrarnar, og so vóru klaksvíkingar bestir. Í fyrra­ árið var Eysturoyingur ikki við á Norðoyastevnu og trimum øðr um róðrum, men í 2007 vann Eystur­ oyingur allar róðrarnar og harvið FM heitið. trondur@sosialurin.fo 10 mannafør 1 Eysturoyingur 07:14 05 2 Vestmenningur 07:16 16 3 Hoyvíkingur 07:21 14 Tróndur Arge Fyri fyrstu ferð nakrantíð telja barnaróðrarnir við í FM kapp ingini. Tí var talan um søguligar róðrar á 250 metra tein inum. Fasti starturin varð nýttur, og í kappingini millum dreingjamanningarnar vóru tað tveir bátar hjá Havnar Róðr­ arfelag, Títlingur og Drekin, sum saman við Havfrúnni úr Vest manna endaðu á trimum teim um ovastu plássunum. Títlingur var bara stavnin frammanfyri Havfrúnna, sum var rongina frammanfyri Drek an. Í gentukappingini var Teist in hjá Argja Róðrarfelag fremst ur. Teistin var meiri enn eina bátslongd framm an fyri Spógvan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum aftur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ørn­ ina og Fípuna Føgru, ið vóru í sera tættari kapp ing um triðja plássið. Barnaróður gentur 1 Teistin 02:47 18 2 Spógvin 02:51 01 3 Ørnin 02:55 07 4 Fípan Fagra 02:55 15 5 Jallurin 03:01 11 6 Junkarin 03:03 07 7 Svanur 03:07 04 8 Firvaldur 03:07 06 9 Heykur 03:08 02 Føroyska summarið líkist sær sjálvum kappróður Veðrið skifti, sum tað bara ger í Føroyum, og vinnararnir vóru úr nógvum feløgum og økjum, tá ið ársins fyrsta FM kapping í róðri var á skránni Barnaróður Genturnar á Argjum og dreingirnir í Havnar Róðrarfelag vunnu fyrstu FM róðrarnar á 250 metrum Høvuðsstaðurin best í barna­ róðrinum Tað glapp hjá nýggja Eysturoyingi 10-mannafør Avrikið var sannførandi hjá Eysturoyingi, sum í fjør var bæði nýggjur og vrakaður, og nú er favorittur frammanfyri tveir avbjóðarar Eysturoyingar vunnu sannførandi í nýggja bátinum Mynd: Jens Kristian Vang