Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 7. juni · Nr. 91 Sosialurin Ítróttarblaðið Datt ógvusliga Guðmundur greiðir frá harmiliga tilburðinum: – Tað byrjaði væl. Eg kom upp sum nummar fýra í svimj ingini. Og á súkkluteininum lá eg sum nummar eitt, tá eg yvir­ hálaði teir fremstu íðkarnar í skift inum. Eg dreiv bara á. Tá eg so hevði koyrt tveir kilometrar, og veru liga kendi á mær, at hetta var mín dagur, tá datt eg við súkkluni, greið ir Guðmundur frá við harmi í rødd ini. – Tað var so tápuligt, at eg datt í einari rundkoyring, og eg fór skríðandi yvir til eitt økið, har sum fleiri kappingarleiðarar og hjálparfólk stóðu. Fleiri av teimum vóru skelkað, men sjálvur klári eg ikki heilt at endurgeva hvat hendi. Tað gongur so skjótt fyri seg í einari slíkari støðu, og akkurát tá kendi eg ikki so nógva pínu. Eg kom fyri meg, aftaná eina løtu, og fór so upp á súkkluna aftur. Har var ein kvinna, sum royndi at sannføra meg um ikki at halda fram í kappingini. Men eg var komin langan veg, og eg var tendraður, og valdi tí at fullføra kappingina. Pínan fór at merkjast Skjótt kendist pínan hjá Guðmundi: – Eg kendi alla tíðina á mær, at talan var um eitt veruligt stríð. Eg hugsaði ikki so nógv um pínuna, eg var fokuseraður uppá at gera mítt besta, tí einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Eg skal tó viðganga, at eg kom ongantíð upp í eitt gott »flow« aftur. Tá eg kom á mál var eg koyrdur á eitt sjúkrahús beina­ vegin. Komin á sjúkrahúsið kendi eg veruliga pínu á mær, og tá fekk eg illa gingið, og nakkin var væl forstrektur. Tá ein fer til eina slíka kapping, so skrivar ein undir uppá, at ein sjálvur hevur ábyrgdina av slíkum greiður Guðmundur frá. Tað sum hendi var ein strika í rokn ing ini, men eg eri komin fyri meg nú, slær Guðmundur fast. Klárt er nú til nýggjar avbjóðingar hjá jarnmanninum úr Hoyvík, sum hevur verið á Hellunum og tik ið sær av løttum, fyri at vinna sær megi til avbjóðingarnar sum eru fyri framman. Guðmundur hev ur sett nøsina upp ímóti at taka lut á einari hálvari IronMan kapp­ ing, sum verður í Antwerpen í Belgia í juli­mánað, og eftir tað er danmarks meistaraheitið í hálvum IronMan á skránni. heris@sosialurin.fo Eg hugsaði ikki nógv um pínuna, var fokuseraður uppá at gera mítt besta, tí einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt Bogi legði upp til mál Bogi Løkin legði upp til eitt mál, tá Frem vann stórsigur 4­0 á botnliðnum Brabrand, sum bara hevur vunnið ein dyst hetta kappingarárið. Bogi Løkin fekk teir síðstu 23 minuttirnar á vøllinum, meðan Jónas Þór Næs spældi allan seinna hálvleik. Føroyski landsliðsmiðvallarleikarin legði upp til seinasta málið í dystinum, tá hann pressaði ein mótstøðumann væl, vann bóltin og lat hann til Søren Weibel, sum skoraði sítt triðja mál í dystinum. Sigurin hjá Frem er tann fimti í ár, men tað er ikki nóg mikið til at vera verðandi í deildini. Við 22 stigum og tveimum dystum eftir at spæla, eru teirra dagar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini taldir. Næsta liðið omanfyri markið er Hvidovre, sum hevur 29 stig og sostatt hevur Frem ikki møguleika at røkka teimum, tá einans seks stig eru eftir at spæla um. Erling og Páll settu B1908 upp á pláss Ein góðan hálvan tíma. Tað var tað, Vanløse skuldi brúka fyri at seta B1908 upp á pláss. Millum fjórða og 37. minutt hevði Vanløse skorað tríggjar ferðir, og so var sigurin heima. Erling Jacobsen spældi allan dystin í verjuni, meðan Páll Klettskarð, sum fekk landsliðsdebut á Sundby Idrætspark móti júst B1908 týskvøldið, fekk síðsta hálva tíman. Hvørki hann ella Erling Jacobsen taldust tó millum málskjúttarnar. Hinvegin vóru teir við at mynda ein dyst, har Vanløse veruliga vísti B1908, hvør betra liðið var. Leygardagin spælir Vanløse síðsta dystin hetta kappingarárið. Teir hava møguleika fyri at enda nummar seks, men sjeynda plássið, sum teir hava í løtuni, er tann besta plaseringin, Vanløse hevur havt í 17 ár. ironman Hóast merktur av fallinum á súkkluni og við pínu, fullførdi jarnmaðurin, Guðmundur Nielsen, hálv-IronMan kappingina Myndir: Privat