Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Føroyskt drama í St. Pølten ironman Fyri stuttum tók Guðmundur Joensen lut í hálvari IronMan kapping í Eysturríki, har hann datt álvarsliga. Føroyski íðkarin valdi kortini at fullføra teinin Heri Simonsen Kappingin, sum hoyvíkingurin, Guð mundur Joensen tók lut í var ein sonevndur »Hálvur IronMan«. Kapp ingin fevnir um tríggjar grein­ ar, svimjing, súkkling og renn ing. Fyrst var talan um 1.900 metrar svimjing, súkklast skuldu 90 kilo­ metrar, og so varð endað við einum hálvum marathon teini, sum var um leið 21,1 kilometur til longdar. Gudmundur greiðir frá, at talan er um eina kapping ímóti urinum, og at tað ráddi um at koyra so skjótt, sum møguligt. Rímuliga slætt Hóast talan var um eina kapping í fjallalandinum, Eysturríki, so var talan um ein rímuliga slættan tein. Teir fyrstu 15 kilometrarnir vóru á einum motorvegi, og seinni á tein­ inum fóru íðkarnir upp í hæddirnar. Hæddir sum kunnu mátast við hægstu hæddirnar í Føroyum. Talan var um eitt sterkt felt, sum var býtt upp í ymiskar bólkar. Guðmundur sjálvur tók lut í bólkinum 25­29 ár. Ein bólkur har íðkarnir eru í góð­ um aldri. Tað vóru tilmeldaðir eitt stað millum 200 og 300 íðkarar í bólkinum hjá Guðmundi. Umleið 3.000 íðkarar vóru við í teimum ymisku aldursbólkunum. Long fyrireiking Guðmundur hevur leingi fyrireikað seg til hesa kappingini. Hann hevur fyrireikað seg alt síðani IronMan­ sesongin endaði í fjør. Guðmundur hevur hildið seg í form við styrkis­ venjing og spinning gjøgnum vet­ urin, og vandi hann fyrst 10­15 tím­ ar gjøgnum vikuna. Aftaná 1. jan uar hevur Guðmundur økt um venj­ ingina, og hevur hann ligið um teir 20 tímarnar í venjing hvørja viku. Tað hevur verið tungt, men Guð­ mundur hevur verið bevístur um hvat hann hevur arbeitt fram ímóti. Guðmundur sigur, at nógv venjing og seriøsitetur hava ligið aftanfyri fyrireikingarnar. Guðmundur hevði sett sær eitt greitt mál fyri kapp ing­ ina í St. Pølten, og tað var at vinna bólkin hjá teimum 25­29 ára gomlu. Venjingarnar fram til kappingina boðaðu eisini frá góðum, og Guð­ mundur metir sjálvur, at hann var í sínum besta formi nakrantíð, men so hendi tíverri tað sum ikki má henda. Eg lá nummar eitt, dreiv á og veruliga føldi, at hetta var mín dagur, men tá datt eg í einari rundkoyring Atli tapti móti oddaliði Føroyski landsliðsleikarin var á miðvøllinum allan dystin, tá hann og FC Roskilde taptu 0­2 á útivølli móti AB. AB liggur á fjórða plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men er einans tvey stig frá uppflytingarplássi. Tískil var tað eitt ógvuliga tendrað heimalið, ið FC Roskilde møtti og sum teir eisini máttu lúta fyri. Tíbetur fyri Atla Danielsen spældu Thisted og Hvidovre, sum liggja beint aftanfyri FC Roskilde, javnt. Tað merkir, at hvørki av hesum báðum liðum yvirhálaðu FC Roskilde, sum sostatt framvegis er 11. plássi, men við bara trimum stigum niður til niðurflytingarmarkið. Tað eru bara tvey umfør eftir at spæla í donsku 1. division. Næsta vikuskifti vitja Atli Danielsen og teir hjá Hvidovre, sum liggur eitt stig aftanfyri FC Roskilde. Við einum sigri kunnu teir sjálvir tryggja sær pláss í deildini aftur næsta ár, og tí verður talan um ein sannan botngysara sunnudagin.