Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 4 Sosialurin Fyri nøkrum árum síðani var Jóannes Eidesgaard á sjarmuferð í India. Minnist meg rætt, vóru allar miðlasøgurnar neiligar. Uttan iva av tí einfaldu orsøk, at einki miðlafólk var við á ferðini. Í staðin fyri at senda myndir og beinleiðis rapportir úr fjarskotna landinum, sótu føroysku journalistarnir heima í regninum og funnu allar møguligar skeivleikar við, at ein føroyskur løgmaður fór handilsferð til fjareystur. Men ikki øll eru líka lítið at sær komin. Meðan Jóannes var á ósjónligu Indiuferðini, var Dagur og Vika og vitjaði heima í køkinum hjá Jørgeni Niclasen. Innslagið snúði seg um okkurt lítið mál, men fólkafloksmaðurin fekk høvi at vísa føroysku hyggj­ arunum sítt sympatiska heim. Veit ikki um hetta var gjøgnum­ hugsað av svf, men minnist at eg hugsaði, at tað var ótrúligt, sum Jørgen dugdi væl. Og hann dugir framvegis væl. Tað er stutt síðan, at sjón­ varp ið hevði eitt langt temakvøld úr Afrika við livandi myndum og samrøðum við uttanríkisráðharranum og føroyskum hjálpar­ felagsskapi. Og nú er kringvarpi boðið til Brússel. Kappingarneytar hjá kringvarpinum øsa seg, kanska tí tey ikki eru bjóðað við. Og ein løgtingsmaður setur kritiskar spurningar, kanska tí onkur dugir líka væl at brúka miðlarnir sum hann. Sjálvandi skal Kringvarpið ansa eftir umdøminum og tryggja framhaldandi uttanveltaða viðgerð av føroyskum sam felags­ viðurskiftum. Men eg skilji ikki heilt, hví ein ókeypis ferðaseðil til Brússel skal forða tí. Um ferðaseðilin bert fæst við at undirskriva (veruligan ella ímyndaðan) sáttmála um jaliga viðgerð av før­ oyskum uttanríkispolitikki er støðan ein heilt onnur. Føroysk miðlafólk verða boðin til móttøkur, fáa dýr festi­ val atgongumerkir og ókeypis atgongd til spennandi fyrilestrar. Merkir hetta at eingin av hesum tiltøkum vera viðgjørd rættvíst? Og hvat við øllum fløgunum og bókunum, sum forløg og feløg senda til føroysku redaktiónirnar? Mær vitandi fáa føroyskir ment anar stovnar sjáldan meira enn ein lítlan tíðindastubba burtur úr ókeypis bókagávunum. Jú fleiri myndamøguleikar onnur geva kringvarpinum, jú betri sjónvarp fáa vit. Eg veit ikki, um sjónvarpið nakrantíð hevur verið so gott, sum tað er beint nú. Og tað er júst tí, at myndamøguleikarnir vera so væl troyttir. Seinasta mentanarsendingin við fjørupráti og urtagarðssamrøðu var gott dømi um hetta. Kringvarpið hevur elendig hølisviðurskifti, men tíbetur eru aðrir myndamøguleikar. Og tíbetur eru onnur enn Jørgen farin at síggja møguleikar í mynd unum. Miðlar Dorit Hansen dorithansen4@gmail.com Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar. Myndir og møguleikar Randi Jacobsen Í mai varð farið undir skifta útsiðurnar og tekjurnar út á Skansapakkhúsinum og Salinum í Tinganesi. Vindøg skulu eisini skiftast út. Tá ið hetta arbeiðið byrj­ aði, varð hegn sett upp fyri, so eingin sleppur út á sjálvt nesið. Ferðaleiðarar harmast, men tað má vera so, tí hegn ­ ið er sett upp júst fyri trygd­ ina. – Hetta er eitt byggipláss, og av trygdaráum er neyðugt at steingja økið av. Tað er eitt krav, sum langt frá allir entre prenørar halda, sigur Kristian Rasmussen, leiðari á verk leiðslu deildini hjá Lands verki. Um trygdarkrøvini ikki verða hildin, kann óhapp lætt henda, tí byggitilfar liggur í túninum. Menn arbeiða uppi á takinum, og teir kunnu altið missa okkurt niður. – Tað hevði ikki verið gott, um eitt fremmandafólk fekk ein skifurstein í høvdið, sigur Kristian Rasmussen. Ætlanin var at fáa arbeiðið liðugt í hesum mánaðinum, men tá ið arbeitt verður við slikum gomlum húsum, kemur ofta ymiskt óvæntað uppí, og tí er torført at halda tíðina. randi@sosialurin.fo Tinganes Meðan Skansapakkhúsið og Salurin á Tinganesi verða umvæld, er sjálvt nesið stongt av. Tað er neyðugt fyri trygdina, sigur Landsverk Tinganes er stongt av, meðan arbeitt verður við at klæða og leggja nýtt tak á húsini Mynd: Álvur Haraldsen Stongt av trygdar ávum Randi Jacobsen Nógvir spurningar eru eftir at loysa viðvíkjandi festinum hjá Peturi Karl av Rana í Øravík. Málið byrjaði við, at Bún­ aðarstovan fekk fráboðanir um ófullfíggjað viðurskifti í fjósinum. Myndugleikarnir fóru á staðið og staðfestu, at viðurskiftini ikki vóru nóg góð. Festarin fekk tá boð um, at fáa viðurskiftini í rættlag, og tíðarfreist varð sett á. Tá ið freistin var úti, var støðan framvegis ikki nóg góð viðvíkjandi innrætting og øðrum. Festarin hevði ikki megnað at gera broyt­ ing arnar, tí tær kostaðu, og fígging fekst ikki. ­ Vit samdust tá um, at hann skuldi taka neytini av, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni. Petur Karl av Rana hevur sagt festið frá sær. Hann peikaði á ein eftirmann, men hesin er ikki inni í myndini longur. Eingin annar møgu­ ligur festari er heldur ikki komin uppí. Málið er fløkt, og nógvir ógreiðir spurningar eru eftir at loysa, sigur Bjørn Paturs­ son. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Málið um ólógliga fiski skap­ in hjá trolbátinum Sigrun er farið í søguna. Gjára morg­ unin varð báturin seldur á tvingsilssølu, og harvið fer ákæruvaldið ikki eftir fyrr­ verandi eigaranum. Norðoya Sparikassi hevði biðið um tvingsilssøluna, tí sparikassin átti 16,5 mió. í bátinum. Sjópantikrøvini frá mann­ ingarfeløgunum og Klaks ­ víkar kommunu vóru saman­ lagt góðar 537.000 krónur. Norðoya Sparikassi bjóð­ aði 538.000 krónur fyri bátin, sum hann nú eigur, tí eingin annar bjóðaði. Sparikassin tók tó fyri­ varni fyri øðrum krøvum. Sigrun varð tikin 3. august í fjør fyri ólógligan fiskiskap. Málið varð ongantíð avgreitt, tí fútin kravdi eina millión krónur í trygd frá reiðarínum Sp/f á Heygum, sum átti Sigrun, og ta upphæddina kundi reiðarin Jónsvein Knud sen ikki gjalda. Kravið frá Klaksvíkar kommøunu byggir á, at Sigrun hevur ligið í Klaksvík næstan líka síðan hon varð tikin. randi@sosialurin.fo Sigrun seld Givin við neytahaldinum Landbúnaður Bóndin Petur Karl av Rana er givin við neyta hald in um í Øravík, men avgerðin um, hvussu verður við festinum framyvir, er ikki tikin enn TvingsiLssøLa Trolbáturin Sigrun, sum fyri 10 mánaðum síðan varð tikin fyri ólógligan fiskiskap, varð í gjár seldur á tvingilssølu