Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 8 Sosialurin VIT BJÓÐA Vit bjóða tær eina útbúgving við møguleikum og av- bjóðingum í einari dynamiskari fyritøku, har vit lyfta í felag fyri at røkka okkara málum. Tú verður partur av einum spennandi arbeiðsplássi á søludeildini, har tú lærir um sølu, kundatænastu, vørumenning, bókhald, kunda- tænastu, sølu til ferðaskrivstovur o.m.a. UM TEG Vit vænta, at tú hevur HH-, HF- ella students prógv, góðan málkunnleika í føroyskum, enskum og norðurlenskum, hevur góðan teldukunnleika, dugir væl við fólki og arbeiðir skjótt og sjálvstøðugt. Tú ert sjálvandi til reiðar at læra nógv og vilt lyfta í felags skapi, soleiðis sum vit gera á Smyril Line. UMSÓKNIR Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við teldubrævi til annika@smyrilline.fo. Freistin at søkja er 20. juni. Hevur tú spurningar, ring til okkara á telefon 345900 og spyr eftir Anniku Larsen Black, søluleiðara. Hevur tú áhuga í sølu og ráðgeving innan ferðavinnu? Kundi tú hugsað tær at fi ngið eina spennandi útbúgving innan ferða vinnu yrkið? So er hetta kanska títt dreymalærupláss. Lærupláss WWW.SMYRILLINE.FO Freistin at søkja er 20. juni Leiðarin á Corporate Finance deild bankans seinastu árini hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum í bankanum. Vit sóknast tí eftir nýggjum leiðara til deildina. Hevur tú neyðugu royndirnar og førleikarnar, er tað kanska tær, ið vit leita eftir. Ábyrgdarøkið Sum leiðari stendur tú á odda fyri og myndar Corporate Finance deildina. Deildin veitir ráðgevaratænastur í sambandi við millum annað: Keyp, sølu og samanlegging av fyritøkum Kapitalveiting og samanseting av fígging Skráseting av fyritøkum á virðisbrævamarknaði Ráðgevarnir á deildini virka sum tilgongdarstýrarar, sum fáa til vegar neyðugar greiningar og upplýsingar fyri kundar bankans. Á Corporate Finance deildini starvast trý fólk, íroknað leiðaran. Leiðarin fær tilvísing til stjórn bankans. Yrkisførleikar Talan er um starv á leiðslustigi, ið krevur hægri útbúgving í eitt nú virkis- og handilsleiðslu, roknskapi ella løgfrøði. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir frá líknandi starvi. Talan er um norðurlendskt virkisøki, og tú mást vænta ávísa nøgd av ferðing. Vit vænta, at tú kanst samskifta í skrift og talu á enskum og donskum, og at tú hevur góðan kunnleika til onnur norðurlendsk mál. Persónligir førleikar Sum persónur ert tú fyrikomandi, opin, kreativur, virkisfúsur og hevur hug at fremja gott samstarv. Vit vænta, at tú megnar at taka ímóti avbjóðingum í einum altjóða umhvørvi, at tú dugir at motivera, og at tú hevur evnini at samráðast tvørtur um landafrøðilig og mentanarlig mørk. Sum leiðari fyri corporate finance ert tú samstundis leiðandi corporate finance ráðgevi. Tú skalt hava hegni at seta teg inn í strategiska tørvin hjá kundunum, og tú mást hava dirvi og orku til at ganga á odda, tá ráðgevarauppgávur skulu loysast – ofta við stuttum skotbrái. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum altjóða umhvørvi, har ið virkismentanin er grundað á bankans kjarnuvirðir, sum eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Starvið gevur góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Løn og setanartreytir verða ásett eftir royndum og førleikum. Umsókn Send tína umsókn skjótast gjørligt saman við lívsrensli og viðkomandi skjølum til Føroya Banka Húsagøtu 3 Postrúm 3048 FO 110 Tórshavn ella starvsfolk@foroya.fo. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen, ssj@foroya.fo, John Rajani, jr@foroya.fo, ella við at ringja á telefon +298 330330. Umsóknin skal merkjast »Leiðari til Corporate Finance« og skal vera bankanum í hendi í seinasta lagi 24. juni 2010. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Leiðari til Corporate Finance deildina hjá Føroya Banka