Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin Áki Bertholdsen - Vit vilja sjálvandi hava somu lønarhækking sum arbeiðara feløgini fingu í síðsta mánað. Páll Poulsen, ný vald ur for maður í Lærara felag- num, staðfestir, at nú nýggj- ur sáttmáli skal gerast á almenna arbeiðs mark nað- inum, fara tey, sum eru í star vi hjá tí almenna, eisini at krevja lønarhækking. Sáttmálin gongur út 30 sep tem ber á midnátt, men sam ráð ingarnar um ein nýggj an sáttmála eru so smátt byrjaðar. Fyrsti fyrireikandi fund ur in hevur verið og í næstum verður so tann fyrs ti veruligi sam ráð ing ar- fundurin. Á tí fundinum fara fakfeløgini og fíggjar mála- ráðið at leggja fram tey krøv og ynski tey hava til tann nýggja sáttmálan. Hesuferð er tað nýggja hent, at fimm stór fakfeløg á almenna ar beiðs mark- naði num samráðast saman og tað er ongantíð roynt fyrr. Tað eru Starvs manna- felag ið, Pedagogfelagið, Lærara felagið, felag ið hjá sjúkra røktar frøð ing un um og Havnar Arbeiðs kvinnu- felag, sum eisini hevur fólk í almennum starvi. Hetta er ein stórur og sterk ur samráðingarbólkur tí tilsamans umboða tey eini 5000 alment lønt starvsfólk av ymsum slagi. Krevja lønarhækking Formaðurin í Lærara felag- num váttar, at eitt av hes- um krøvum er, at lønin skal hækka líka nógv, sum hon hækk ar í sáttmálanum, sum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafeløgini skriv- aðu undir fyrst í mai. Tað vil siga, at tey al- ment løntu fara at krevja eina lønarhækking, sum til samans er 3,8% tey bæði nætu árini. - Tað sigur seg sjálvt, at tá ið ein bólkur í samfelagnum hev ur fingið eina ávísa lønar hækking, vænta vit at fáa minst líka góðar sømdir, legg ur hann afturat. Serstøk krøv Tey fimm fakfeløgini, sum sam ráðast saman, eru ikki felags um øll krøvini, sum tey vilja hava við í tann nýgg ja sáttmálan. Hvørt av feløgunum hev- ur eisini síni serstøku krøv og tey verða so løgd fyri fíggjar málaráðið seinni. Fundur um tey serstøku krøv ini hjá hvørjum ein- støk um felag verður seinast í juni. Kortini væntar Páll Poul- sen, at rættiligt glið kemur ikki á samráðingarnar fyrr- enn summarferian er farin aft ur um bak, ella síðst í august og í september. aki@sosialurin.fo Eftir summarferiuna skal nýval verða um formanssessin í Føroya Lærarafelag. Tað er greitt, nú Lærarafelagaði noydd- ust at skifta formann mitt í valskeiðnum. Eftir at Magnus Tausen, sum var for- mað ur í Lærarafelagnum felagnum, bleiv leið ari í nýggja vitanarstovninum, tók næst formaðurin í Lærarafelagnum, Páll Poul sen, við sum formaður. Men beint eftir summarferiuna slep- pa limirnir í Lærarafelagnum at siga sína hugsan, tí tað er avgjørt, at tá skal eyka- aðal fundur verða, har eittans mál er á dags skrá og tað er formansval. Sostatt er tað greitt, at í fyrstu at løgu verður Páll Poulsen sitandi sum for- mað ur til formaðurin, ið verður valdur á eykaaðalfundinum, tekur við og tað verð- ur væntandi 1. oktober. Sjálvur verður Páll Poulsen ein av teim- um, ið fer at liggja á vágskálini hjá lærara- num, tá ið aðalfundurin verður Hann sigur nevniliga, at sjálvur fer hann at bjóða seg fram sum valevni til for mans valið, tí hann hevur onki ímóti at halda fram sum formaður. Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vil ikki gera al me- nnar viðmerkingar til samráðingar. - Vit føra ikki samráðingar í fjøl miðlu- num, sigur hann. Men hann vil ikki vera við, at lønar- hækk ingin, arbeiðarafeløgini fingu fyri ein um mánað síðani, skulu leggja støði fyri hesum samráðingunum. - Vit hava frælsar og óheftar sam ráð- ing ar og tað halda vit okkum til, sigur hann. Annars hava fleiri topp-politikarar ført fram, at hetta er ikki rætta stundin til lønar hækk ingar. Men heldur ikki tað vil leiðarin á lønar- deild ini gera viðmerkingar til. Í hesum sambandi kann upplýsast, at hvørt prosent, almennu lønirnar hækka, føra til eina eyka útreiðslu hjá lands kassa- num upp á einar 20 milliónir. Skulu almennu lønarsáttmálarnir fylgja teimum lønarhækkingunum, arbeið ar a- feløgini fingu, fer tað sostatt at føra til eina eyka útreiðslu hjá lands-kassa num upp á slakar 80 milliónir um árið. Støðið er ikki lagt LØNARKRAV Sáttmálasamráðingarnar ímillum tey størstu fakfeløgini hjá tí almenna og fíggjarmálaráðið eru byrjaðar og tað er longu nú greitt, at tey alment løntu krevja hægri løn Lærarar á nýval