Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin plássini, sum eru knýtt beinleiðis at eini slíkari salt­ goysmlu. ­ Eg havi ein goymslu­ mann, og síðan havi eg sjálv­ ur tað bókhaldsliga um hen­ di, sigur stjórin. Men tað eru ávísir ring­ virk n i ngar knýttir at eini goymslu, sum eitt miðal ár sel ir millum 14.000 og 16.000 tons av salti. Í fyrsta lagi merkir hetta, at goymslan, sum er 5.500 tons, skal tømast og fyllast upp aftur tríggjar ferðir, og síðan er tað koyringin út til við skiftafeløgini. ­ Vit hava avtalu við OCD um koyring út til tey fe løg, sum keypa tær stóru nøgd­ ir nar av salti. Síðan hava vit avtalu við posta um tær smær ru nøgdirnar, sum eitt nú fara í handlarnar. Magni Johannesen sigur, at talan er bert um tvær stødd ir av sekkjum; tað eru 1000 kg. sekkir, sum virkini keypa – og síðan teir smáu, 25 kg. sekkirnir, sum fara í handl ar nar. Sosialurin kann leggja aftr at, at Nes kommuna eisi­ ni fer at fáa havna­og vøru­ gjøld burtur úr at hava salt­ sølu na í kommununi. Sindur óheppið Á ídnaðarøkinum Inni á Rætt, har M.J. Saltsøla nú fer at byggja, er eingin bryggju kantur. Tað merkir, at neyðugt verður at skipa saltið, sum kemur til goymsluna, upp longur úti á havnalagnum hjá Nes kommunu. Í samrøðu við Sosialin hev ur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Jo hanne­ sen, áður sagt, at kommunan í løtuni ikki hevur ráð at gera bryggjukantin, sum ætlandi kem ur Inni á Rætt. Magni Johannesen sigur, at teir eru vitandi um hesa støðu, sum hann heldur vera eitt sindur keðiliga. ­ Tá vit skipa salt upp á Vestaru Bryggju í Havn, fáa vit saltið beinleiðis inn á goymslu na, meðan neyðugt verð ur at koyra saltið av skipi num og inn á nýggju goymslu na á Toftum. Hann heldur tó ikki, at hetta verður nakar stór veg­ is trupulleiki, og hann held­ ur heldur ikki, at hetta fer at gerast serliga kostn að ar­ mikið. ­ Sjálvandi hevði tað verið lættari, um skip, sum koma við salti, kundu lagt at, har goymsl an er, men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð – í hvussu er ta fyrstu tíðina, sigur hann. Gott samstarv Stjórin í M.J. Saltsøluni let ur annars væl at sam starvi num, sum hevur verið mill um fyritøkuna og Nes kommu­ nu. ­ Jú, vit eru sera væl nøgd ir við vælvildina hjá kommununi, nú vit hava a r­ beitt við hesi verkætlan, sig­ ur hann. Nes kommuna kemur fram vegis at eiga og leiga út lendið undir nýggju salt­ sølu ni, men tað verður M.J. Salt søla sjálv, sum kemur at eiga og reka bygningin og virk semið. Tað er Tórshavnar havn, sum eigur goymsluna á Vestaru Bryggju í Havn, har saltsølan leigar. Sjálv goymsl­ an er ein stór silo, er bygd í 1998. Stór viðskiftafeløg Millum stóru við skifta­ feløg ini hjá M.J. Saltsøluni í Eysturoy eru eitt nú salt­ fiska virkini Faroe Seafood á Toftum, Vaðhorn á Strond­ um og Fiskavirkið í Gøtu. Í Suður oy er Delta Seafood eitt av teimum frægu við­ skifta feløgunum. Men tað eru eisini onnur feløg enn tey her nevndu, sum keypa salt frá P/F M.J. Saltsøluni, sum um ikki so dúgva tíð fer at flyta úr Havn og heim á Toft ir. Saltið, sum M.J. Salt­ søla selir í Føroyum, kem ur eins og áður av Mið jarðar­ havs oynni, Ibiza, og hetta er umtókn salt millum við­ skifta feløg. M.J. Saltsøla er størsti veitari av salti á føroyska mark naði num. vilmund@sosialurin.fo Hósdagin 10. juni Karrygrýta / Nakkafillét Fríggjadagin 11. juni Chilli con Carne / Stoktur medistari / Rullusteik Leygardagin 12. juni Entrecôte Mánadagin 14. juni Fiskafrikadellur / Bollar í Karry Týsdagin 15. juni Rivjasteik / Kálvafrikassé Mikudagin 16. juni Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur Tað er her – beint vestanfyri bygningin, sum Sea Star hevur bygt á ídnaðarøkinum Inni á Rætt – at M.J. Saltsøla fær sína goymslu, sum soleiðis flytir úr Havn og heim á Toftir um stívliga eitt ár Mynd: Vilmund Jacobsen saltsøla mark Nýggja saltsølan, sum J & K Petersen nú fara í holt við at byggja á Toftum, verður 70 metrar lang og 20 metrar breið. Goymslan fer at rúma umleið 5.500 tonsum av salti Mynd: Vilmund Jacobsen vit eru sera væl nøgdir við vælvildina hjá kommununi, nú vit hava arbeitt við hesi verkætlan MAGNI JOHANNESEN