Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 12 Sosialurin Leo Poulsen Føroya Rættur dømdi í dag ein 19 ára gamlar drong 90 daga fongsul fyri í tveimum førum at hava sligið og skall­ að persónar. Fyrra førið fór fram 8. november 2009 í Fuglafirði. Eitthvørt tiltak var í Ment an­ arhúsinum, og út við miðnátt kemur ein ungur drongur á staðið. Sambært honum sjálvum hugdi hann einaferð inn um í húsinum fyri at vita, um nakar var inni har, sum hann kendi. Hurðavørðurin vildi tó hava mannin út aftur, tí hann hevði ikki atgongumerki, og hesin og órættaði eru samdir so langt, at teir báðir endaðu uttan fyri aftur. Komnir útum, vildi ákærdi blanda seg upp í, men í fyrsta umfari fekk hurðarvørðurin hildið honum burtur. Men ákærdi fór aftur yvir til órætt aða, og sambært ákærda hevði órættaði sligið eftir hurðar vørðinum, tó at tað var nakað, sum órættaði avgjørdur noktaði fyri. Ákærdi hevði so sligið viðkomandi og at enda skalla hann á kjálkan, so eygað dagin eftir var svollið illa. Frágreiðingarnar hjá ákærda og órættaða sam svar­ aðu illa, og hurðarvørðurin fekk lítið greinað út heldur, tí alt gekk so skjótt fyri seg. Hann helt tó, at báðir slóu eftir hvørjum øðrum, og hann kundi í hvussu er staðfesta, at bardagin endaði við, at ákærdi skallaði órættaða í andlitið. Mannin heldur enn bóltin Í hesum førinum segði ákærdi seg vera vorðnan pro vokeraðan av órættaða, og at hesin hevði roynt at sligið seg. Og eisini í seinnu ákæruni kendi ákærdi seg provokeraðan. Hendan hendingin fór fram á fótbóltsvøllinum í Runavík – av øllum støðum. Undir venjing vóru liðini skipað í ein eldri og ein yngri bólk. Sambært ákærda hevði beinleiðis mótleikari hansara í trimum ella fýra førum stemplað hann, og í hevnisøku hevði hann so gjørt eina harðliga glíðandi takkling móti órættaða. Hesin hevði síðani tikið í bringuna á ákærda, sum eftir ávaring slerdi órættaða tríggjar ella fýra ferðir – sambært ákærda. Hann segði eisini, at órættaði hevði sligið seg tríggjar ferðir. Ákærdi segði seg síðani gera av at fara heim, men tað kom til enn ein brest teirra millum, sum tó endaði brádliga við at ákærdi skalaði órættaða í nøsina. Heilt soleiðis var frá grei­ ð ingin hjá órættaða. Sam­ bært honum dugdi hann einki at minnast til nakrar stemplingar. Hann skuldi tó ikki svørja upp á, at hann ikki kann hava rópt okkurt eftir ákærda, sum fótbóltsleikarar nú einferð gera. Hansara »versjón« var, at eftir takklingina hevði hann skumpað ákærda, sum síðani gav honum nevan framman á. Síðani tók hann í bringuna á ákærda, og fekk enn tvey nevasløg í andlitið. Báðir eru samdir um, at eftir hetta vóru hinir leik­ ararnir komnir til og skiltu teir sundur. Sambært órættaða og einum øðrum vitni var hildið fram at leika eina løtu aftrat, men tá teir báðir aftur vórðu handfastir, fingu teuir boð um at fara av vøllinum. Sum sagt so gjørt, men á veg út brustu teir aftur saman, og hesaferð skallaði ákærdi órætt aða uttan ávaring beint á nøsina. 30 dagar í fongsul Nú var venjingarkvøldið, sum fór fram uttan venjaran, vorðið so ódámligt, at allir gjørdu av at gevast. Ein av leikarunum koyrdi órættaða á skaðastovuna, og áðrenn ella aftan á – tað var ikki heilt greitt – var hend­ ingin meldað til løgregl una. Í báðum ákærunum vóru myndir viðlagdar, sum sýndu órættaðu eftir hend­ ing arnar. Ákærdi játtaði seg eisini sekan í at hava framt gerðirnar, men hansara frá­ greiðingar víktu sum nevnt nógv frá teimum, sum órætt­ aðu góvu. Ákærin setti í proceduruni fram pástand um, at dømt varð eftir ákæruritinum, tí sjálvt um ákærdi hevði kent seg provokeraðan, var hann farin langt út um mark. Ákær in kravdi tí ein treyta­ leysan dóm upp á tríggjar mánaðir. Verjin helt hinvegin upp á, at hóast ákærdi kanska var farin eitt sindur út um mark, mátti leggjast til grund, at hann var provokeraður. Hann mælti tí til eina styttri revs ing, sum lutvíst átti at verða treytað. Dómarin valdi eitt slag av millumvegi, og dømdi ákærda tríggjar mánaðar revs ing, harav teir tveir vórðu treytaðir. Tað merkir so, at ákærdi skal inn at sita í 30 dagar, og ger hann einki revsivert í tvey tey komandi árini, falla hinir 60 dagarnir burtur. Er nøkur morala í hesum má hon vera, at fara eftir bólt inum heldur enn mann­ in um. leo@sosialurin.fo Skallaði seg til 30 daga fongsul HARÐSKAPUR At skalla hoyrir til á fótbóltsvøllinum, men tá ein ungur drongur valdi at skalla mótstøðuleikaran heldur enn bóltin, kostaði tað honum tríggjar mánaðar fongsul Tað kemur meiri enn so fyri, at fótbóltsleikarar skalla hvønn annan í høvdið. Tað kemur eisini fyri, at teir gera tað við vilja. Men tað er helst sjáldan, at teir gera tað fyri beinleiðis at skaða mótleikaran. AV FOR DENN...