Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ein legenda innan barnatannrøktina í Føroyum hevur lagt árarnar inn. Mangt rennur fram í huganum tá slík boð frættast. Ikki kann sigast, at Erling kom til skorin klæði, tá hann í 1959 saman við Marnu, fyrsta klinikkassistentinum á skúlatannlæknastovuni, flutti inn í spildurnýggju klinikkina í Komm­ unuskúlagarðinum. Eingi tannrøktartilboð høvdu verið til havnarbørn síðani 1957 og tannstandurin var út av lagi vánaligur. Erling og Marna brettu uppum armar og løgdu til brots at stríðast móti Karius og Baktus, ið áður høvdu havt jóladagar. Ikki bara á klinikkini varð strevað, eisini undirvísing og umseting av »Karius og Baktus« hjá Thorbjørn Egner, vórðu stundir at fáast við. Enn tann dag í dag hongur búmerkið: »Tann besta bustin er tannbustin« uppi í Tórsgøtu. Orðasnillingur sum fáur, var Erling. Eitt varandi eftirmæli er sangurin: »Busta tenn, busta tenn, tað sigur Erling Simonsen«. Í samkenslu við Jórun, Erlendi og Rannvu við familjum, vilja vit í barna­ tannrøktini lýsa frið yvir minnið um Erling Simonsen. Starvsfólkini í barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu So stinnur tú stendur mót norði tær vendir, hyggur inn um vágna og breiðánna og sær Fuglfjarðarskarð. Gamal, men ikki boygdur av elli skoðar borgina og húsafellið, brekkurnar brattar heilt uppá slættar, Gjógvaráfjall við tína lið, Blábjørg í vestri við, Tyrlar og Lorvíksfjall, millum hesi at standa varð títt kall. Við fót tín ferðaðust forfedrar okkara, tá ið teir komu til býggja, nútíðarfólk kanst tú ikki síggja, sum tey fúka framvið eitt sindur niðari. Uttanfyri liggur dalurin fríður hin nýggi Fuglfjarðarbýur, gøturnar slættar og breiðar, gamlir torvheiðar. Dánial Richardsson Kambur Fríggjadagin 4. juni andaðist Erling Simon­ sen á Tjarnargarði, 78 ára gamal. Erling var havnarmaður, sonur Lenu og Erik Simonsen, vanliga nevndur Erik hjá Magnus Sivardi. Teir vóru fýra beiggjar: Marner (1921­ 2001), Óli (1923­1957), Oluf (1924­1993) og Erling (1932­2010). Erling var best kendur sum tann fyrsti skúlatannlæknin í Føroyum. Eftir lokna útbúgving sum tannlækni byrjaði hann í Tórshavnar Kommunuskúla 1. august 1959. Umframt bókina Karius og Baktus umsetti Erling eisini barnabókina Loyndarmálið. Erling hevði stóran áhuga fyri um­ hvørvisvernd og var eitt tíðarskeið for­ maður í FNU (Føroya Náttúru­ og Um­ hvørvisverndarfelag). Tað var ein sensatión bæði í Danmark og í Føroyum, tá hann í 2003 læt bilin hjá sær umbyggja, soleiðis at hann kundi koyra við rapsolju sum brennievni. Erling var góður fimleikari og gjørdi t.d. fimleik á liðnum hjá Dánjali í Hoyvík, til hann mátti gevast vegna sjúku. Hann var eisini sjónleikari og spældi við í fleiri sjónleikum hjá Havnar Sjónleikarfelag sum t.d. Havnarmyndum, sum mong minnast. Hann rak í fleiri ár Bládýpi í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, sum vallaraheim og hotel við íbúðum. Hóast Erling seinnu árini var merktur av Parkinsonsjúku, vísti hann ein stríðsvilja sum fáur. Erling giftist við Jórun, sum er ættað av oynni Øksenøja, sunnan fyri Moss í Norra. Tey møttust í Keypmannahavn í 1958. Í 1959 giftust tey í Norra og fluttu síðan til Føroyar. Jórun og Erling fingu tvey børn: Erlendur, sum býr á Hvítanesi, og Rannvá, sum býr í Kanada. Barnabørnini eru 6 í tali. -red Erling Simonsen deyður Erling Simonsen farin 90 ára føðingardagur Mikudagin 9. juni verður Solveig Olafsson Joensen, Dalagøta 9 í Havn 90 ár. Tey, ið vilja gleða hana henda dagin, eru vælkomin í heimið frá kl. 14. Prógv Sissal Kampmann hevur lokið kandidatprógv í donskum á Universitetinum í Keypmannahavn. Tøkk Hjartans takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpti til, tá kæra móðir, vermóðir og omma okkara Tóra Sapangenfeldt andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri kransar og blómur og tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Finn og Jógvan við familju