mikudagur 9. juni 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
Sosialurin
Í
fjølmiðlunum
seinasta
fríggja dag vóru tvey lesara
brøv um broytingarnar í
post út beringini. Sum stjóri á
Posta vil eg fegin takka Binu
Mørk og Jákupi Danielsen
fyri lesarabrøvini. Á Posta
eru vit í støðugari tilgongd
at menna okkum og betra
okkara tænastustøði. Í hes
um sambandi eru aftur
meld ingar frá viðskiftafólki
alneyðugar.
Eg vil niðanfyri royna at
lýsa nøkur av teimum evnum,
ið Bina og Jákup nema við í
sínum lesarabrøvum.
Svøríki er fyrimyndin
hjá Posta
Í tilgongdini at marknaðar
tillaga postvirksemið í Før
oyum hava vit vitjað allar
grannar okkara innan pos
tala økið og hugt eftir teirra
tænastuútboði og støði um
framt teirra framtíðar ætl an
um.
Felags fyri allar post fyri
tøkur er, at brævanøgdin
mink ar,
samstundis
sum
pakka flutningurin
økist.
Flutningsmynstrið og harvið
kundatørvurin sum heild er
broyttur nógv innan postala
økið seinastu 2 til 3 árini. Í
dag vil kundin hava liðugt
av greidda hurð til hurð
flutn ingstænastu
heldur
enn postpakkar, ið skulu
heint ast og tollavgreiðast á
posthúsi. Postfyritøkurnar
eru tí noyddar at tillaga sítt
kervi til broytta kundatørvin,
og er tillagingin í gongd, ikki
bara í Føroyum, men eisini í
grannalondum okkara.
Ymiskt er, hvussu post
fyritøkurnar hava valt at laga
seg til broyttu umstøðurnar.
Í marknaðartillagingini av
føroyska postvirkseminum
hava vit á Posta hugt mest
eftir Svøríki, ið er ta granna
landið, ið er komið longst í
hesi tilgongd.
Grundað á tær royndir
onn ur hava gjørt, grundað
á okkara egnu royndir og
grundað á framtíðar flutn
ings tørvin, so sum vit á Posta
síggja hann fyri okkum, fóru
vit við ársbyrjan 2008 undir
at menna tænastuútboð og
flutningskerv okkara, so tað
í størri mun kann nýtast til
at svara tørv kundans.
Nýggj tænastuskrá
og lættari atgongd
til tænasturnar
Tænastuútboðið hjá Posta
var ov torskilt, og tí hava vit
arbeitt við at gera okkara
tænastuskrá einfaldari og
meira sjónliga fyri kundan,
so kundin hevur lættari við
at skilja hvørjar tænastur,
Posta
veitir.
Atgongdin
til tænasturnar var eisini
ov trupul, og tí settu vit
okkum fyri at menna eina
skipan, ið er tøk tað mesta av
samdøgrinum,
samstundis
sum skipanin skal kennast
ómakaleys fyri kundan at
nýta.
Mobila posthústænastan
er liður í at gera okkara
tænastur ómakaleysar at
nýta, í og við at bæði vinnu
kund in
og
privat kundin
kunnu fáa liðugt av greiddar
flutn ings tæn ast ur heim til
dyrn ar.
Í tilgongdini at markn
að ar tillaga samlaða flutn
ings kervið hjá Posta hava
vit sett okkum fyri at menna
eina skipan, sum røkk ur
vinnu kundan í arbeiðs tíð
og privatkundan uttan fyri
arbeiðstíð, tá flestu privat
kundar eru við hús. Harvið er
ikki sagt, at privatkundin ikki
kann avgreiðast í arbeiðstíð,
og
at
vinnukundin
ikki
kann avgreiðast uttan fyri
ar beiðstíð. Vit eru virkin
hvønn yrkadag frá kl. 8:00
til kl. 21:00 fyri allar kundar
okkara.
Við teimum tillagingum,
vit higartil hava sett í verk,
eru vit í dag før fyri at
veita munandi fleiri flutn
ingstænastur enn fyrr, og vit
hoyra regluliga frá vinnu
kundum, at nýggja skipanin
kennist meira nýtilig og
ómakaleys enn gamla skip
anin. Innan postvirksemi
standa
vinnukundar
fyri
um leið 85% av samlaða inn
tøku grundarlagnum.
Vinnukundar,
sum
vit
áður ikki høvdu samskifti
við, venda sær í dag til okkara
við flutningstørvi, sum vit
áður ikki megnaðu at nøkta,
men sum vit í dag við nýggju
flutningsskipanini eru før
fyri at nøkta.
Posta hevur valt aðra
leið enn Post Danmark
Innan brævasamskifti hava
vit á Posta valt eina aðra leið
enn Post Danmark, ið júst
hevur hækkað portoprísin
til 8 kr. Í staðin fyri at bera
brøv út til postkassar 5 ferðir
um vikuna, ið brúkarin tømir
til dømis 2 ferðir um vikuna,
hava vit á Posta hildið fast í
verandi prísum frá 2008 og
heldur minkað um títtleikan
fyri brævaútbering til post
kassar. Samstundis hava við
víðkað møguleikarnar hjá
teimum kundum, ið hava
tørv á at fáa postin skjótt.
Næstan allir vinnukundar
nýta postsmogu, og talið av
privatum postsmogukundum
økist eisini. Í nýggju skip
an ini er innbygt, at allir
post smogukundar fáa post
innan kl. 10 hvønn yrkadag
– tvs. 5 dagar um vikuna.
Postur til postsmogukundar
liggur í postsmoguni minni
enn eitt samdøgur eftir, at
Posta hevur móttikið postin.
Afturat
postsmoguhaldi
bjóða vit vinnuni at levera
og heinta brøv, pakkar og
aðrar sendingar á bústaði
teirra bæði hvønn fyrrapart
og hvønn seinnapart, um tað
er tørvurin.
Harafturat hava vit hildið
fast í verandi prísum fyri
aðrar flutningstænastur, og í
nøkrum førum sett prísirnar
niður, fyri á tann hátt at
gera tænasturnar enn meira
áhugaverdar fyri kundan. Til
dømis hava vit lækkað prís
irnar fyri ávíkavist farma
flutning,
vanligar
vinnu
pakkar
og
prioriteraðar
vinnu pakkar til Føroya. Tað
hava vit gjørt, tí vit meta, at
prís legan innan serliga vinnu
pakka økið er ov høg í Før
oy um. Og sum tað seinasta
bjóða vit vinnukundum okk
ara ókeypis franker ings tæn
astu.
Vit
viðurkenna
sam
stundis, at tað tekur tíð,
til kundin hevur vant seg
við nýggjar tænastuhættir
frá Posta, og enn eru vit
ikki komin heilt á mál við
teimum
tillagingum,
vit
hava sett okkum fyri at seta
í verk. Hetta eru neyðugar
broytingar fyri at tryggja, at
Posta fær burðardyggan og
viðkomandi rakstur.
Eftir er at gera
tollviðgerðina
kundavinarliga
Ein avbjóðing, sum stendur
fyri framman, er nútíðargerð
av tollviðgerðini. Avbjóðingin
hjá Posta í sambandi við toll
viðgerð er, at tað er TAKS,
ið tilskilar, hvussu manna
gongdirnar skulu vera, og
at Posta tí bert kann laga
seg til hesar umstøður.
Ver andi
mannagongdir
inn an tollviðgerð eru sera
tung ar hjá Posta at umsita,
og skundgjaldið á tær 150
kr., sum Bina vísir til, er
ein beinleiðis avleiðing
av
um sitingartungum
manna gongdum.
Síðan 2007 havi eg
fleiri ferðir vent mær til
TAKS,
fíggjarmálaráðið
og
vinnumálaráðið
og
gjørt vart við, hvussu
stórur
ampin
er
av
verandi
tollviðgerð
fyri
brúkaran, flutningsveitaran
og landskassan.
Í sama høpi hevur Posta
bjóðað seg fram til at gjalda
tær íløgur og fremja ta
arbeiðið, ið skal til at gera
tollviðgerðina tíðarhóskandi.
Loksins sær út til at gongd
er komin á. Soleiðis lat TAKS
tann 1. juni í ár aftur sína
tollavgreiðslu á Posta, og
hevur Posta nú tikið yvir
kundasamskiftið í sambandi
við postinnflutning. Við hes
um er ein tilgongd at gera
tollviðgerðina tíðarhóskandi
byrjað. Eitt aðalmál hjá Posta
í hesum sambandi er at gera
tollviðgerðina einfaldari, so
tað ber til at beina burt ur
flestu av teimum avgreiðslu
gjøldum, ið eru tengd at ver
andi tollviðgerð.
Tann framtíðin, eg síggi
fyri mær, er at brúkarin –
t.e. vinnukundin og privat
kundin – fær lætta atgongd
til at fáa sendingar heintaðar
og leveraðar við dyrnar, og at
tollviðgerð ikki verður eitt
mál, brúkarin skal nýta sína
tíð uppá.
Brúkarin
hevur
krav
upp á ómakaleysa og bíliga
tollviðgerð, og tað vil eg
virka fyri gerst veruleiki í
nærmastu framtíð.
Sofus Clementsen, stjóri
Vegna Posta
Brúkarin hevur krav uppá
ómakaleysa og bíliga tollviðgerð
Levi Mørk
leiðari fyri Ungdóms
húsið í Hoyvík
Stórt
fram stig
fyri ung
dómin í
Hoyvík
Eg fegnist um, at menta
mála nevndin hjá Tórs
havn ar býráð hevur sam
tykt, at ungdómsvirksemið
í Hoyvík heldur fram og
kemur á fíggjarlógina frá
1. januar 2011. Nú kann
ungdómurin
í
Hoyvík
kenna seg tryggan og
hava sítt egna stað og ikki
stúra fyri, hvat víðari skal
henda.
Hesar tríggjar mánað
irnar, sum royndartíðin
hevur verið, hevur tað
gingið sera væl, og um 100
ung hava vitjað í meðal,
hvørja ferð opið hevur
verið. Bæði ung ung og
foreldur í Hoyvík eru sera
fegin um hetta tiltakið og
hava vónað, at tað fór at
halda fram.
Vit fara sum eitt tað
fyrsta at avdúka eitt
navn til ungdómshúsið
í Hoyvík. Vit hava longu
havt navnakapping mill
um tey ungu, og fleiri góð
nøvn eru at velja ímillum.
Ætlanin er eisini at hava
diskotek fast eina ferð
um mánaðin, tá ið vit
byrja aftur 1. september
2010. Vit hava longu egna
heimasíðu og eru á Face
book, har vit higartil hava
fingið 421 limir.
Sí Facebook: Ungdóms
virksemi í Hoyvík
Heimasíða: http://www.
unghoy.blogspot.com/
Tann framtíðin, eg síggi
fyri mær, er at brúkarin
– t.e. vinnukundin og
privat kundin – fær lætta
atgongd til at fáa sendingar
heintaðar og leveraðar við
dyrnar, og at tollviðgerð ikki
verður eitt mál, brúkarin
skal nýta sína tíð uppá.