mikudagur 9. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
16
Miðvikan
2. partur
Langabbi giftist við
henni, sum fyrst ikki
skoytti um hann
Hesin Óla Jákup Johannesen bleiv
langabbi mín. Langabbin, sum
var úr Dali, fríggjaði til ta eldru
dóttrina hjá oldurabba Sunnevu
Elisabeth f. 1831, men hon vildi
ikki giftast við honum. Hon bað ta
yngru systrina, Onnu Margrethu f.
1837, gifta seg langabba. Samstundis
segði Sunneva festið frá sær, so tað
kundi falla til langabba.
Tey bæði fingu tveir dreingir. Tað
var abbi mín Janus Ola Jacobsen f.
1862 og Johannes Ola Jacobsen f.
1864, abbi til Jóannes á Toft úr Dali.
Tann eldra systirin bleiv ver
andi í Dímun eftir, at tey bæði gift
ust. Men so hendir tað, at Anna
Margretha doyr 8. februar 1865 átta
vikur eftir, at Johannes var føddur.
Hon gjørdist bert 27 ára gomul.
Áðrenn Anna Margretha slókn
aði, bað hon systir sína um at
taka sær av børnunum. Tað lovaði
hon og helt tað til lítar. Stutt eftir
giftist hon við Óla Jákupi, sum hon
upprunaliga ikki vildi hava.
Tey fingu ein son, kallaður Óla
Jákup Ole Jacobsen f. 1867. Sunneva
bleiv heldur ikki serliga gomul.
Men Gudrun, mamma tær báðar,
livdi eftir og tók um endan. Hon
hevur tað eftirmæli, at hon var eitt
sjáldsama gott fólk.
Janus abbi fekk eina
harða lagnu
Abbi, Janus, varð føddur í 1862. Hann
tekur so við seinast í 1880unum, tá
ið pápin leggur tað frá sær.
Janus abbi giftist við Onnu
Margreth Johannesen f. 1859 úr
Gerðabrekku í Skálavík. Hon var
fastur til millum onnur Viderø
prestin. Pápi og Kristian Osvald
Viderø vóru tískil systkinabørn.
Tey áttu sjey børn, men tað var bara
pápi, sum livdi pápa sín av. Trý tey
fyrstu doyðu sum heilt smá.
Tann fyrsti sonurin tey áttu han
æt Óla Jákup føddur 1889. Hann
druknaði trý ára gamal í einum
dammi, sum var beint vestanfyri
húsini. Hetta var ein dammur, sum
neytini plagdu at drekka úr, tá ið
tey vóru úti.
Tað, sum hendi, var, at í gomlu
roykstovuni í Dímun vóru tvær
útgongdir, ein á hvørji síðu.
Abbi skuldi ansa eftir soninum.
Hann hevði fingið ein lítlan bát í
hondina, og uttan at abbi visti av
tí, var hann farin út gjøgnum hina
hurðina, har tað ikki var vanligt at
ganga.
Tá ið nakað er umliðið, saknar
abbi drongin og finnur hann deyð
an í hylinum, sum er beint norðan
fyri endan á húsinum. Tætt við
flýtur tann lítli báturin. Ivaleyst er
drongurin farin eftir høvdinum útí.
Hylurin var nærum upptornaður.
Drongurin var dottin fram eftir
rommum í rununa og hevur ikki
klárað at reisa seg upp aftur.
Tá áttu tey Johannes f. 1891. Men
í 1893 fingu tey aftur ein son Óla
Jákup, pápi mín, uppkallaður eftir
tí deyða beiggjanum.
Anna Margretha doyði sjálv á
barsilssong við tí sjeynda barninum.
Janus giftist upp aftur við Onnu
Sofíu, f. 21. august 1861 úr Húsavík,
sum hevði verið á bóndagarði niðri
og nomið sær kunnleika innan
bóndaskap. Hon útvegaði nútímans
tól, eitt nú sentrifugu. Anna Sofía
og Janus fingu tvey børn, sum bæði
doyðu. Anna Sofía doyði sjálv á
barsilssong við tí seinna.
Janus giftist upp aftur á triðja
sinni við Guðrun Anthoniussen
úr Húsavík, f. 1880. Tey fingu seks
døtur.
Janus var dugnaligur bóndi.
Hann kom víst til búgvið borð,
har alt var í góðum standi. Men
hann helt tað viðlíka og lata gera
nógv nýtt. Hann lat gera grótgarð
at verja fyri stormi. Tað var hann
sjálvur og synir hansara Jóhannes
og Óla Jákup, sum gjørdu tað mesta
av arbeiðinum. Hann lat eisni vatn
leggja til húsini, sum var eitt stórt
framstig.
Hann gjørdi meira við mjólkineyt
enn gjørt var frammanundan. Tí
stóðu neytini meira inni um veturin.
Talið av ungneytum og geldneytum
var so tilpassa til tað.
Janus lat byggja neyst í Barmi
num, men tað var so óhøgligt, at
tað bert varð nýtt at hava bát í um
veturin. Men takkað veri neystinum
misti hann ikki so nógvar bátar
sum annars var vanligt.
Janus hevði gingið í skúla hjá Óla
Nikláa Skaalum í Hvalba. Hann las
nógv og átti eisini nógvar bøkur.
Janus hevði ónáttúrliga nógvan
mótgang. Tilsamans átti hann 15
børn. Sjey av teimum misti hann, tá
tey vóru smá. Tvær ferðir gjørdist
hann einkjumaður.
Sjónina misti hann 40 ára gamal.
Hann fór til Danmarkar at royna at
bjarga sjónini men til fánýtis.
Tá ið hvalbingar settu
upp í Stóru Dímun
Í 1895 hendi nakað púra óvæntað
í Stóru Dímun. Hetta var, tá ið
hvalbingar settu upp í oynni undir
umstøðum, sum skuldu gjørt hetta
ómøguligt.
Men søgan var tann, at sand
oyarprestur Jørgen Falk Rønne var
staddur í Suðuroy og skuldu hava
skjúts úr Hvalba til Sandoyar. Veðrið
var gott, tá ið farið verður. Men táið
teir koma millum Stóru Dímun og
Dalsfles brestur á við stormi og
kavaroki av landnyrðingi.
Teir royndu at venda aftur, men
hetta gekk illa. Teir fingu eitt brot,
sum fylti bátin. Men tá teir koma inn
í Dreingjannastøð undir Kleivini á
Stóru Dímun, gjørdist so mikið kyrt,
at teir kundu fáa bátin uppá turt.
Men hetta hjálpti ikki nógv, tí
Kleivin sjálv var fullkomiliga avísað,
so har var ikki hugsingur um at fara
upp á oynna. Men tað var skjótt, at
teir komu til, at gjørdu teir einki, so
var deyðin undir øllum umstøðum
vísur. So Niels Petur í Króki setti
sær fyri at royna at koma upp á
oynna, og at hjálpa sær fekk hann
Palla í Røvaragili.
Niels Petur fór undan, høgdi sær
spor í ísinum, hjálptur av Palla. Tað
ótrúliga hendi, at tað eydnaðist
teimum at koma uppá slætt. Hetta
var eitt satt bragd.
So at fara til bóndahúsið, har teir
bankaðu uppá hurðina. Inni blivu
tey illa við, tí í slíkum útideyðaveðri
skuldi einki ókunnugfólk kunnað
komið hagar. Men upp varð latið,
og tað var skjótt, at hendur fekst á
bjargalínuni at fáa hinar upp eisini.
Tað gekk væl. Ein húskallur ella
bóndin, frásagnirnar eru ymiskar,
Janus í Dímun:
Abbi misti tvær konur,
sjey børn, sjónina og lívið
Fyrsti partur av søguni hjá Janusi endaði við, at oldurabbi hansara datt oman í
stóru Dímun, og hann varð tikin upp av húskallinum Óla Jákup Johannesen
Lendingin í Dímun
Niels Petur Thomsen í
Króki gekk á odda upp
gjøgnum frystu Kleivina
Undir góðum umstøðum ber væl til at koma upp gjøgnum
Kleivina. Men sum umstøðurnar vóru umrødda dag í 1918
var tað nærum ómøguligt. Men tað eydnaðist kortini
Mikudagur 9. juni 2010