Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 20 Sosialurin Oyggjablaðið Forering á hurðini Ein og hvør vil sjálvandi halda, at hansara heimbygd er tann besta í heimi. Og tað heldur Annika eisini, hóast Langasandur hvørki hevur arbeiðspláss, handil, skúla ella aðrir fasilitetir, sum fólk krevja í dag. Hóast hesi viðurskifti, er hon ikki í iva um, at Langasandur er besta stað á jørð: – Her er hugnaligt og sera gott at búgva, tí øll kenna hvønn annan og vina lagið er gott. – Ja, tú kanst koma til hús, og so hevur grannakonan bara hongt ein posa við nýbakaðum bollum á hurðalásið. Og so geri eg tað sama við hana eina aðru ferð. HEIMBYGDIN – Eg havi altíð búð her, og tað ynski eg eisini at gera, sigur Annika Hansen á Langasandi Mynd: Jens Kristian Vang