mikudagur 9. juni 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Tað kann tykjast sum ein fullkomin
mótsøgn, at fólk yvirhøvur vilja
búseta seg á Langasandi.
Tann sum koyrir gjøgnum lítlu
bygdina Langasand kann siga sum
so, at hiðani kann einki gott koma:
Her eru jú bara nøkur hálvgomul
hús sum ein nærum ikki sær litin á,
tá ein fer súsandi framvið.
Tann, sum hinvegin hyggur væl
eftir, hann fær eyga á heilt onnur
ting. Hann sær, at her eru fleiri
sethús bygd tey seinastu árini. Og
hann sær eisini, at í løtuni standa
enn eini sethús í gerð.
Í flestu førum er talan um fólk,
sum hava eitthvørt tilknýti til
bygdina, fáar kilometrar norðanfyri
brúnna um Streymin. Og einaferð í
framtíðini verða tað helst Annika
og familja hennara sum fara at
byggja sær síni egnu hús á hesum
staði.
– Eg kann so bara siga, at Langa
sandur er eitt sera gott stað at
vaksa upp í og at búgva í, sigur
Ann ika, sum dagliga arbeiðir í dag
stovninum í Hósvík.
Paradís
Langasandur er niðursetubygd,
eftir at Joen Joensen, bóndi á Bø í
Haldórsvík, búsetti seg her so langt
afturi sum í 1839.
Hóast Langasandur ikki telist
millum tær stóru bygdirnar í land
inum, so er tað kortini ein veruleiki,
at bygdin er nógv vaksin í fólkatali
seinastu 25 árini.
Ein partur av hesum økta fólka
talinum er Annika. Og spyrt tú
hana, hvar hon ynskir at búgva í
framtíðini, er svarið sera einfalt:
Onga aðrastaðni enn her á Langa
sandi. Bygdin var paradís hennara
sum barn, og er tað framvegis, nú
hon sjálv er vorðin mamma.
Bygdin hevur fingið navn sítt
av langa sandinum, og sandurin
og fjøran vóru eitt ótrúligt, ger
andisligt og spennandi spælipláss
hjá bygdarbørnunum. Hon kann
minnast aftur á mangar ógloymandi
løtur, tá tey spældu bæði á landi og
á sjógvi.
– Jú, vit høvdu tað øgiliga gott og
stuttligt saman, sigur hon.
Við báti
Tað kann ljóða løgið, men satt er tað,
at fyri 22 árum síðani vóru rættiliga
nógv børn á Langasandi.
Annika var tí heppin í so máta.
Hon kom at vaksa upp saman við
tveimum dreingjum sum vóru
javngamlir við seg. Við tveimum
gentum sum vóru eitt ár eldri enn
hon; og við einari gentu sum var
eitt ár yngri enn hon.
Og jú, tey vit dugdu at finna
uppá mangt og hvat barnaspælið
her á Langasandi. Slík spøl sum
ein kennir aðrastaðni frá – t.d.
hoppa band og krógva&blunda – og
onnur, sum als ikki eru eins vanlig
aðrastaðni.
– Vit dámdu sera væl at fara
út við bátinum, sigur Annika við
einum brosi.
Líkt var til, at foreldrini einki
høvdu ímóti hesum, hóast tað altíð
er ein ávísur vandi, tá ein bátur við
børnum leggur frá landi.
– Jú, tey lovaðu okkum hetta.
Men eg má heilt erliga siga, at eg
hevði so aldrin lovað mínari dóttur
tað sama, slær Annika rimmarfast.
Fløga
Á Langasandi er ein gamal bygdar
skúli, sum varð niðurlagdur langt
áðrenn Annika nakrantíð fór í
skúla.
Fyrstu skúlaárini gekk hon tí,
saman við bygdabørnum sínum
í skúlanum í grannabygdini fyri
norðan, Haldórsvík, og fór síðani í
Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Eftir at henda skúlagongdin
var liðug, arbeiddi hon eitt skifti á
Skeljavirkinum á Oyri. Um hetta
mundið kom unnustin, Kristleif
Zachariasen, tónleikari úr Kollafirði
inn í myndina.
Hann var júst um hetta mundið
í ferð við at gera eina fløgu lidna,
og flutt tey tí saman til Danmarkar
eitt stutt bil í hesum sambandi.
– Tá vit komu heimaftur, búðu
vit hjá foreldrum mínum her í eina
tíð, áðrenn vit leigaðu okkum eini
hús her á Langasandi. Og her búgva
vit enn, greiðir Annika frá.
Hon dylur kortini ikki fyri, at
hon fegin vil verða búgvandi í
heimbygdini. Og tað fer helst at
verða so, sum Annika ynskir:
– Kristleif átti eitt grundøki her,
áðrenn vit komu saman. Og her fara
vit at byggja, einaferð í framtíðini.
snorri@sosialurin.fo
lív við tann
langa sandin
Langasandur – Tað eru tey, sum ikki vita hvar Langasandur liggur. Men um man sigur, at tað liggur
beint norðanfyri Nesvík, so vita fólk hvat eg tosi um, sigur 22 ára gamla Annika Hansen, sum er fødd
og uppvaksin her. – Fyri meg merkir Langasandur alt. Hetta er eitt paradís. Her vil eg verða!
Eg má heilt erliga siga,
at eg hevði so aldrin lovað
mínari dóttur tað sama
Eftir at fyrstu niðursetufólkini búsettust her fyri góðum
170 árum síðani, hevur fólkatalið verið skiftandi.
Í 1985 búðu soleiðis 33 fólk her, menn í 2000 vóru tey
einans 28 í tali. Í mars mánaði í ár var talið komið heilt
uppá 44. Bara í ár eru tvey fólk flutt til bygdina.
Hetta er tað mesta seinastu 25 árini. Og líkt er til at
fólkatalið kann vaksa enn meiri, tá fólk fer at flyta inn
í tey húsini, sum eru í gerð og sum fara at verða bygd í
framtíðini.
44
Tú kanst
koma til hús,
og so hevur
grannakonan
bara hongt
ein posa við
nýbakaðum
bollum á
hurðalásið