mikudagur 9. juni 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Tað hevur altíð verið tónleikur
í lívinum hjá 21 ára gomlu song
kvinn uni Vígdis Fjallstein.
Longu í barnaárum ungu vórðu
fyrstu stigini tikin til tað, sum í
framtíðini kann koma at gerast
nakað stórt innan tónleikin.
Hon var neyvan meiri enn níggju
ára gomul, tá hon av álvara byrjaði
at syngja og gera egnar tekstir.
– Hetta kom ikki av ongum. Eg
eri faktist uppvaksin við sangi, tí
mammu dámdi sera væl at syngja
og bæði babba og mamma hava
altíð skrivað sangir og tættir. So
her hevur altíð verið sangur og
tónleikur í okkara heimi, greiðir
hon frá.
Í skúlanum vísti Vígdis eisini
áhuga fyri tónleiki, og byrjaði at
spæla floytu og klaver, eins og hon
gekk til undirvísing í sangi. Hon
sang eisini somuleiðis heima við
hús, og gjørdi sær tann eina dagin
enntá tann ómak, at taka ein av
fyrstu sangum sínum uppá band.
Nakað herfyri kom hon av tilvild
fram á eina upptøku, har hon sang
ein av sínum egnu sangum inni í
køki teirra. Við vøkru barnarødd
síni framførdi hon sangin, meðan
hon spældi trummur afturvið uppá
eina pappeskju.
– Hetta var ein sangur sum eg
skrivaði uppundir jól hetta árið. Eg
minnist tekstin enn, og ikki minst
til lagið, sum forrestin var lagið til
sálmin “Føgur er foldin”, sigur hon
við einum brosi.
Við góðu tónlistarligu barlast
síni úr fólkaskúlanum, fór hon síð
ani á ein tónleikaeftirskúla í Dan
mark, har hon mentist enn meiri á
hesum øki.
Næsta stig á tónleikaleið hennara
var poppbólkurin FAROE5.
Upp undir loft
Tað var í roynd og veru mamma
hennara, Hansa sum sá lýsingina
um ætlanina at stovna ein nýggjan
gentubólk. Upptøkuroyndin varð
sett til 5. apríl í 2008.
Vígdis hevði longu framført
nakrar ferðir við tiltøk í kommun
uni. Men nú lótust brádliga upp
einar nýggjar dyr til tónlistarligu
framtíð hennara.
– Eg hevði ongatíð hugsað um,
at eg nakrantíð slapp at syngja í
einum bólki. Eg hevði bara ímyndað
mær, at eg í framtíðini fór at syngja
sjálv og við góðum tónleikarum
afturat mær.
– Eg fór so til audition, og skal eg
vera heilt erlig, so ynskti eg ordiliga
at sleppa við í henda bólkin, sigur
hon brosandi.
Og hon slapp við í bólkin, tí
longu dagin eftir komu tey gleðiligu
boðini frá stigtakarunum. Ja, uha,
tú kanst ætla at eg bleiv glað. Eg
leyp næstan upp undir loft, tá eg
fekk boðini.
Respons
Vígdis hevur nógvar eginleikar.
Ein teirra er tann góða røddin, sum
stigtakararnir til bólkin uttan iva
eisini hava lagt merki til.
– Ja, røddin, hon hevur givið
mær sjálvsálit. Eg havi eisini fingið
sera góðan respons frá fólki, tá
eg havi sungið. Og hetta hevur
givið mær hug at halda fram við
sanginum, sigur hon. – Hetta hevur
somuleiðis verið við til at byggja
meg upp persónliga.
Tað var ikki serliga nógv tíð at
gleðast um tey góðu tíðindini frá
stigtakarunum: Longu eina viku
seinni hittust tær fimm genturnar á
Vil Víga sítt l
Norðskáli – Eg hugsi ikki um, at eg nú má og
skal seta meg niður og skriva ein sang. Tað kemur
bara av sær sjálvum, sigur Vígdis Fjallstein av
Norðskála, ið er ein av limunum í poppbólkinum
FAROE5. – Eg elski tónleik, og vóni ein dag at
kunna liva av tí. Kundi eg valt, so bleiv tað tað.
Upprunaliga manningin í
FAROE5 er nú broytt. Og
samstundis er bólkurin
broyttur frá at vera ein
reinur gentubólkur, til ein
vanligan tónleikabólk.
Hetta hendi herfyri,
tá Jónvá Ellings gaard
avgjørdi at gevast í
bólkin um, og Thor Simon
sen kom í hennara stað.
Manningin í bólkinum er
nú henda: Thor Simonsen,
Lillian Dalsgaard, Ragn
hild Dam, Asta Højgaard
og Vígdis Fjallstein.
4+1
Enn ein stakfløga
Hóast ein ikki hoyrir so nógv til
FAROE5 í tí dagliga, so er bólkurin
framvegis virkin. Bólkurin møtist
regluliga eina ferð um vikuna til
venjing, men uppundir konsertir
ella í sambandi við fløguútgávu
hava tær verið oftari saman.
Nakað herfyri høvdu tær eina konsert
í Deep við nýggjum sangum, og nú
er manningin eisini broytt nakað.
Tað næsta sum fer at henda, er
útgáva av stakfløguni »Let’s get
crazy« seinni í hesum mánaðinum.
– Men tað verður helst nakað enn,
áðrenn vit fara at geva eina heila
fløgu út, sigur Vígdis Fjallstein.
Nú summarið stendur fyri durum, verða
nógvar stevnur og festivalar kring
oyggjarnar. Enn veit Vígdis tó ikki, um
tær skulu framføra nakað í summar.
Eg minnist tekstin enn,
og ikki minst til lagið, sum
forrestin var lagið til sálmin
»Føgur er foldin«