mikudagur 9. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
Sosialurin
Oyggjablaðið
íV til tónleik
Eg eri tann
eg eri
Seinastu tvey
árini hava mong
eygu verið vend
ímóti teim um
ungu gent un um
í bólkinum og
tí tónleiki, sum
tær fram føra.
Vandi er altíð
til staðar, at
tær gerast so
upp tiknar av
bólk in um, at
tær gloyma
um hvørvið og
bak land ið rund
an um seg.
Men tað heldur
Vígdis ikki at
hon hevur gjørt.
– Nei, tvørtur
ímóti haldi eg,
at sambandið
við vinir mínar
er vorðið betri,
um eg skal
siga nakað um
tað. Orsøkin
til tað er, at eg
eri vorðin meiri
opin mótvegis
øðrum, og eri
eisini vorðin ein
meiri glaður
og útatvendur
persónur.
– Eg havi so
allar teir vin
ir nar sum eg
hevði áðrenn,
og havi fingið
fleiri aftrat.
Og tað kemur
ikki av tí, at eg
vorðin limur í
FAROE5, men
bara tí, at eg
eri tann eg eri.
fyrsta sinni. Her var ikki nógv tíð at
geva út, tí bert tveir mánaðir seinni
skuldi FAROE5 fyrstu ferð á pall - og
tað enntá til eina útgávukonsert.
Og tær fimm sangglaðu gent ur-
nar kundu ikki fingið betri byrjan.
Fyrsta framførslan var í SMS,
har eini 1200 fólk vóru til fram-
førsluna.
– Jú, tað var stuttligt at standa
á palli og framføra fyri so nógvum
fólkum, sigur Vígdis við einum
brosi.
Henda fyrsta stakfløgan »Bara
1 spæl« varð væl dámd av fólki, –
so væl, at tittullagið gjørdist best
umtókta lagið í sendingini »15 tær
bestu« í Kringvarpinum.
Ein dreymur
Til tess at gera tað meiri spennandi
var henda allarfyrsta framførslan
hjá FAROE5 tikin uppá sjónband.
Vígdis og hinar fýra hava hugt
aftur eftir upptøkuni, og hon kann
í dag bert staðfesta eitt: Hon og
hinar í bólkinum eru nógv mentar
hesi bæði árini.
– Um eg hugsi um, hvar eg var
fyri tveimum árum síðani og so í
dag, er stórur munur á. Man mennist
sjálvandi nógv eftir tveimum árum,
og tað ger man óansæð um man er
við í einum bólki ella ikki.
– Men persónliga havi eg fing-
ið so nógv positiv upplivilsir sam-
an við FAROE5 á festivalum, kon-
sertum eins og vit hava spælt fløgur
inn. Hetta eru alt ting, sum eg bert
tordi at droyma um fyrr, men sum
eg nú sjálv eri vorðin partur av,
greiðir Vígdis íðin frá.
Og hon leggur – ikki sørt spent
– aftrat:
– Hetta ger eisini sítt til, at man
nú fær blóð uppá tonna, soleiðis at
tað sum eg droymi um – at kunna
liva av tónleiki – kanska kann ger-
ast veruleiki.
snorri@sosialurin.fo
Eg havi allar teir vinirnar
sum eg hevði áðrenn, og havi
fingið fleiri aftrat. Og tað
kemur ikki av tí, at eg vorðin
limur í FAROE5, men bara tí,
at eg eri tann eg eri
FRAMTÍÐ
– Eg vóni at kunna liva av tónleiki í framtíðini, sigur 21
ára gamla songkvinna, Vígdis Fjallstein av Norðskála.
Hon hevur longu tikið fyrstu stigini á hesi lívsleið síni
Mynd: Jens Kristian Vang