Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Klokkan var ikki nógv meiri enn hálvgum trý, tá tær báðar settu kós ímóti róðrarneystinum. Tær vildu vera í góðari tíð henda mikudagin í farnu viku, tí klokkan trý stundisliga skuldi venjingin byrja. Skal ein røkka góðum úrslitum í hesi ítróttargreinini, er neyðugt at venja og venja uppaftur meiri. Serliga um ein skal koma longur fram, enn við teir báðar seinastu róðrarnar. Á bygdarstevnuni á Skála herfyri var eisini kappróður á skránni. Men her kundi gingið munandi betri hjá Báruni. Tær gjørdust nr. 12 av 12. – Vit vóru so nógv nógv yngstar av øllum. Vit eru jú bara 11 og 12 ár, meðan næstan allar hinar vóru nógv eldri enn vit, eini 14-15 ár. – Men vit hava ikki mist vónina um at gera tað betri næstu ferð, siga teir báðar ágrýtnu rógvararnir, 12 ára gamla Sólvá og 11 ára gamla Jórun Maria. Koyra á Undirtøkan til barnaróðrarnar hevur verið alsamt vaksandi, og á norðoyastevnuni um viku skift ið var neyðugt at býta gentu mann- ing arnar upp í tveir róðrar. Úti í teimum einstøku feløg un- um verður eisini nógv gjørt við venjingina. Her í Hvalvíkar-Streym- nesar Róðrarfelagi venja Sólva og Jórun Maria og allar hinar umborð á Báruni so ofta sum tríggjar ferðir um vikuna. – Fyrr vandu vit mánadag, miku dag og fríggjadag, men nú ið stevnurnar byrja er venjingin broytt til mánadag, mikudag og hósdag, greiða tær frá. Tær eru tó ikki einsamallar í neysti ella báti, tí felagið hevur sett ikki færri enn tríggjar venjarar til teirra - Miriam, Ingibjørg og Hans Jákup, ið øll hava róð kapp áður. – Jú, tey koyra hart á okkum. Men vit halda, at tey duga ordiliga væl, eru tær báðar Sólvá og Jórun Maria samdar um. Ikki aftast Mikudagin var veðrið teimum til vildar, og tí var eftir ætlanini helst farið beinleiðis í bátin. – Um veðrið ikki er so gott, so plaga vit at seta okkum við rógvi- maskinurnar sum felagið eigur, sigur tær báðar. Um vikuskiftið fingu tær aft ur víst hvat tær dugdu, men komu kortini ikki í finalurnar í barna- róðri num fyri gentur. Men nú stendur Sundalags- stevn an fyri framman, og skulu tær hesaferð rógva í heimasjógvi. Hvussu man fara at ganga hjá Báruni leygardagin? – Tað er ringt at siga. Men vit ætla okkum ikki at verða aftast, sláa Sólvá og Jórun Maria rimmarfast. Rógva sum fyri lívinum Hvalvík – Okkum dámar væl at rógva. Tað er serliga stuttligt, tá man rør ímóti bátum úr øðrum feløgum, siga tveir av ungu rógvarunum í Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelagi. Leygardagin skulu tær báðar Sólvá Álaberg og Jórun Maria Dalsgård aðru ferð í ár til ein FM-róður umborð á báti teirra “Báran”. Vit vóru so nógv nógv yngstar av øllum. Vit eru jú bara 11 og 12 ár, meðan næst­ an allar hinar vóru nógv eldri enn vit Kappróður í Hvalvík Heiti: Sundalagsstevna í Hvalvík Títtleiki: Triðja hvørt ár Fyriskipari: Hvalvíkar- Streymnesar Róðrar- felag Inntøka: Hvalvíkar- Streymnesar Róðrar- felag Teinar: 1000, 1500 og 2000 metrar Fakta FM – Vit verða nokk ikki Føroyameistarar í ár, men kanska um eini trý ár, siga tær báðar Jórun Maria Dalsgård og Sólvá Álaberg, sum rógva við 5-mannafarinum Báran Mynd: Jens Kristian Vang