mikudagur 9. juni 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Í Sundalagnum
ein sólskinsdag
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Í góðveðrinum var henda gentan farin sær útum ein túr í heimbygdini
Norðskála við nýggjastu ogn síni - sápublørunum. Vindurin er
júst tilpass, soleiðis at blørurnar fara sendandi í lotinum
SÁPA
Tey seinnu árini eru nógv nýggj sethús bygd á Langasandi. Í løtuni
stendur enn eitt í gerð av slagnum: “heldur øðrvísi sethús”. Kann
vera, at húsini eru serstøk, men tað er útsýnið so sanniliga eisini
ØÐRVÍSI
Mikudagin í
farnu viku endaði
sum ein av
teimum vøkru
sólskinsdøgunum
í Sundalagnum.
Hóast regnið
oysti niður
fyrrapartin, so
dagaði sólin
undan um
middagsleitið
og gav fólki
ein góðan og
sólríkan dag.
Henda dagin var
redaksjónin á
Oyggjablaðnum
á vitjan í økinum,
og við myndum
vísa vit nakað
av tí sum hendi
í Sundalagnum
seinnapartin.