Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 13 - 19. januar 2002 Nr. 13 - 19. januar 2002 3 Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Óluva Jóhanna Hansen, Tórshavn so brádliga varð kallað heim til Harran. Tøkk til tykkum øll í Evangeliihúsinum fyri ta hjálp, tit sýndu okkum í stóru sorg okkara. Tøkk til tann stóra skara, ið fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur og kransar. Familjunnar vegna Poul Anker Hansen Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Karsten Hansen, kom hósdagin heim aftur til Føroya av almenn- ari vitjan í Íslandi, har hann var gestur hjá íslendska fíggjar- málaráðharranum, Geir H. Haarde. ÍSLANDSVITJAN Eirikur Lindenskov Í Íslandi var ein fundur millum starvsbrøðurnar, har evnið var samstarvið millum Ísland og Føroyar á búskapar-, fíggjar-, skatta- og avgjaldsøkinum. – Greitt varð frá gongdini í búskapunum í londunum báðum og frá fíggjar- politiskum tiltøkum, ið eru framd og eru í umbúna. Av- talað varð eisini at halda fram við samstarvinum um tollautomatisering, eins og avtalað varð at fáa í lag arbeiði at gera nærri sam- anberingar av føroysku og íslendsku búskapunum, sigur Karsten Hansen. Hann situr eisini, at aftan á fundin varð ein tíðinda- fundur hildin. – Og ikki óvæntað vóru íslendsku fjølmiðlarnir ser- liga áhugaðir í gongdini í fullveldismálinum og olju- vinnuni. Á vitjanini vórðu eisini stundir til at leggja leiðina framvið Gullfoss og Geys- ir, og vitjað varð eisini á ís- lendsku stórfyritøkunum Marel og DeCode. Fyrst- nevnda fyritøka framleiðir framkomna fiskivinnuút- gerð til fiskaídnaðin kring knøttin, eisini í Føroyum, og DeCode er ikki minni kend fyritøka einamest fyri sína gransking innan arva- ligar sjúkur. Karsten Hansen afturkomin av almennari vitjan í Íslandi TÍÐINDASKRIV Í samband við 30 ára stovn- ingardagin hjá Dansifrøi 25. januar,verður stórt til- tak á Torginum í SMS leyg- ardagin 19. januar. 25. januar kann dansi- felagið Dansifrøi halda sín 30 ára stovningardag. Hetta verður eisini hildið við ein- um braki. Tí longu leygar- dagin 19. januar verður Torgið í SMS karmur um stórt føðingardagstiltak við mynda- og dansiframsýn- ing og stórari tombolasølu. Á myndaframsýning verða sýndar fram myndir úr 30 ára longu søgu felag- sins. Myndirnar, sum ikki eru sýndar fram áður, eru um- leið 400 í tali. Leygardagin kl. 11.00 og kl. 13.00 er møguligt hjá vitjandi í SMS, at síggja dans á Torg- inum. Tá fara limir úr Dansifrøi nevnliga at hava dansiframsýning. Umframt hetta skipar Dansifrøi fyri tombolasøla, við alskyns vinningum. Tiltakið á Torginum í SMS letur upp leygardagin kl. 09.00. Opið er til kl.14.00. Myndaframsýn- ingin hongur tó uppi til fríggjadagin 25. januar. Vit síggjast í SMS! Dansifrøi framsýning á Torginum Fyrrapartin í gjár varð navnið á nýggja barnagarðinum hjá Føroya Tele avdúkað í sambandi við, at stovnurin verður tikin í brúk fyrst í næstu viku. Navnið, barnagarðurin fekk, varð Kurl@, sum jú er nýggja orðið fyri tað, ið annars hevur verið kallað snápul-a BARNAGARÐUR Ingrid Bjarnastein Nógv fólk varð komið sam- an í nýggja barnagarðin við Sundsvegin í Havn fyrra- partin í gjár. Fyrst var tað Jens Wang, projektleiðari, ið bjóðaði vælkomin, og serliga til børnini, tí barnagarðurin er jú teirra. – Vit kunnu gleðast um tað, sum fyri nærum tveim- um árum síðani byrjaði sum eitt kaffiprát, nú er veruleiki, og hetta er ein søguligur dagur í søguni hjá ikki bara Føroya Tele, men yvirhøvur. Hetta er fyrstu ferð eitt partafelag hevur stovnað egnan barna- garð, og eru vit ógvuliga glað og eisini stolt um nýggja stovnin, segði Jens Wang millum annað. Andras Róin, stjóri í Før- oya Tele, Jan Christiansen, borgarstjóri og Heðin Mor- tensen, sum situr í Menta- málanevndini í býráðnum søgdu eisini nøkur orð og felags fyri teir allar var, at teir fegnaðust um góða samstarvi millum Føroya Tele og kommununa, og at barnagarðurin nú endiliga var liðugur. Bartal fingið pláss 13 mánaðar gamli Bartal var eisini til samkomuna í gjár saman við foreldrun- um Jan Petersen og Tórun Skaalum Petersen. Bartal var tann, sum saman við pápanum fekk heiðurin at taka løriftið av skeltinum har navnið á nýggja barna- garðinum stóð. – Vit eru ógvuliga glað fyri hetta, siga foreldrini hjá Bartal. – Hetta er av- gjørt ein fyrimunur, tí ann- ars hevði Bartal ikki fingið pláss fyrr enn í 2003, men av tí, at Jan arbeiðir hjá Føroya Tele, fingu vit so pláss her. »Kært barn... ... har mange navne« verður sagt. Og nógv nøvn høvdu eisini verið uppi og vent í sambandi við, at navn skuldi finnast til stovnin. Ein kapping var útskrivað millum starvsfólkið hjá Føroya Tele og starvsfólkið á stovninum, og nógv upp- skot komu fram, sum vóru bæði uppfinnsom og skemtilig. Men tað varð stovnsleið- arin, Durita Dam, ið saman við manninum hevur funn- ið fram til tað, ið barna- garðurin skal eita – nevni- liga Kurl@. Onnur nøvn, sum annars eisini høvdu verið uppi og vent vóru til dømis »Støðin«, barn.fo, Tórslætti og Andrassar- stova eftir Andrasi Róin, stjóranum á Føroya Tele. Tó varð tað ein samd navnanevnd, ið helt, at dag- stovnurin skuldi eita Kurl@. Føroya Tele er jú ein stovnur, ið fæst við samskifti, er kurlan jú eitt av teimum teknunum, ið verður brúkt mest av, tá talan er um samskifti. Eis- ini helt navnanevndin, at hetta var eitt ógvuliga fitt navn, sum angar av framtíð, og børnini eru jú framtíðin. Dagstovnurin ynskir eisini at menna og røkja føroyska málið og hildið varð, at hetta orðið eisini er við at menna og røkja málið. Eitt skeltið varð gjørt at hanga upp. Kurl varð skriv- að við grønum, meðan @´ið var skrivað við reyð- um. Hesir litirnir hava eis- ini súmbolskan týdning. Grøni liturin er fyri náttúr- una, meðan tann reyði heiti liturin er sami litur, sum í búmerkinum hjá Føroya Tele. Dagstovnurin letur upp í næstu viku við 23 børnum í fyrsta umfarið. Pláss er annars fyri 34 børnum. Sosialurin ynskir Føroya Tele og Tórshavnar Býráð hjartaliga tillukku við nýggja dagstovninum. Navnið varð Kurl@ Saman við pápanum hjálpti 13 mánaðar gamli Bartal til at avdúka navnið á dagstovninum hjá Føroya Tele. Dagstovnurin fekk navnið Kurl@ Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2