Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 13 - 19. januar 2002 Nr. 13 - 19. januar 2002 5 –Vit taka fult undir við at brúkarin í Føroyum verður tryggjaður best møguligt. Men tað skal ikki gerast á tann hátt, sum javanaðar- flokkurin vil, sigur Tjóðveldisflokkurin BRÚKARAVERND Áki Bertholdsen – Sjálvsagt skal brúkarin í Føroyum tryggjast best møguligt. Spurningurin er bara, hvussu tað skal ger- ast. Og vit halda ikki,at hátturin, sum javnaðar- flokkurin ætlar at gera tað uppá, er tann rætti. Sigur Signar á Brúnni, sum var framsøgumaður tjóðveldsifloksins, tá ið uppskotið frá javnaðar- flokkinum um brúkara- stovn, varð til 1. viðgerð í Løgtinginum. Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er framsøgumaður javnaðar- floksins, Hans Pauli Strøm serliga vónsvikin av, at tjóðveldisflokkurin ikki vildi taka undir við upp- skotinum. Vit hava spurt Signar á Brúnni, hví Tjóðveldis- flokkurin ikki vil taka undir við uppskotinum. – Tað er ongin ivi um, at vit eiga at raðfesta brúkaran frammaliga og at tryggja hann best møguligt. Hann sigur, at tjóðveldis- flokkurin heldur ikki, at er rætti mátin at gera tað við at flyta ta donsku ella ta norsku skipanina og seta tær í verk í Føroyum, tí tær eru gjørdar til samfeløg, sum eru hundrað ferðir størri enn okkara. – Íslendingar hava eina aðra skipan, sum er nógv bíligari, og vit eiga eisini at kanna, hvussu hon virkar. – Skulu vit hava ein serstaka brúkarsskipan í Føroyum, eiga vit at gera eina skipan, sum hóskar eitt lítið samfelag sum okkara, ístaðin fyri at flyta eina skipan inn á okkum, sum er gjørd til eitt stórt samfelag. Hann vísir millum annað á, at í Føroyum er nógv styttri ímillum tann sum keypir og tann sum selir, enn tað er í Í Danmark og í Svøríki. – Øll kenna hvønn annan og eru viðurskifti, eg eri misnøgdur við, antin tá ið eg eri á verkstað við bilinu, ella keypi í einum handli, ber til at fáa tað í rættlag í eini handavending. Hann vísir eisini á, at kappingin er so hørð í dag, at ongin fyritøka hevur ráð til at lata vera við at geva viðskiftafólki sínum tað bestu tænastuna og tað er góð brúkaravernd í sær sjálvum, heldur Signar á Brúnni. Ikki ein stovn afturat Signar á Brúnni vísir eisini á, at tað eru einar 6-7 lógir í gildi í Føroyum, sum hava við keyp og sølu at gera, eitt nú kappingarlógin og hann heldur, at vit eiga at kanna, um tað ikki ber til at byggja brúkaraverndina inn í eina ella fleiri av hesum lógunum. Í tí liggur eisini, at Tjóð- veldisflokkurin aftrar seg við at byggja eina nýggjan almennan stovn upp afturat í Føroyum. – Tað verður sagt, at hann fer at kosta góðar tvær milliónir um árið, men vit vita av royndum, at almen- nir stovnar hava lyndi til at bólgna, sigur Signar á Brúnni. – Tað kann væl verða, at onkur sigur, at tvær milli- ónir er ein dropi í havinum. Men tað er eitt gamalr orðatak, at “mangir løkir smáir, gera stórar áir”, sigur Signar á Brúnni. Vit skulu verja brúkaran við eini føroyskari skipan –Tjóðveldisflokkurin heldur, at brúkarin skal trygjast best møguligt. Men vit halda ikki, at tað er rætt at seta ein almennan stovn á stovn afturat, tí tað kann gerast á annan hátt, sum hóska seg betri til eitt lítið samfelag, sigur Signar á Brúnni Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin tóku ta støðu, eg hevði væntað. Men tað var eitt vónbrot, at tjóðveldisflokki- num ikki vísti væl- vild, sigur Hans Pauli Strøm eftir at upp- skotið um brúkara- vernd hevur verið fyri í tinginum BRÚKARAVERND Áki Bertholdsen – Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin reageraðu sum eg hevði væntað. Men eg hevði ikki væntað, at Tjóðveldisflokkurin var so negativur. Hans Pauli Strøm, ting- maður fyri javnaðarflokkin, dylir ikki fyri, at hann er vónsvikin av støðuni, sum tjóðveldisflokkurin hevði til uppskotið frá javnaðar- flokkinum um at seta brúk- aravernd á stovn. – Tað er onki politiskt dynamitt í hesum uppskot- inum og tí hevði eg avgjørt væntað, at tjóðveldisflokk- urin fór at taka undir við tí. Men tað óvæntaða hendi, at tað gjørdi hann ikki, og tað við somu grundgevingum, sum fólkaflokkurin hevði fyri at vera ímóti. Tveir mátar – Báðir flokkarnir meintu í fyrstu syftu at tað var skeivt at seta ta donsku ella ta nor- sku skipanina í verk í Føroyum, tí tær vórðu gjørdar til stór samfeløg og okkara er eitt lítið sam- felag. Teir vóru eisini ímóti at seta ein almennan stovn afturat á stovn í Føroyum. – Til tað fyrra er at siga, at tað eru tveir mátar at gera hetta uppá. Annar mát- in er tann norðurlendski mátin, har brúkarastovnar av ymsum slagi, eitt nú, brúkarastýrilsi, brúkararáð, brúkaraumboð, eru skip- aðir beinleiðis undir land- inum, og harumframt eru kappingarráð eisini undir landinum. Hin mátin er tann íslend- ski mátin, har kappingarráð og brúkaravernd er skipað í sama stovni. – Áðrenn vit løgdu upp- skotið fyri tingið, kannaðu vit málið væl og virðiliga og tað er ongin ivi um, at ís- lendingar eru sera mis- nøgdir við teirra skipan og mæltu okkum beinleiðis frá at seta hana í verk, tí teir meina, at brúkaraverndin og kappingarráð eru mót- stríðandi endamál. Brúkaraverndin eru ser- støk brúkaraáhugamál, men kappingarráðið regu- lerar viðurskiftini vinnuna ímillum, og har verða atlit- ini fyri brúkaranum altíð skúgvað til viks. Tí hava ís- lendingar í nógv ár kravt at brúkaraverndin og kapp- ingarráðið verða skild sundur. – Tað eru neyvan fleiri mátar at skipa hesi viður- skiftini uppá, tí ein djúpur tallerkur er ein djúpur tal- lerkur, antin hann er gjørd- ur í Danmark ella í Føroy- um. Ikki eitt kopi Annars vísir Hans Pauli Strøm aftur, at talan er um at flyta danska ella svenska skipan yvir á føroysk viður- skifti. – Allar teir brúkarastovn- ar, sum danir og sviar hava, við fleiri fleiri fyrisitingum, mæla vit til at leggja saman í ein lítlan stovn, sum kostar góðar tvær milliónir, sigur hann. Mótviljan ímóti at skipa almennar stovnar, skilir hann ikki. – Fyri fýra fimm árum síðani var øll landsins fyri- siting beinleiðis undir landsstýrinum og tá kostaði hon góðar 30 milliónir. Síðani er samfelagið bygt nógv út og tørvur hevur tí eisini verið at bygt fyri- sitingina út og tískil er nú sjey aðalstýri skipað, sum tilsamans kosta 60 milli- ónir, tvs, at fyrisitingin er tvífaldað við nógvum nýggjum stovnum. – Vit fara týsdagin at hava aðalorðaskifti í tingi- num um náttúru um um- hvørvismál, og har verður mælt til at stovna eina ser- skilda natúru- umhvørvis- og lendisfyrisiting. Ein landsstýrismaður hevur eisini skotið upp at stovna eitt stýrið afturat, sum eitur “Lógmálastýrið”. Og triðja dømi er, at aftur ein landsstýrismaður hevur skotið upp at seta eina nýggja barnaverndarfyri- siting á stovn, –Tað, eg royni at siga, er, at so hvørt, sum samfelagið verður bygt út, er eisini neyðugt at byggja fyri- sitingina út fyri at hava skipað viðurskifti á teimum ymsu økjunum. – Men hví tað skal vera mótstøða ímóti eini lítlari fyrisiting, sum verjir brúk- aran, skilji eg ikki, tí hetta er eitt ovurstórt málsøki- vit keypa mvg skyldugar vørur og tænastur fyri sjey milliardir um árið, sigur Hans Pauli Strøm. –Orsøkin er uttan iva tann einfalda, at talan er um eitt andstøðuuppskot og tí ber ikki til at taka undir við tí. Men hann leggur afturat, at alt tað stóra fyrireiking- ararbeiðið er ikki spilt, tí hóast javnaðarflokkurin ikki fekk undirtøku fyri uppskotinum í hesum um- farinum, liggur uppskotið klárt at taka framaftur, tá ið høvi byst. –Val verður í vár og kemur javnaðarflokkurin soleiðis fyri, at hann kemur í samráðingar um sam- gongu, er hetta uttan iva eitt mál, sum verður tikið fram- aftur, sigur hann. Hans Pauli Strøm vónbrotin av tjóðveldisflokkinum – Brúkaravernd er eitt ovurstórt málsøki. Vit keypa mvg skyldugar vørur og tænastur fyri sjey milliardir um árið, og tí skilji eg ikki mótstøðuna ímóti at fáa skipað viðurskfifti á hesum øki, sigur Hans Pauli Strøm, Løgtingsmaður C M Y K 5 4