Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 13 - 19. januar 2002 Nr. 13 - 19. januar 2002 7 Ein 35 ára gamal maður, sum higartil er nevndur í hvørjari skuldseting í sam- bandi við húsarann- sóknirnar hjá løgregl- uni í Føroyum og í Danmark, skal hava staðið fyri einari sølu og smugling av rús- evnum til Føroya við einum samlaðum virði áljóðandi yvir eina millón kr. Hann noktar seg sekan, men varð varhalds- fongslaður í fýra vikur NARKOTIKA Heri á Rógvi Ein 35 ára gamal maður, sum er dani, men er búsit- andi í Føroyum, varð hós- dagin framsettur í grund- lógaravhoyring í Føroya rætti í J.C. Scrøters gøtu. Maðurin var sjálvur ein av níggju monnum, sum vórðu handtikinir í Føroy- um, og einum dana, ið varð handtikin í Danmark. Maðurin var í grund- lógaravhoyringini skuld- settur í fleiri punktum. Skuldsetingarnar snúði seg bæði um, at hann skal hava smuglað saman við tveim- um øðrum, einum føroyingi og einum dana, rúsevni til Føroya við víðarisølu fyri eygað ( eitt nú hassj og kokain) . Eisini varð hann skuldsettur fyri í fleiri ár hava staðið fyri smuglan av rúsevnum til Føroya og víðarisølu í Føroyum fyri yvir eina millión krónur í virði. Maðurin varð eisini nevndur í hvørjari av teim- um fimm skuldsetingun- um, sum vórðu settar fram hósdagin. Ein av hesum hevur eisini játtað seg sekan í skuldsetingunum, ið beinleiðis kann setast í samband við 35 ára gamla danan, og hesin er eisini varhaldsfongslaður. Hetta merkir, at tað er orð móti orði í tí einari skuldset- ingini. Hin danin, sum eisini varð nevndur í skuldseting- unum hjá tí 35 ára gamli, er eisini varhaldsfongslaður. Tað hevur ikki eydnast at fingið upplýst, hvørt hesin maðurin hevur játtað seg sekan ella ei. Einki, sum verður sagt í grundlógaravhoyringini uttan sjálv skuldsetingin, verður almannakunngjørt, tí grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurð- um. Hin 35 ára gamli danin, sum sambært skuldseting- ini hevur verið ein stórur partur av rúsevnissmugl- ingini í Føroyum, noktar seg sekan í báðum ákær- unum. Dómarin, Henrik Møller, metti, at orsøk var til at varhaldsfongsla mannin í fýra vikur. Tær báðar fyrstu vikurnar vera í isolatión. Hin 35 ára gamli skeyt ikki úrskurðin hjá dómaranum fyri landsrættin. Tað, at talan er um sterk- ari evni enn hassj í størri nøgd, ger, at í einum møgu- ligum dómi kann straffurin hugsast at gerast munandi harðari. Maðurin er ákærd- ur eftir straffilógini, og kann ein møgulig fongsuls- revsing merkja upp til 10 ár handan rimarnar. Fýra av teimum níggju handtiknu vórðu leyslatnir eftir avhoyringarnar. Av teimum fimm, ið vórðu grundlógaravhoyrdir, vórðu 4 varhaldsfongslaðir, allir í fýra vikur, har tær fyrstu tvær vikurnar eru í isola- tión. Ein teirra, ein 27 ára gamal maður, kærdi dómin fyri landsrættin. Úrskurður- in hjá landsrættinum kann væntast um eina viku ella so. Hesin verður grundaður á skrivligar upplýsingar frá grundlógaravhoyringini einans. Selt fyri yvir 1 millión Higartil er ein maður nevndur í hvørjari av teimum fimm skuldsetingunum, sum hava verið fyri í grundlógaravhoyringini í Føroya Rætti. Maðurin skal hava staðið fyri einari sølu, sum hevur havt eitt virði áljóðandi yvir eina millión krónur. Mynd: Jens Kristian Vang – Enn er langt á mál hjá okkum, men vit halda áfram við kanning- unum, sigur Berg- leif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni NARKOTIKA Heri á Rógvi – Eg kann bert siga, at kanningararbeiðið hjá løgregluni heldur áfram, og vit hava ikki hand- tikið nakran afturat, segði Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeild- ini hjá løgregluni, fyri Sosialinum, tá vit ringdu til hansara fríggjamorg- unin. Hann váttar, at talan hevur verið umfatandi arbeiði hjá løgregluni. Í skuldsetingunum varð í fleiri førum nevnt eitt tíðarskeið frá juni 2001 til oktober 2001. Hesa tíðina hevur løgreglan so fylgt teimum nú skuldsettu rættiliga væl. Løgreglan hevur áður sagt, at teir meta seg hava fingið hendur á bakmonnum, og hetta halda teir fast við. Ovastin á kriminal- deildini vil ikki siga nakað um, hvørjar kann- ingar teir fara at gera ella hvar tær fara fram. Spurdur um løgreglan nú stendur sterkari, tá ein av teimum skuld- settu hevur játtað seg sekan, sigur Bergleif Brimvík, at teir standa sterkari, men kann ikki siga nakað meira um, hvørja ávirkan hetta fær. Maðurin, ið varð handtikin í Danmark kemur eftir ætlan til Føroya í næstum, tí mál- ið verður viðgjørt her. Teir fýra menninir, ið eru varhaldsfongslaðir í Føroyum, skulu allir sita tær fyrstu tvær vikurnar í isolatión ella avbyrgdir. Bergleif Brimvík greiðir frá, at hetta merkir, at menninir verða avbyrgdir frá øðr- um fangum. Tað verður ikki møguleiki hjá teim- um at samskifta við aðrar fangar. Bræva- og vitjunarsamskifti verður gjølliga fylgt eisini. Tað er eisini avmarkað til átta vikur, ið teir var- haldsfongslaðu kunnu sita avbyrgdir. Løgreglan: Kanning- arnar halda áfram Hósdagin hevði løgreglan úr at gera við hava eftirlit við rættarhølunum. Nú liggur eitt kanningararbeiði fyri framman. Mynd: Jens Kristian Vang Ingi Mohr leiðari fyri Heilbrigdið fegnast um átakið hjá løg- regluni. Tó heldur hann, at tað er stórur tørvur á eitt nú fleiri hassjhundum, soleiðis at tak kann fáast á nógvu og eisini skipaðu smuglingini til Føroya. í Føroyum er ein stórur rúsevna- marknaður, og sterkaru evnini sum kokain og LSD hava leingi verið í Føroy- um, metir Ingi NARKOTIKA Heri á Rógvi – Vit hava leingi kent til bæði skipaðan innfluttning og sterkari rúsevni í Før- oyum. Tað eru ógvuliga væl skipaði viðurskifti á hesum økinum, og bakmenninir nýta nógv onnur at gera arbeiðið fyri seg, sigur Ingi Mohr. Sambært Inga Mohr, hevur skipaður innflutn- ingur verið til Føroya í nógv ár, men bakmenninir duga at nýta strámenn til at gera tað nógva arbeiðið fyri seg. Millum hesi eru eisini óskrivaðar reglur, sum bera í sær, at fólkini ikki vilja siga nakað. Sambært Inga Mohr, hava bakmenninir í rús- evnasmuglingini vunnið sær fitt av peningi, og samlaða virðið er fleiri millóna upphædd. Tað vakti stóran ans, tá løgreglan eftir eitt umfat- andi átak við m.ø. húsa- rannsóknum handtók níggju menn í Føroyum og ein mann í Danmark. Fimm teirra vórðu, sum tað eisini stendur aðrastaðni í blað- num, í grundlógaravhoyr- ing hósdagin. Ingi Mohr er til dagligt leiðari fyri viðgerðarstovn- in Heilbrigdið, sum millum ár og dag hevur havt í túsundatali av sjúklingum m.a. rúsevnamisnýtarum í viðgerð. Hann fegnast um, at løgreglan tekur hetta stigið. – Tað er gleðiligt, at løg- reglan nú tekur hetta stigið. Vónandi hevur løgreglan eisini fingið fatur á rætta endanum. Eg haldi tó, at løgreglan skuldi fingið enn betri umstøður at arbeiða undir og fleiri pengar at arbeiða við. Eitt nú er tørvur á fleiri hassjhundum enn bert tí eina, tí hann kann bert vera á einum stað í senn, og hetta kunnu inn- flytararnir gera sær dælt av, sigur Ingi Mohr. Hann heldur, løgreglan í eina tíð kundi eitt nú kannað hvørt eitt einasta viðføri, sum kom til landið, tá hetta vildi virkað mun- andi væl á fyribyrgingina. Eisini eiga myndugleikar- nir at hava eyguni eftir teimum fremmandu, sum koma til Føroya. Samstund- is vil hann eisini fegin undirstrika, at Heilbrigdið ikki leggur seg út í arbeiðið hjá løgregluni, sum eisini hevur skil fyri hesum. Hóast fleiri nú eru handtiknir, sum sigast at eiga ein stóran part av marknaðinum í Føroyum, so roknar Ingi ikki við, at nýtslan fer at hvørva av hesari orsøk. – Støðan er soleiðis, at tað í Føroyum í dag eru misnýtarar, sum heilt ein- falt ikki kunnu liva uttan rúsevni. Marknaðurin í Føroyum er stórur, og tað er spurningurin, um tað ikki koma nýggir til, sigur Ingi Mohr. Kenna tey sterku Í grundlógaravhoyringun- um hósdagin vórðu eisini sterkari evni enn hassj nevnd í skuldsetingunum. Bæði amfetamin og kokain vórðu nevnd. Hetta er tó ikki nakað, sum gevur óvart á Inga. – Vit kenna hesi evnini og eisini onnur sterk evni sum eitt nú LSD. Tað hevur verið mest at sæð til hesi evnini tey seinastu 5-7 árini, sigur Ingi Mohr. Talan er um sterk evni, sum gera stóran skaða. Ingi sigur, at “sjálvt” hassj ger ógvuliga stóran skaða, tá evnið broytir persónligheit- ina munandi. Ingi Mohr, Heilbrigdið: Stórur rúsevna- marknaður í Føroyum Støðan er soleiðis, at tað í Føroyum í dag eru misnýtarar, sum heilt einfalt ikki kunnu liva uttan rúsevni. Marknaðurin í Føroyum er stórur, og tað er spurningurin, um tað ikki koma nýggir til, sigur Ingi Mohr Teir fimm menninir, sum eru varhalds- fongslaðir í sambandi atsókninirnar hjá løgregluni, kunnu vænta sær harðan straf, um teir verða ákærdir og funnir sekir NARKOTIKA Stefan í Skorini Heri á Rógvi Teir fýra menninir í Før- oyum og tann eini danin í Danmark kunnu vænta sær harðan straf, um ákæra verður reist móti teimum og teir verða funni sekir. Teir eru higartil skuld- settir eftir straffilógini. Talan er størri mongdir av dusandi rúsevnum, og hetta kann væl hugsast at geva harðan straf. Hetta verður grundað á eitt rundskriv, sum Rigsad- vokaten sendi út í 1991, har umstøður líknandi teimum skuldsetingunum hjá teim- um fimm monnunum kunnu metast eftir teirri harðuru revsurammuni í straffilógini. Tilsamans vórðu níggju mans handtiknir eftir um- fatandi húsarannsóknir. Átta eru búsitandi í Havn og ein í Klaksvík. Ein dani er harumframt handtikin í Keypmannahavn. Sostatt vórðu tilsamans tíggju mans handtiknir. Ein 33 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava tikið ímóti 2,5 kg av rús- andi evnum, sum eru ætlað til sølu. Hetta er farið fram í tíðarskeiðnum frá august til oktober í 2001. Harum- framt er hann skuldsettur fyri at hava smuglað 500 gramm av hassji tann 8. desember í fjør. Maðurin noktar seg sek- an í at hava havt 2,5 kilo av hassji við sølu fyri eygað. Hann játtar seg hinvegin sekan í at hava smuglað tey 500 grammini. Maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, har hann er av- byrgdur í tvær vikur, og hann tók ímóti dóminum. Ein 29 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava tikið ímóti ávísari nøgd av rúsandi evnum við sølu fyri eygað í tíðarskeiðnum frá juli til oktober í fjør. Í øðrum lagi er hann skuld- settur fyri at hava havt 46 gramm av hassji uppi á sær, og hesum játtaði hann seg sekan í. Hann noktaði seg hinvegin sekan í at hava selt rúsandi evni. Hesin varð leyslatin beinanvegin, tí hann ikki hevði ávirkan á kanningarnar hjá løgregl- uni. Ein 27 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava goymt og selt hassj, am- fetamin og kokain í tíðar- skeiðnum frá mei til ok- tober í fjør. Hesin noktar seg sekan í øllum. Dómarin gav honum varðhalds- fongsling í fýra vikur, men hann hevur skotið henda dómin inn fyri Landsrættin. Ein 29 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava smuglað hassj og kokain til landið við sølu fyri eygað. Hann játtaði seg sekan í hesum ákærum. Ein maður verður nevnd- ur í øllum ákærunum. Hann verður mettur at vera ein av høvuðsmonnunum í skip- aðu smuglingini. Tað er ein 35 ára gamal dani, ið er búsitandi í Føroyum. Hann var tann seinasti, ið varð avhoyrdur í rættinum hós- dagin. Hann er skuldsettur fyri at hava smuglað og selt rúsandi evni í Føroyum ígjøgnum fleiri ár. Talan er serliga um hassj og kokain. Løgreglan vil vera við, at hann hevur skipað fyri sølu áljóðandi yvir eina millión krónur. Maðurin noktar seg sekan í øllum hesum ákær- um. Hann varð varðhalds- fongslaður í fýra vikur, og í tvær vikur er hann avbyrgd- ur. Ein dani hevur í sam- bandi við hetta málið verið til grundlógaravhoyring í Keypmannahavn. Hann varð varðhaldsfongslaður í trettan dagar. Løgreglan væntar at gera fleiri handtøkur í sambandi við hetta stóra átakið móti narkotika í Føroyum. Kunnu vænta harðan straff Ein av teimum skuldsettu, sum kann vænta sær harðan straf, um hann verður ákærdur og funnin sekur. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6