Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 13 - 19. januar 2002 Nr. 13 - 19. januar 2002 9 -Tess fleiri royndir vit gera okkum, og tess størri førleika vit hava í oljuvinnu, tess betur eru vit før fyri at taka røttu avgerð- inar - eisini viðvíkj- andi um tað er rætt at varðveita kaikantin í lóggávuni ella ikki - tá tann tíðin kemur sigur Oljuvinnufelag- ið í viðmerking til út- talilsini, sum hava verið frammi um, at kaikanturin eigur at takast av OLJA OG KAIKANTUR Jan Müller Spurningurin um í hvønn mun útlendsku oljufeløgini skulu verða tvungin til at brúka føroyskan kaikant í sambandi við oljuleiting er frammi av og á. Eitt nú hava fleiri framstandandi persónar úttalað seg ímóti hesum kravi ella sett spurnartekin við tað. Teirra millum hava verið for- maðurin í Búskapargrunn- inum, Herman Oskarson og stjórin í føroya Sparikassa, Bjarni Olsen. Bjarni Olsen, stjóri í Før- oya Sparikassa, tók málið fram í sambandi við við- gerðina av fíggjarlógini fyri 2002. og nevndi í útvarpi- num herfyri, at tann partur- in av oljulóggávuni, sum sigur, at alt skal um før- oyskan keikant skal av- takast. Sparikassikassa- stjórin heldur, at trýstið á føroyska búskapin er um at gerast ov stórt. Sambart heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum kann Olju- vinnufelagið ikki taka undir við hesi útmeldiningi hjá sparikassastjhóranum. Har stendur m.a. : Um hugt verður eftir næstu nógvu árunum, verður trýstið á búskapin og arbeiðsmarknaðin hvørki størri ella minni, um kai- kanturin verður tikið úr lógini. Vavið á virkseminum, sum føroyskar fyritøkur tóku lut í fyrsta leitiskeið- num eftir olju, var ikki stórt. Virksemið kann ikki so frægt sum samanberast við eina hampuliga byggi- verkætlan, sum til dømis landssjúkrahúsið ella tá Sparikassin bygdi um úti við Strond. Í ár vóru tríggjar royndarboringar, næsta ár verður ein og í 2003 verða væntandi tríggjar royndarboringar. Tað hevur havt sera stóran týdning fyri menn- ingina av førleika í føroysk- ari vinnu, at virksemið var skipað út úr Føroyum og at føroyskar fyritøkur tóku lut. Einasti mátin at fyri- reika okkum betur til av- bjóðingarnar í eini viðvar- andi oljuvinnu er júst við at taka lut í virkseminum kring oljuleitingarnar sigur Oljuvinnufelagið og heldur fram: -Ein oljuleiting í Før- oyum er ikki so stór í vavi, at hon ávirkar arbeiðsmark- naðin munandi. Ikki fyrr enn føroyingar finna olju í rakstrarverdum nøgdum, og tí skulu til at byggja út og framleiða, kemur olju- vinnan at fáa ávirkan á búskapin og arbeiðsmark- naðin í størri mun. Men enn vita vit ikki um ella nær so verður. Tað kunnu saktans ganga fleiri ár. Og búskaparligu roynd- irnar seinastu 10 árini siga okkum, at eftir fáum árum kann mangt broytast í ein- um fiskivinnubúskapi sigur Oljuvinnufelagið og slær fast, at tess fleiri royndir vit gera okkum, og tess størri førleika vit hava í olju- vinnu, tess betur eru vit før fyri at taka røttu avgerðinar - eisini viðvíkjandi um tað er rætt at varðveita kaikant- in í lóggávuni ella ikki - tá tann tíðin kemur sigur Oljuvinnufelagið í við- merkingini. Formaður í Oljuvinnufelagnum er Magni Arge, sum eisini er stjóri í Atlantic Airways. Fleiri royndir áðrenn vit taka avgerð um kaikant Magne Arge, er formaður i Oljuvinnufelagnum, sum ikki heldur tað vera rætt her og nú at avtaka krøvini til kaikantin. – Ikki færri enn tríggjar danskar stjórnir hava púra klárt meldað út sína støðu. Føroyski ogn- arrætturin til ráevni- ni er sligin fastur við sjeytummaseymi fleiri ferðir, nú seinast av nýggja forsætisráð- harranum. Og sama av samdum fólkatingi sigur Hans Engell, fyrrv. ráðharri RÁEVNI OG UNDIRGRUND Jan Müller Hans Engell var løgreglu- málaráðharri í donsku stjórnini, tá Poul Schlüter, forsætisráðharri og Atli Dam, løgmaður undir- skrivaðu avtaluna um rá- evnini í føroysku undir- grundini. Hóast røddir hava verið frammi í bæði Dan- mark og Føroyum, sum sáa iva um veruliga virði av hesi avtalu, so hevur Hans Engell ikki verið í iva og er tað heldur ikki í dag, 10 ár eftir at avtalan varð undir- skrivað. –Tað er eingin ivi um, at avtalan klárt og greitt sigur, at Føroyar eiga tær inntøkur, sum kunnu koma frá olju og gassi í undirgrundini. Ráevnini í undirgrundini eiga Føroyar. -Nú hava serliga tjóð- veldispolitikarar reist spurningin eitt nú til fólka- tingsvalið, um ikki danir kunnu taka rættin til ráevni- ni aftur, tá tað hóvar teim- um. Sagt verður, at ikki fyrr enn føroyingar eiga sjálva undirgrundina, eiga vit eisini rættin til ráevnini í henni. Hans Engell: -Hatta haldi eg er at skapa eina øsing ella sum hann málber seg “det er at oppiske en stem- ning”. Tí sjálvandi kunnu føroyingar eiga ráevnini uttan at eiga undirgrundina. Uttan mun til hvørja danska stjórn vit hava, so er tað á tí økinum givin so ein so greiður garantiur, at hetta kann ikki broytast aftur. Tað fer ongantíð at blíva valt eitt fólkating, sum verður sett soleiðis saman, at tann avgerðin kann broytast. Tað er útilokað. Tað verður ikki broytt nakað við henda politiska veruleika. So avgjørdur er fyrrverandi danski løg- málaráðharrin Hans Engell í spurninginum, sum møgu- liga fer at verða partur í før- oyska valsstríðnum kom- andi. Hann vísir á, at ikki færri enn tríggjar danskar stjórn- ir hava púra klárt meldað út sína støðu í hesum máli. Føroyski ognarrætturin til ráevnini eru sligin fastur við sjeytummaseymi fleiri ferðir, nú seinast av nýggja forsætisráðharranum. Hans Engell sammetir út- meldingarnar hjá Tjóð- veldisflokkinum um rættin til ráevnini við tey óhepnu politisku útspæl, sum eitt nú Dansk Folkeparti kemur við á fólkatingi. Hann heldur ikki, at handfaringin hjá Tjóðveldisflokkinum av hesum málinum gagnar tí góða tónanum millum bæði londini, sum tað nú verður lagdur so stórur dent á. - Við slíkum útmeldingum leggur Tjóðveldisflokkurin bara upp til eina illstøðu, sum als einki grundarlag er fyri í Danmark. Hans Engell: - Hans Engell sammetir útmeldingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum um rættin til ráevnini við tey óhepnu politisku útspæl, sum eitt nú Dansk Folkeparti kemur við á fólkatingi. Hann heldur ikki, at handfaringin hjá Tjóðveldis- flokkinum av hesum málinum gagnar tí góða tónanum mill- um bæði londini, sum tað nú verður lagdur so stórur dent á. Fyrrverandi løgmálaráðharrin Hans Engell: Ognarrættur til ráevni sligin fastur við sjeytummaseymi Tríggir forsætisráðharrar á rað, Poul Schlüter, Poul Nyrup Rasmussen og nú Anders Fogh Rasmussen hava gjørt greitt, at ráevnisavtalan millum Føroyar og Danmark frá 1992 kann ikki broytast. Hon er endalig. Fyrst í februar mánaði verða modell- royndir gjørdar, og síðani verður farið undir projekteringina av nýggju ferjuleguni á Syðradali FERJULEGA Eyðun Klakstein Syðradalur: Landsverk- frøðingurin fer nú undir fyrireikingarnar til arbeiðið at gera nýggja ferjulegu á Kalsoynni. Tað eru settar 16,5 milli- ónir krónur av til at gera ferjulegu á Syðradali, og Landsverkfrøðingurin ætl- ar, at hetta arbeiðið skal byrja seinni í hesum árin- um. Fyrst í februar verður modelroynd gjørd í Dan- mark. Hendan royndin skal vísa, hvussu tað er best at gera ferjuleguna á Syðra- dali. Tá úrslitið av hesi roynd er tulkað, verður far- ið í holt við sjálva projekt- eringina. Arbeiðið tekur eitt ár Stjórin á Landsverkfrøð- inginum roknar við, at út- bjóðingartilfarið kann vera klárt seint í summar. Síðani skal finnast fram til tað felagið, sum skal gera nýggju ferjuleguna. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja seinni í hesum árin- um, men stjórin fyri Lands- verkfrøðingin dugir ikki at siga, nær ferjulegan verður liðug. – Tað fer at taka umleið eitt ár at gera sjálvt arbeið- ið, men tað veldst eitt sind- ur um, hvør arbeiðstakarin verður. Tað er munur á, um talan verður um eitt stórt felag ella eitt minni, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri fyri Landsverkfrøðings- stovnin. Dagblaðið Politiken heldur, at tað er ein føroyskur favorittur til danska Grand Prixið GRAND PRIX Eyðun Klakstein Danir vænta sær nógv av Grand Prix sanginum hjá Pæturi við Keldu, og danska fyrrapartsblaðið Politiken heldur, at talan í ár er um ein føroyskan favoritt í danska Grand Prixnum. Sjálvur tekur Pætur hetta púra róligt, og hann heldur, at tað er ilt at meta um, hvør sangur kann vinna kappingina. Leiðarin fyri Grand Prix tiltakinum hjá Danmarks Radio er ein av teimum, sum roknar við, at Pætur fer at gera seg galdandi. Hann sigur við Politiken, at Pætur kann gerast næsta stóra stjørnan hjá føroying- um. – Hann syngur sangin við friðinum úr føroysku undir- grundini, og talan er um ein heilt serligan sang, sum saktans kann taka øll á bóli í Grand Prixnum, heldur Morten Carlsson. Sangurin hjá Pæturi, Som en drøm, verður tó í harðari kapping við 9 aðrar sangir, tá finalan í danska Grand Prixnum verður hildin leygarkvøldið 9. februar. Sangurin hjá Pæturi er nummar 9 í røðini, og næst- síðsta plássið átti ikki at gjørt møguleikarnar í kapp- ingini verri. Í løtuni eru Pætur og hansara fólk í holt við at leggja tónleikin til rættis, so grundarlagið verður gott, tá Pætur fer á pallin í Cirkusbygninginum at syngja sín sang beinleiðis fyri eini milióna stórari hyggjarafjøld í Danmark. Fyrireika ferjuleguna á Syðradali Seinni í hesum árinum skal arbeiðið at gera nýggja ferjulegu á Syðradali byrja Vænta sær nógv av Pæturi – Pætur syngur sangin við friðinum úr føroysku undir- grundini, og talan er um ein heilt serligan sang, sum sakt- ans kann taka øll á bóli í Grand Prixnum, heldur Mor- ten Carlsson, leiðari fyri Grand Prix tiltakið Umvælingin av elsta strandfaraskipinum gjørdist drúgvari enn æltað, men í næstu viku skal Barsskor aftur í sigling SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Umvælingin av strandfara- skipinum Barsskor er nú við at verða liðug, og Strandferðslan roknar við, at Barsskor fer aftur í sigl- ing í næstu viku. Seinastu vikurnar hevur Súlan loyst av í siglingini millum Klaksvík og Kals- oynna, og hendan avloys- arauppgávan gjørdist drúgvari enn ætla. Strandferðslan hevði vónað, at Barsskor kundi fara aftur í sigling fyrst í januar mánaði, men um- vælingarnar gjørdust eitt sindur drúgvari, enn roknað varð við. Barsskor var til høvuðs- sýn síðst í farna ári, og hetta sýnið vísti á ymiskt, sum skuldi fáast í rættlag. Nógv krøv Søgur gingu um, at Strand- ferðslan umhugsaði, hvørt tað var ráðiligt at umvæla gamla skipið, ella um tað kanska skuldi leggjast, eftir at Skipasýnið hevði sagt sína hugsan. – At byrja við sóu krøvini frá Skipaeftirlitinum kanska eitt sindur umfat- andi út, men tá vit fóru ígjøgnum alt, so var tað ikki so galið, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leið- ari á Strandferðsluni. Høvuðssýn er annað hvørt ár, og nú er Barsskor gjørdur so væl í stand, at hann kann røkja siglingina til og úr Kalsoynni í hvussu so er næstu tvey árini. Í næstu viku skulu onkrar royndir gerast, áðrenn Barsskor aftur fer í sigling. Barsskor aftur í sigling Krøvini frá Skipaeftirlitinum vóru nógv, men nú eru allar tær neyðugu umvælingarnar av Barsskor gjørdar C M Y K 9 8