Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin Oyggjablaðið Elton John konsertin stóran áhuga uttanlands Tað verður týsdagin 29. juni, at Elton John fer á pall á Tórsvølli. Konsertir við heimsnøvnum, sum Elton John, seta sum verða man sera stór krøv til fyriskipan. Bogi Andreasen frá Five Star Entertainment sigur, at arbeitt hevur verið við fyrireikingunum síðan miðskeiðis í mars mánaða. Og tá man hyggur eftir tí langa listanum við krøvum til ljóð og ljós útgerð, pall og eina rúgvu av øðrum viðurskiftum kring konsertina, so gerst man eisini greiður um, at tað krevur nógv at fyriskipa ein so stóra konsert, sigur Bogi Andreasen. Til dømis koma tveir trailarar og ein stórur vøruvognur til Føroyar í døgunum undan konsertini. – Har ímillum er eisini tað stóra pianoi hjá Elton John. Tá øll hjálparfólkini hjá Elton John koma til Føroyar, hava tey eisini heilt nógv viðføri við í flogfarinum, bæði viðføri, sum Elton John skal brúka og ymiskt sum skal brúkast á Tórsvølli í samband við konsertina. Tá Elton John fer á pall á Tórsvølli týskvøldið 29. Juni er tað onnur stóra konsertin, sum Five Star Entertainment hevur á Tórsvølli. Fyrra konsertin var sum kunnugt við Bryan Adams, tá 5.750 fólk vóru til eina útselda konsert við kanadisku stjørnuni. Til konsertina við Elton John eru pláss fyri 6.500 fólkum á Tórsvølli og ein av orsøkunum er, at vit hava broytt uppsetingina á Tórsvølli, sigur Bogi Andreasen frá Five Star Entertainment. Til konsertina við Bryan Adams stóð pallurin í norðara horni og var vøllurin so býttur upp, soleiðis at vit brúktu eina góða helvt til konsertøkið, umframt áskoðararplássini á eystaru og vestaru síðu. Nú verður pallurin mitt á vøllin og kemur pallurin at hava front ímóti áskoðaraplássunum á eystarusíðu, undir Høllin á Hálsi, sigur Bogi Andreasen. Hetta ger, at vit hava eitt sindur betri pláss og ikki minst eru nakað fleiri áskoðarapláss. Eins og við Bryan Adams konsertini, so verður gólv lagt á Tórsvøll og girðingar settar upp kring vøllin. Konsertøkið verður annars skipað við sølubúðum á báðum síðum frá pallinum og aftur til áskoðaraplássini. Elton John kendi til Føroyar og Five Star Enter tainment Um ein lítlan mánað verður stóra kon­ sert in við Elton John á Tórvølli. Atgongu­ merki til kon sert ina hava verið til keyps síðan 15. apríl og fyrireikarnir siga, at umframt heilt stóran áhu ga í Før oy um, so er tað eisi ni stórur áhugi fyri Elton John kon sert ini uttanlands. Dennis Holm frá Five Star Enter­ tain ment sigur, at nógv fólk úr Ís landi og Danmark koma til kon sert ina. ­ Og vit hava eisini fingið nógv ar teldu post ar úr Ong landi, har spurt verð ur eftir hvussu tey kunnu keypa at gongu merkir og um hvus­ su man ferðast til Føroyar. Eitt sind­ ur merkisvert er eisini, at fólk koma heilt úr Brasilia til kon sert ina. Annars hava fólk úr grannalondum okkara eisi ni ringt til okkum við al­ skyns spurn ing um, bæði við ynskj­ um um at vit skulu hjálpa teim um at møta Elton John, og um meiri praktisk ting, t.d. hvussu man kann keypa at gongu merk ir so tætt við pallin sum gjør ligt, sigur hann. Okkurt bendir á, at tað at kon sert in í Føroyum er ein as­ ta solo­ konsertin á Evropa­ ferð ini hjá Elton John í summar, ger, at fólk velja at ferðast eftir júst hes ari konsertini. Men tað eru ei si ni fleiri sum vísa á, at tey æt la at brúka het ta høvið til at vitja Før­ oyar, sigur Denn is Holm at enda. Nógv útgerð uttan lands til Elton John kon sertina Onnur stóra konsertin á Tórvølli Nú tíðin nærkast til at enska heims stjørnan Elton John fer á pall í Føroyum, eru tað fleiri sum spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til at fáa slíkar heims­ stjørn ur, sum eru vanar við at framføra fyri 10tals túsund áskoðar um, at koma til Føroyar at hava konsert. Sosialurin hev ur tosað við ein av fyri reikar unum Dennis Holm frá Five Star Entertainment. Dennis greiðir frá, at Five Star í eina tíð hevur roynt at fing ið í lag fund við persónliga um boðs mannin hjá Elton John. Og hetta eydnaðist so í september í fjør. Og at tá okkara umboðmaður fór á fund við persónliga u m boðs mann in hjá Elton John, so gjørd ist hann eitt sindur bilsin um, at teir vistu um Føroyar og um Five Star Entertainment. Umboðsmaðurin hjá Elton John greiddi frá, at dótt ur in varð gift í New York fyrr í summar (2009) og í brúðleypinum var eisini guitar leik ar in hjá Bryan Adams, Keith Scott. – Og har hevði Keith Scott fortalt um, at teir við Bryan Adams høvdu verið eitt fantastisk stað í fjør (2008), tá teir spældu í Føroyum. Eitt fantas tiskt land og fólkini vóru ótrúliga vinarliga og fyri­ kom andi, og ikki minst, so var alt rundan um konsertina í topp, hevði Keith Scott greitt frá. Og eg trúgv, at júst hetta, hev ur verið heilt avgerandi fyri at Elton John nú kemur til Føroyar at spæla, sigur Denn is Holm. – Tí fundurin við umboðsmannin hjá Elton John gekk gott og innan stutta tíð vóru tey stóru tingini upp á pláss, eftir var bara at fáa eitt dato, sum passaði inn í rest i na av Evropa­ferðini hjá Elton John, og tað bleiv so til týs­ dag in 29. juni, sigur Dennis Holm. Lagt til rættis: Dagfinn Olsen