mikudagur 9. juni 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
42
Sosialurin
Ítróttur
StríðSviljin
var munurin
Ólavur Øre Hansen
Ikki kann sigast annað enn at
EB/Streymur er steypaliðið fram
um onnur. Fjórða árið á rað eru
sundalagsmenn komnir í final una
í kappingini um Løg mans steypið.
Tó metir Egil á Bø ikki, at sunda
lagsmenn hava ein serstakan fry
mill, tá talan er um steypakapp
ingina.
– Nei, eg haldi ikki at vit gera
nakað ørvísi enn hini liðini.
Men tað er sum um vit eru
eyka uppsettir, tá talan er um
steypadystir, tí tað eru sokallaðir
»vinn ella forsvinn« dystir, sigur
Egil á Bø.
At sundalagsmenn vóru upp
settir til dystin sást frá fyrsta
bríkli, har teir lógu tætt upp at
mót spæl arunum, so teir ikki
fingu tíð ella pláss til at fáa glið
á
organiseraða
álops spælið.
Sambært Egili var hetta uppleggið
til dystin.
– Ja, vit lótu tættir á teimum
frá dystarbyrjan, sigur Egil, og
heldur fram, – at vit vístu sera
góðan stríðs vilja allan dystin,
har allir mans arbeiddu hart fyri
hvørjum øðr um. Tað hevði við sær
at B36 als ikki fekk fótin fyri seg í
stórum parti av dystinum.
Liðskiparin hjá B36, Klæmint
Matras er samdur við starvs
bróðr inum í EB/Streymi.
– Ja, sundalagsmenn kláraðu at
seta kílar í uppspælið hjá okkum,
og gjørdi tað trupult hjá okkum at
fáa samanhang í spælið. Tað var
ikki nógv sum riggaði hjá okkum í
dystinum, serliga í álopspartinum
vóru vit tannleysir, sigur Klæmin
Matras.
Samanumtikið var talan um
ein arbeiðssigur hjá EB/Streymi.
Hóast spælið ikki var tað besta, so
Sundalagsmenn kláraðu at seta kílar í
uppspælið hjá okkum, og gjørdu tað trupult
hjá okkum fáa samanhang í spælið
løgmanssteypið Sundalagsmenn eru klárir til fjórðu steypafinaluna á rað, eftir at
teir vunnu 2-0 á B36 í seinra hálvfinaludystinum. Talan var um ein uppibornan sigur til
sundalagsmenn sum vístu sera góðan stríðsvilja, meðan B36 als ikki fekk glið á egið spæl
B36 liðskiparin, Klæmint Matras
(22), stríddist sum altíð hart á
miðjuni, men sundalagsmenn
gjørdu tað sera trupult hjá
hvíta árstalsfelagnum at fáa
nakað samanhangandi spæl
Mynd: Sofus Johannesen
Vælkoyrandi rumenin hjá
EB/Streymi, Sorin Anghel,
stútaði hol á B36
Mynd: Sofus Johannesen