Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin Ítróttur kann eingin siga nakað um stríðs­ viljan hjá sundalagsmonnum. Teir vildu meira enn gestirnir, sum mangl aðu hugflog og neyð uga stríðs viljan at svara aftur. Tískil vann EB/Streymur ein uppi born­ an arbeiðs sig ur á einum tom um B36 liði. Sorin setti hol á Eftir ein málleysan fyrra hálvleik, har EB/Streymur hevði havt flestu málroyndirnar, so kom rætt uliga gongd á eftir steðgin. EB/Streymur legði seg á odda tá gott korter var farið av seinra hálv leiki. Málskjútti var Sorin Anghel, sum ótarnaður kundi stúta bóltin í kassan, eftir innlegg úr høgru síðu. Tað var sum at fáa váta vøttin hjá B36, tí beint áðrenn sunda­ lagsmenn løgdu seg á odda, fekk Christian R. Mouritsen ein góðan kjans, men René Tórgarð bjargaði. Ein mis nýttur kjansur, sum gjørd­ ist sera dýrur hjá B36. Eftir at sundalagsmenn høvdu lagt seg á odda var vent í holuni. Nú vóru tað B36 sum skuldi fram á vøllin, meðan EB/Streymur vóru klárir til steypafinaluna um støðan helt sær. Hóast sundalagsmenn høvdu neyð uga úrtlitið í skjáttuni, so løgdu teir seg ikki aftur at verja, men hildu á at trýsta høgt á vøllinum. Tak tikkurin hjá vert­ unum riggaði til fullnar, tí B36 kláraði ikki at fáa tak ið á dyst­ inum. Heldur vóru tað sunda lags­ menn sum høvdu bestu kjans ir­ nar, meðan tað var alt ov lítið bit í álopinum hjá B36. Tískil var tað í trá við spæl og kjansir at EB/Streymur økti um leiðsl una stutt undan dystarloki, við brotsparki, sum Kristoffur Jakobsen setti trygt í málið. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum end aði 2­0 til EB/Streym Sostatt vann EB/Streymur sam an lagt 3­2 á B36, og eru klárir til finaluna í steypakappingini 6. august, í Klaksík, meðan B36 hev­ ur nógv at rættað uppá innan næsta lands kappingardyst. post@sosialurin.fo Vit vístu sera góðan stríðsvilja allan dystin, har allir mans arbeiddu hart fyri hvørjum øðrum Egil á Bø og EB/Streymur høvdu gott tak á Jákupi á Borg og B36 Mynd: Sofus Johannesen Mynd: Sofus Johannesen Egil á Bø: Viljin var munurin Klæmint Matras: Vit fingu ikki glið á egið spæl – Eg eri sera errin av okkara avriki í dystinum, segði ein feg in liðskipari hjá EB/Streymi, Egil á Bø eftir dystin, tá Sosial­ urin fekk orðið á hann. Eftir at hava tapt fyrra hálv finaludystin 2­1, skuldu sunda lags menn vinna við Margáir í gjár, um teir skuldu koma í steypafinaluna fjórða árið á rað. Egil á Bø metir at hetta sást aftur á vøllinum, har sunda lags menn vildu meira, og strídd ust sum úlvar á skóg fyri hvørj um bólti, og av tí sama fekk B36 ikki glið á sítt spæl. – Sjálvt tá vit koma á odda miðskeiðis í seinra hálvleiki, so trekkja vit okkum ikki aftur á vøllin fyri at verja, men blíva við at spæla á sama hátt, og tað gav úrslit. – Tískil er tað fult uppiborið at vit vinna dystin, og koma í final una í steypakappingini, sig ur Egil at enda. Tað var ein sera skuffaður, men avgjørdur Klæmint Matras, sum Sosialurin fekk orðið á eft ir dystin – Vit høvdu sera trupult við at fáa spælið hjá okkum at koyra, men sjálvt um tað gekk betri eftir steðgin, so var EB/ Streymur betra liðið, og var tað tí uppi borið at teir vunnu, segði lið skiparin hjá B36. B36 hevur havt trupult við at umseta kjansir til mál í hes um kappingarárinum, og tað kom aftur til sjóndar við Marg áir í gjárkvøldið. Klæint Matras vísir á, at av tí at teir ikki kláraðu at mynda dystin, so er trupult at koma fram til kjansir. – Sjálvandi eru vit skuffaðir at tapa í hálvfinaluni, men nú mugu vit bara leggja tap­ ið aftur um bak, og hugsa um lands kapp ingina, segði Klæmint Matras. EB/Streymur - B36 2-0 (0-0) 1-0: Sorin Anghel, 62. 2-0: Kristoffur Jakobsen, 86. br Dómari: Petur Reinert EB/Streymur: René Tórgarð – Kristoffur Jacobsen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen – Gudmund Nielsen (Bjarni Jørgensen, 62.), Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen (Leif Niclasen, 79.) – Sorin Anghel (Arnar Dam, 69.), Arnbjørn Hansen Gult kort: Sorin Anghel, Gert Hansen B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Johan Ellingsgaard (Hjalgrím Elttør, 46), Fróði Clementsen (Dimitrij Jankovic, 78.), Oddmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen – Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Heini í Skorini (Høgni Eysturoy, 23.) - Christian R. Mouritsen, Jákup á Borg Gult kort: Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen