Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 44 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Tað er akkurát soleiðis steypa fót­ bóltur skal vera. Nógvir drama­ tikkur, mælskir áskoðarar, gott fótbóltsveður, óðir og fegnir menn og ikki minst: ein avgerandi vend í evstu løtu. Jú, áskoðararnir í Sarpu gerði í gjár fingu nógv fyri pengarnar. Víkingur vann fyrru hálv­ fin al una 2­1 í Fuglafirði. Tí var greitt undan dystinum í gjár, at ÍF undir øllum umstøðum skuldu fram at skora tvey mál. Tað var tó ikki til at síggja fyrstu løtuna av dystinum. ÍF liðið lá aftarlaga á vøllinum og stundum sá tað út sum, at tað var Víkingur, ið skuldi fram at skora. – Vit ætlaðu ikki at leypa fram­ av. Vit ætlaðu at spæla okkara spæl og tað plagar at geva nakrar møguleikar og tað gjørdi tað eisini í fyrra hálvleiki. Vit skapa nakrar møgu leikar og fáa eisini eitt mál. Tað er sama støðan í seinna hálvleiki, men vit skapa ikki líka nógvar møguleikar. Vit hava tol líka til seinna málið kemur, sigur Høgni Zachariassen. Júst sum Víkingur tóktist hava tamarhald á støðuni, so traðkaði Andy Olsen fram. Eftir góða dribbl ing í vinstru, sendir hann bólt in inn fyri til minsta mannin á ÍF liðnum, Dánjal á Lakjuni. Fyrr verandi brasilski framherjin, Romario, segði eina ferð, at tað ræður ikki um at vera hægst, men fyrst á bóltin. Tað var Dánjal á Lakjuni og kundi stúta meiri lív í vónina hjá fuglfirðingum at koma í finaluna. – Fyrsta málið ger tað nógv lætt ari at koma út til seinna hálv leik. Vit skulu fram at skora mál og tað vistu vit áðrenn, men fyrsta málið ger sjálvandi upp gáv una lættari, sigur Høgni Zachariassen. Í seinna hálvleiki gjørdist dyst urin meira opin og í løtum sá einki út hjá teimum reyðu úr Fugla firði. Millum annað Høgni Zachariassen skal verða glað ur fyri, at Lars Müller ikki gav honum enn eitt gult kort í seinna hálv leiki eftir mótálop hjá Víkingi. Víkingur kom til nakrar vandastøður, men onkurs vegna tóktust teir ikki eins áhug aðir sum fuglfirðingarnir at fáa fatur á bóltinum, tá á stóð framm an fyri ÍF málinum. – Vit eru vandamiklir í deyð­ bóltsstøðum, so sjálvt um vit ikki skapa so nógvar møguleikar, so trúgva vit alla tíðina uppá, at vit kunnu skora, sigur Høgni Zachariassen Í tíðini, dómarin hevði lagt aftrat, megnaðu fuglfirðingar at senda eina sjokkbylgju gjøgnum Gøtu og Leirvík. Eitt innlegg kem­ ur inn fyri úr høgru og har er Jan Ellingsgaard fyrstur á bóltinum og sendur ÍF í steypafinaluna. – Vit ynskja ikki at vera tað veika liðið í Eysturoynni longur, nú skulu vit vera tað sterka liðið. Vit fóru inn fyri at spæla okkara spæl og vit vistu, at so fóru vit at fáa møguleikar og mál, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF. Teir seinastu minuttirnar royndi Víkingur at trýsta og var tað nær við ta einu ferðina. Fleiri av leik arunum hjá Víkingi vilja verða við, at Jákup Mikkelsen datt inn í málið við bóltinum. Sjálv ur avvísir hann at bólturin var innan fyri. Seinasta sparkið í dystinum átti Øssur Dalbúð, tá hann enda liga staðfesti, at ÍF verður á Summar festivalinum. Eftir upp spæl frá Nenad Saric, skorar Øssur Dalbúð til endaliga úrslitið 3­0. – Tú kanst gott siga, at tað er fótbóltsfepur í Fuglafirði og fólk ini stuðla felagnum væl. Tað hjálpir eisini tá á stendur á vøll­ inum. ÍF skal í finaluni møta EB/ Streymi. trondur@sosialurin.fo løgmanssteypið ÍF er í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Tað er greitt, eftir at teir í gjár vunnu 3-0 í Sarpugerði ímóti Víkingi. Avgerðin fall ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. – Vit vóru í finaluni ímóti gamla GÍ fyri nøkrum árum síðani, men tá eydnaðist tað einki serligt hjá okkum. Nú fingu vit ein møguleika at hevna tað tapið og tað haldi eg vit gjørdu við manér, sigur Høgni Zachariassen, liðskipari hjá ÍF Steypadrama- tikkur til SeinaSta bríkSl Vit ætlaðu at spæla okkara spæl og tað plagar at geva nakrar møguleikar, og tað gjørdi tað eisini Vit ynskja ikki at vera tað veika liðið í Eysturoynni longur – men tað sterka Høgni Zachariassen og hinir fuglfirðingarnir vunnu aftur í Gøtu, og hesuferð ognaði sigurin teimum finalupláss Mynd: Álvur Haraldsen