mikudagur 9. juni 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
Sosialurin
Ítróttur
Bygdirnar á
størsta pallin
á Summar
festivalinum
løgmanssteypið Í bara fimm av
teimum 21 finalunum, sum higartil eru
spældar um løgmanssteypið, hevur
í minsta lagið annað av luttakandi
liðunum ikki verið úr høvuðsstaðnum
Tróndur Arge
Í gjárkvøldið gjørdist tað greitt,
at tað vera ÍF og EB/Streym ur,
sum í steypafinaluni skulu
stríðast um at vinna løg mans
steypið. Harvið varð tað í 2.
hálvfinaluni vent upp og niður
upp á støðuna soleiðis, sum hon
var eftir fyrru hálvfinalurnar.
Víkingur vann 21 á ÍF í
Fugla firði, og B36 vann 21 á
EB/Streymi í Gundadali. Í gjár
kvøldið eydnaðist tað hvørki
Víkingi ella B36 at skjóta mál.
ÍF vann 30 í Sarpugerði. Tað er
størsti sigur hjá fuglfirðingum
í Sarpugerði í mong ár, og EB/
Streymur vann 20 á B36 við
Margáir.
Finalan
verður
spæld
fríggja kvøldið
6.
august
í
Klaks vík, meðan Summar festi
valurin verður. Finalan verður
altso spæld á bygd, og tað
verða tvey bygdalið, sum fara
at stríðast um løgmanssteypið
og at gongumerkið til at taka
lut í europeisku kappingini
um eitt ár.
ÍF hevur bara eina ferð áður
verið í steypafinaluni. Tað var
ólavsøkudag í 2005, tá ið ÍF á
Tórsvølli tapti 41 ímóti GÍ. EB/
Streymur hevur verið tríggjar
ferðir áður í finaluni – trý tey
undanfarnu árini. Í 2007 vann
EB/Streymur 43 á HB á ovara
vølli í Gundadali, í 2008 vann
EB/Streymur 32 á B36 á ovara
vølli í Gundadali, og í fjør tapti
EB/Streymur 32 ímóti Víkingi
á ovara vølli í Gundadali.
Tað hevur verið kappast
um
løgmanssteypið
síðani
1989. Tað vil siga, at 22. finalan
stendur fyri framman. HB
hev ur vunnið fimm finalur, og
B36 hevur vunnið fýra finalur.
HB hevur tapt seks finalur, og
B36 hevur tapt tvær finalur.
Allar 21 finalurnar hava verið
spældar í Gundadali, og Havnin
hevur sekstan ferðir átt eitt
finalulið.
Eina ferð hevur finalan um
løgmanssteypið staðið millum
B36 og HB. Tað var í 1991, tá
ið B36 vann 10, og Bergur
Magnussen skoraði einsamalla
mál ið. HB hevur ikki verið í
steypafinaluni síðani 2004, og
B36 hevur ikki verið í steypa
finaluni síðani í 2006.
Fimm ferðir áður hava
finalurnar verið millum tvey
bygd ar feløg: KÍGÍ 61 í 1990,
KÍB71 21 í 1994, GÍVB 60 í 1997,
GÍÍF 41 í 2005 og VíkingurEB/
Streymur 32 í 2009.
Nú er tað greitt, at finalan
í ár verður millum tvey feløg
av bygd. Og finalan verður
meiri bygdaslig, enn allar tær
undanfarnu hava verið. Um
framt at luttakararnir vera av
bygd, so verður finalan hesa
ferð spæld á bygd.
Kanska verður áhoyraratalið
størri til onkra konsertina á
Summarfestivalinum,
enn
áskoðaratalið verður til steypa
final una. Men tað er eing in ivi
um, at pallurin verður størri,
enn hann verður á nakr ari
konsertini, tá ið ÍF og EB/
Streymur fara at spæla finalu
um løgmanssteypið fríggja
kvøldið 6. august – í Klaksvík.
trondur@sosialurin.fo
Víkingur – ÍF (0-1) 0-3
0-1: Dánjal á Lakjuni (25)
0-2: Jan Ellingsgaard (91)
0-3: Øssur Dalbúð (95)
Dómari: Lars Muller
ÍF:
Jákup Mikkelsen, Áki Petersen, Uni R. Petersen, Høgni Zachariassen(Liðsk), Jan Ellingsgard – Dánjal á
Lakjuni, Frank Poulsen(Fritleif í Lambanum 74.min), Alexander Jovevic(Karl Løkin 70.min) Andy Olsen –
Nenad Saric og Øssur Dalbúð
Gul kort: Høgni Zachariassen, Nenad Saric
Víkingur:
Geza Turi – Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Áslakur Petersen, Bárður Hansen – Finnur Justinussen, Súni
Olsen(Liðsk), Nenad Stankovic, Hans Jørgen Djurhuus(Kaj Leo í Bartalstovu 42.min) – Sólvi Vatnhamar
og Sam Jacobsen(Martin Olsen 85.min)
Gult kort: Sverri Jacobsen, Atli Gregersen
Stór frøi á reyðu fuglfirðingunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað sigur Jákup Mikkelsen um
støðuna seint í seinna hálvleiki,
tá fleiri víkingaleikarar vildu
vera við, at bólturin var innan
fyri
eftir
deyðbóltsstøðu.
Støðan hendi stutt eftir at ÍF
hevði lagt seg á odda 2-0 og 3-2
samanlagt. Tí vóru menn heitir
um tað mundið.
– Eg haldi ikki eingang, at
bólt urin var á málstrikuni. Eg
datt inn móti málinum, men
kastaði bóltin frá mær, áðrenn
hann kom ov nær málinum.
Bólturin var absolut ikki inni,
sigur
Jákup
Mikkel sen,
tá
Sosialurin tosaði við hann stutt
eftir dystin.
Fyrrverandi
landsliðs mál-
mað ur in hevði næstan mist
vónina um at koma í finaluna.
– Tá eg spurdi dómaran um
tíðina og hann segði at tað vóru
fimm minuttir eftir, hevði eg
ringt við at trúgva upp á tað.
Vit spældu okkara spæl og tað
eydn aðist tíbetur fáa seinna
málið, sigur Jákup Mikkelsen
Fyri klaksvíkingin í ÍF mál-
inum er steypafinalan nakað
heilt serligt í ár.
– Fyri meg er tað sjálvandi
serliga stuttligt at koma í steypa-
finaluna í ár, tí hon verður leikt
í Klaksvík. Tað verður stutt ligt,
sigur Jákup, meðan viðleik ar-
ar nir, ein fyri og annar eftir,
koma út úr skiftirúminum við
ein um stórum smíli og glimt í
eyganum.
At Jákup Mikkelsen hevur
spælt leingi á hægsta støði
kem ur til sjóndar, tá Sosialurin
spyr
hann
um
fyrrverandi
steypa final ur hjá honum. Tá fer
Jákup at ivast eitt sindur, men
tað gong ur væl at minnast tær,
hann hev ur vunnið.
– Also eg havi vunnið tvær
steypakappingar við KÍ og eina
við B36, men eg minnist ikki
rætt iliga, hvussu nógvar eg
tapti. Tað hevði verið stuttligt at
vunn ið steypakappingina við ÍF
eis ini, tí so havi eg vunnið hana
við trimum liðum, sigur Jákup
Mikkelsen at enda.
Tað sigur Súni Olsen, sum var
liðskipari hjá Víkingi í gjár.
– Eg má rósa ÍF, tí teir vóru
klárt betra liðið í dag. Teir vildu
meir enn vit og teir vunnu uppi
borið. Einki riggaði hjá okkum í
gjár. Støðan var leingi 10, men
so fáa teir eitt bíligt fríspark,
men tað er so tað. Sæð yvir allan
dyst in, so høvdu teir uppiborið
at vinna 30 og meira er ikki at
siga um tað, sigur Súni Olsen.
Tað sá leingi út til, at Víkingur
fór at koma í finaluna á øðrum
sinni í tvey ár, men mistu á
stokk inum.
– Tann útstrálingin og vill
skapurin, ið vit eru kendir fyri,
var ikki til staðar í gjár. Vit vóru
alla tíðina ein metur aftan fyri
teir, vit vinna ikki nærdystirnar
og teir eru eisini fyrstir á teir
leysu bóltarnar. Teir vóru betri
enn vit á øllum plássum, sigur
ein vónsvikin Súni Olsen eftir
dystin.
Tað er ilt at seta fingurin
á, akkurát hvat gekk galið hjá
Víkingi, men eitt er vist og tað
er at Víkingur endurvinnur ikki
Løgmanssteypið.
– Eg tími so illa at tosa um
hvat gekk galið hjá okkum. Alt
rós til ÍF, tá eitt lið kemur her og
vinnur 30, so er tað uppiborið,
sigur Súni Olsen at enda.
Jákup Mikkelsen:
Absolut ikki innanfyri
Súni Olsen:
Eg má rósa ÍF