mikudagur 9. juni 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Alt er gott í Hvalvík
Rólant Waag Dam
Miðskeiðis í januarmánaði í ár
flutti ein dani til Hvalvíkar. Nakrar
dagar áðrenn hevði EB/Streymur
kunngjørt, at felagið hevði gjørt
sáttmála við 26 ára gamla Daniel
Udsen, sum kom úr danska felag
num Vanløse.
Í Vanløse varð Daniel Udsen nógv
róstur fyri síni avrik á miðvøllinum,
og tað var millum annað tað, sum
gjørdi, at EB/Streymur gjørdi av
talu við hann.
– Tað var gjøgnum mínar kon
taktir frá tíðini í FC Amager, at
eg kom í samband við føroyskan
fótbólt. Todi Jónsson og Julian
Hansen vóru báðir, tá eg spældi
har. So tosaði eg eisini við Dennis
Holmberg, sum spældi við B36 í fjør,
um støðið og hvørt av sínum, greiðir
Daniel Udsen frá, um sambandið við
EB/Streym og føroyskan fótbólt.
Síðani kom hann til Føroya og
undirskrivaði sáttmálan við EB/
Streym.
– Og tað havi eg á ongan hátt
angrað, sigur Daniel Udsen av
gjørdur.
Danskur innandurameistari
Daniel Udsen er annars upp vaks
in í Albertslund uttanfyri Keyp
mannahavn, har hann spældi so
at siga øll síni ungdómsár. Síðani
skifti hann til Hvidovre, men var
skaddur í næstan tvey ár og flutti
tískil aftur til barndómsfelagið, har
hann spældi í trý ár. Síðani hevur
Daniel Udsen verið í bæði Greve,
FC Amager, FC Vestsjælland og
Vanløse, áðrenn leiðin gekk til EB/
Streym og føroyskan fótbólt.
Sum tað sæst, so er hetta ikki lið,
sum hava verið við at mynda toppin
í donskum fótbólti.
– Men eg havi verið Danmarks
meistari í innandurafótbólti fleiri
ferðir, sigur Daniel Udsen flennandi.
Við hesum tryggjaði hann sær eisini
rætt at spæla Champions League í
innandura fótbólti, men hetta valdi
Daniel Udsen tó frá.
– Tað verður spælt í august mán
aði, og eg havi altíð raðfest utt
andura fótbólt framum innandura,
sigur hann. Tískil vóru liðfelagar
hansara á innandura liðnum í
Montenegro í fjør og spældu uttan
hann.
Í ár er tó líkt til, at Daniel Udsen
sleppur at spæla altjóða fótbólt
uttandura. EB/Streymur skal nevni
liga spæla Euro League í summar,
og tað gleðir Daniel Udsen seg nógv
til.
– Tað var millum annað upp
livingar sum tað, eg vónaði at fáa í
føroyskum fótbólti, sigur hann.
Eitt annað, sum Daniel Udsen
eisini vónar og droymir um, er at
gerast partur av føroyska lands
liðnum.
– Omma mín Anna Jacobsen var
úr Sørvági, so eg eri ein fjórðings
Daniel Udsen, sum spælir við EB/Streymi og býr í Hvalvík, hevur bara gott at bera bygdini,
felagnum og arbeiðsplássinum í frítíðarskúlanum. Les samrøðuna við danan, sum her greiðir
frá, hvørjir av hansara liðfeløgum høvdu staðið seg í bestu donsku fótbóltsdeildini, hvat
børnini í frítíðar skúlanum læra hann og hví hann gleðir seg til Sundalagsstevnuna
Eingin broyting
– og tó
Annars heldur Daniel Udsen
ikki, at tað var tann stóra
broytingin at koma til
Føroya.
– Eg havi verið her onkuntíð
fyrr, so tað var eingin skelk
ur sum so. Og í mangar
mátar minnir tað nógv um
Danmark. Her síggja vit
eisini danskt sjónvarp og
keypa danskar vørur. Tað
einasta sum manglar, er
í roynd og veru familjan,
daman og vinmenninir.
Men eg havi so fingið
nakr ar vinmenn her, so tað
hjálpir væl, sigur Daniel
Udsen, sum nú gleðir seg til
Sundalagsstevnuna.
– Ja, fólkið í bygdini tosa
nógv um tað. Sum eg skilji,
so verður tað onkur kapping
við bátum, fortelur Daniel
Udsen, sum eftir øllum at
døma ikki heilt hevur sett
seg inn í tjóðarítrótt okkara
enn.
– Eg haldi í øllum førum,
at fólk gleða seg nógv.
Vit spæla so móti ÍF um
kvøldið, og so sleppa vit
kanska ein túr í bygdina
aftaná. Tað er í øllum førum
heilt øðrvísi í mun til í
Dan mark. Veitslurnar her
eru nógv meira sosialar, og
øll eru við. Tað er stuttligt,
haldi eg, sigur Daniel
Udsen.
Nú vónar hann Daniel
Udsen, at tað eisini av
álvara verður stutt ligt at
spæla lands kapp ingar fót
bólt við EB/Streymi.
– Tað gekk einki serligt
at byrja við. Men eg haldi,
at vit hava spælt betri
enn tað, stigatalvan vísir.
Seinastu fýra lands kapp
ingardystirnar hava vit
eisini fingið tíggju stig, og
vón andi fáa vit trý aftrat
leygar dagin, sigur Daniel
Udsen.
Daniel Udsen dámar sera væl at arbeiða í frítíðarskúlanum í Hvalvík, og ofta er hann á vøllinum við Margáir saman við børnunum og spælir bólt
Mynd: Annika Waag Dam