Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 Sosialurin Oyggjablaðið føroyingur og havi tí møguleika at spæla á føroyska landsliðnum, fortelur Daniel Udsen, sum longu hevur verið inni í landsliðshitanum, eftir bara fáum mánaðum í Føroy­ um. – Eg skuldi við landsliðnum til Íslands at spæla dyst, men í einum innanhýsis venjingardysti við lands liðnum beint áðrenn, gjørdist eg skaddur og mátti geva avboð, harmast hann. Hans Pauli og Arnbjørn hava evnini Hetta við skaðum, er tað einasta, sum Daniel Udsen harmast um í Føroyum. – Eg eri komin her til fyri at spæla fótbólt, men havi verið so nógv skaddur og tískil ikki luttikið nakað serligt í dystum enn. Nú eri eg tó við at koma fyri meg aftur. Við øðrum orðum venur Daniel Udsen av øllum alvi saman við liðfeløgunum, og tað dámar honum væl. – Eg fekk at vita frammanundan, at EB/Streymur var eitt lið, sum var tekniskt væl fyri. Tað dámdi mær væl, tí tað passar væl til mín, sigur Daniel Udsen, sum heldur, at hansara lið telur nógvar góðar leikarar. – Og í føroyskum fótbólti eru fleiri, sum høvdu staðið seg á hægsta støði í Danmark, sigur Dan­ iel Udsen. Spurdur, um hann kann nevna onkrar av hesum, er Daniel Udsen skjótur at svara. – Ja, taka vit EB/Streym so er heilt víst, at menn sum Hans Pauli (Samuelsen, blðm.) og Arnbjørn (Hansen, blðm.) høvdu staðið seg í bestu donsku deildini. Undir øllum umstøðum hava teir evnini til tað, metir Daniel Udsen. Navn: Daniel Udsen Føðingardagur: 2. september 1983 Bústaður: Hvalvík Feløg: Hvidovre, Albertslund, Greve, FC Amager, FC Vestsjælland, Vanløse og EB/Streymur Fakta 430 Hvalvík · tel 42 23 94 okhammer@post.olivant.fo www.okheilsola.com www.mega-danmark.dk Góðar 50 krónur Tað eru uml. tað hann kostar í rakstrarkostnaði um vikuna Umhvørvisvinarlig koyring Í býnum kanst tú fylgja ferðsluni uttan trupulleikar. Pláss er fyri 2 vaksnum og bilurin kann byggjast upp júst sum tú vilt hava hann. MEGA ger av við allar fordómar um el-akfør. Fleiri kommunur í Danmark, deildir í donsku verjuni og nøkur íbúðarfeløg hava sæð ljósið. Nær verður tín túrur? Vit ynskja øllum eina góða Sundalagsstevnu Børnini læra hann føroyskt Nú hevur Daniel Udsen verið í Føroyum í fimm mánaðir. Hesa tíðina hevur hann verið sera fegin um sum heild. – Mær dámar sera væl og hetta er júst tað, eg hevði vónað. Hvalvík er ein friðarlig bygd og eg kann einki ringt siga um tíðina her. Eg havi fingið ein góðan bústað og bil. EB/Streymur hevur hildið alt, teir hava lovað. Liðfelagarnir hava tikið væl í móti mær og eg stórtrívist á arbeiðsplássinum, greiðir Daniel Udsen frá. Á sama hátt sum í Danmark, arbeiðir hann eitt sindur aftrat fótbóltinum. – Tað gjørdi eg eisini í einum frítíðarskúla í Danmark, so hetta er super hjá mær. Børnini eru ógvuliga fitt og skilja merkiliga væl danskt. Samstundis læra tey meg eisini eitt sindur av føroyskum. Ja, hetta er faktiskt ein fínur máti at læra lokalsamfelagið at kenna upp á, tí á henda hátt komi eg í samband við børn, foreldur og starvsfólk í økinum, sigur Daniel Udsen.