fríggjadagur 11. juni 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fyri hálvum øðrum ári síðan
fór 23 ára gamla Stein unn
Djónadóttir Frýdal til Dan
markar at læra til møbil
snikkara.
Fyrst hugsaði hon um at
læra til møbildesignara, men
hon vildi duga handverkið
frá grundini fyrst.
Fyrsta árið gekk hon á
Svend borg
Erhvervsskole,
og lærupláss fekk hon hjá
møbla virki num Carl Hansen
& Søn uttan fyri Odense.
Ein dag fyrst í mai skuldu
hon og ein annar lærlingur
fresa, og tað var í samband
við at tey skuldu gera køks
inn búgv.
Steinunn stillaði upp, og
tendr aði fresaran. Í somu
løtu hendi óhappið. Ein jarn
stong, sum ikki hevur nóg
væl spent, reyk upp, rakti
knív ar nar og fór so beint inn
í búkin á Steinunn.
Uttan at vera tilvitandi
um tað, náddi Steinunn tí
bet ur at snara sær eitt sindur
á, so stongin ikki rakti hana
beint í búkin, men eitt sindur
út á síðuna.
Hon reyk hálvan annan
met ur afturyvir.
Fataði tað ikki
Hin lærlingurin var vitni til,
hvat hendi. Hann gjørdist
skakk ur og rann yvir til
hennara at vita, hvat var
hent henni.
Tað gekk ikki upp fyri
mær beinanvegin, hvat var
hent, sigur Steinunn.
Lærarar komu til og ring
du eftir sjúkrabili.
Eg føldi tað tá, sum at
okkurt sprongdist innan í
mær, og eg fekk eina ræðuliga
pínu. Pinan frammanundan
var einki afturímóti.
Sjúkrabilafólkini
kann
aðu hana, og tástaðni fekk
hon at vita, hvat var hent
hen ni.
Í skundi varð Steinunn
løgd á skuðborðið.
Tá ið hon vaknaði aftur,
fekk hon at vita, at hon hevði
fingið hol inn í síðuna av
jarnstongini, sum var far in
20 cm inn í búkin. Hon hevði
havt eina stóra blóð saml ing,
fýra hol vóru á tunn tarm i
num, og neyðugt hevði verið
at tikið 30 cm av tarminum.
Steinunn gjørdist í øðrini,
tá ið hon fekk at vita, at hon
hevði fingið keisaraskurð,
ein langan skurð oman eftir
búki num. Men valið hevði
ver ið, at hon ikki kom frá
óhapp i num uttan mein.
Vildi upp
Steinunn lá á sjúkrahúsinum
í seks dagar, og lívlig sum
hon er, kundi hon illa góð
taka bara at skula liggja still
í songini.
Eg vildi upp á beinini,
men tað minnist eg lítið til,
tí eg fekk so nógvan heilivág.
Eg var so illa fyri, at eg fekk
einki gjørt, fekk hvørki ligið
ella sovið.
Starvsfólkini noyddust at
hótta hana við, at hon kundi
vænta eitt og annað, um hon
ikki bant frið.
Teir fyrstu dagarnar eft
ir at hon varð útskrivað, var
hon heima í íbúðini hjá sær,
og føroyska vinkona henn
ara hjálpti henni væl.
Av tilvild var mamma
henn ara á veg til Danmarkar,
tá ið óhappið hendi, og tí
kun di mamman vera um
hana teir fyrstu dagarnar.
Fekk jarnstong
inn í búkin
ArbeiðsóhApp 23 ára gamla Steinunn Djónadóttir
Frýdal er komin til Føroya at hvíla seg eftir eitt álvarsligt
arbeiðsóhapp í Danmark. Á læriplássi hennara fór helvtin
av eini hálvum metri langari stong inn búkin á henni