Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 5 mynd: jens kristian vang – Hesa myndina við Smirli minnist eg ser liga væl, tí hetta var sama dagin, sum abbi mín, Johan í Hoyvík, doyði, sigur hann og peikar á eina aðra mynd av einum snotiligum ferðamannaskipi, ið helst er frá 1938. Báðar myndirnar hevur hann tikið sjálvur. Mangur ferðamaður er komin og farin úr Føroyum, síðan myndirnar vórðu tiknar, og Sigurd minnist, at ein dagin kom ein kanadiumaður við konu inn á Ferðamannastovuna og hevði einans sum mál at síggja ein livandi lunda. Ferðamaðurin hevði verið í Ný Fundnalandi og siglt aftur og fram í fleiri tímar fyri at síggja ein lunda á flogi, men lunda sá hann ongan, og tí var hann komin alla leiðina til Føroya at royna eydnuna. Inni á Ferðamannastovuni spurdi hann Sigurd, um hann kundi hjálpa sær. Tað var gamaní. Sigurd átti bát, sum lá við Kongabrúnna, og øll trý fóru tey so út í Nólsoyar íðu. Har vóru lundar í hópatali, lomvigar og enntá onkur súla at síggja, og kandiumaðurin fotograferaði sum óður. Tann maðurin fekk so fullan valuta fyri Føroya-ferð- ina, staðfestir Sigurd. 300 spaniólar á ferð Viðhvørt var uppgávan fløktari enn at finna ein lunda. Miðskeiðis í 70'unum kom eitt spanskt ferðamannaskip á Havn ina við 300 fólkum, og øll vildu tey sleppa at síggja oyggjarnar. Tá kravd ist hugflog. – Helvtin av ferðafólkunum fór við átta Toyoto-bussum til Hósvíkar og víðari til Fuglafjarðar. Bussarnir pass- aðu akkurát í Sundaferjuna. Hin helvtin fór við Smyrli norður gjøgnum Kals- oy ar fjørð, rundaðu Kallin og haðani á Fuglafjørð, og tað passaði so frálíka væl, at tá bussarnir komu oman móti Fugla firði, stevndi Smyril inn eftir vánni, minnist Sigurd. Og tað var ikki alt. Tá ferðafólkini møttust í Fuglafirði, skiftu tey um, so tey, sum høvdu koyrt í bussi, fóru umborð á Smyril, og hini fóru í bussarnar til Havn ar. Á hendan hátt fingu øll eina ógloym andi útferð í fagrasta veðri. Soleiðis hevur Sigurd Simonsen síðan 1956 rokast og fegnast um, at fólk fingu góðar upplivingar í Føroyum, og soleiðis rokast hann enn, tí tað er so sera spennandi at fáast við, sum hann sjálvur sigur. Hann ásannar, at tað kann vera sum at spæla í lottarínum at skipa fyri útferð um í Føroyum, tí veðrið er so óút- rokniligt, og júst tá hann nevnir veðrið, rennur honum til hugs, at nú er kaldari enn fyrr. – Øll tosa um, at tað verður heitari, men hetta er so ikki galdandi fyri Før- oyar. Fyrr kom altíð lýkka í luftina um 25. mai, men seinastu árum hava vit havt polar luft alt árið. At tað er vorðið kaldari, ger ongan skaða fyri ferða- vinnuna, tvørturímóti, tí vit fáa færri mjørkadagar, sigur Sigurd Simonsen. Ongir sjórænarar Nú reisist hann og fer eftir einum ringbindi. Í ringbindinum er eitt yvir lit yvir øll 48 ferðamannaskipini, ið koma til Føroya í ár. Sigurd sjálvur skal standa fyri at taka ímóti 23 av teimum. Á yvirlitinum í ringbindinum standa nøvnini á øllum skipunum, ið koma til Føroya í ár, og nær tey koma. Eftir at koma í juni eru týsku Columbus, Albatros og Delphin. Meðan hann greiðir frá, at trý skip koma ólavsøkuaftan, og at eitt teirra má fara á Kollafjørð vegna plásstrot, fer hann at grunda yvir útlitini hjá ferða- vinnuni. – Kreppa er nógvastaðni, og illa gongst hjá fleiri ferðaskrivstovum og flogfeløgum. Hetta kann ganga út yvir skipini, tí luksus er tað fyrsta, fólk spara burtur. Hinvegin er Norðuratlantshavið trygg farleið, tí her gera ongir sjó ræn - arar ónáðir. Helst koma fleiri ferða- mannaskip tí hendan vegin, sigur Sigurd Simonsen. Spurdur, hvussu leingi hann ætlar sær at halda fram, svarar hann, at tað er fínt at hava okkurt at fara upp til, tí at hyggja í sjónvarp allan dagin er onki lív. – Eg ætli at halda fram í eitt ár aftrat ella kanska selja fyritøkuna til onkran áhugaðan, sigur tann 90 ára gamli undan gongumaðurin í ferðavinnuni. Øll tosa um, at tað verður heitari, men hetta er ikki galdandi fyri Føroyar. Tað verður kaldari Síðan 1956 hevur 90 ára gamli Sigurd Simonsen í Hoyvík verið virkin í føroyskari ferðavinnu. Í ár tekur hann ímóti 23 stórum ferðamannaskipum