Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 8 Sosialurin Leiðarin á Corporate Finance deild bankans seinastu árini hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum í bankanum. Vit sóknast tí eftir nýggjum leiðara til deildina. Hevur tú neyðugu royndirnar og førleikarnar, er tað kanska tær, ið vit leita eftir. Ábyrgdarøkið Sum leiðari stendur tú á odda fyri og myndar Corporate Finance deildina. Deildin veitir ráðgevaratænastur í sambandi við millum annað: Keyp, sølu og samanlegging av fyritøkum Kapitalveiting og samanseting av fígging Skráseting av fyritøkum á virðisbrævamarknaði Ráðgevarnir á deildini virka sum tilgongdarstýrarar, sum fáa til vegar neyðugar greiningar og upplýsingar fyri kundar bankans. Á Corporate Finance deildini starvast trý fólk, íroknað leiðaran. Leiðarin fær tilvísing til stjórn bankans. Yrkisførleikar Talan er um starv á leiðslustigi, ið krevur hægri útbúgving í eitt nú virkis- og handilsleiðslu, roknskapi ella løgfrøði. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir frá líknandi starvi. Talan er um norðurlendskt virkisøki, og tú mást vænta ávísa nøgd av ferðing. Vit vænta, at tú kanst samskifta í skrift og talu á enskum og donskum, og at tú hevur góðan kunnleika til onnur norðurlendsk mál. Persónligir førleikar Sum persónur ert tú fyrikomandi, opin, kreativur, virkisfúsur og hevur hug at fremja gott samstarv. Vit vænta, at tú megnar at taka ímóti avbjóðingum í einum altjóða umhvørvi, at tú dugir at motivera, og at tú hevur evnini at samráðast tvørtur um landafrøðilig og mentanarlig mørk. Sum leiðari fyri corporate finance ert tú samstundis leiðandi corporate finance ráðgevi. Tú skalt hava hegni at seta teg inn í strategiska tørvin hjá kundunum, og tú mást hava dirvi og orku til at ganga á odda, tá ráðgevarauppgávur skulu loysast – ofta við stuttum skotbrái. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum altjóða umhvørvi, har ið virkismentanin er grundað á bankans kjarnuvirðir, sum eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Starvið gevur góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Løn og setanartreytir verða ásett eftir royndum og førleikum. Umsókn Send tína umsókn skjótast gjørligt saman við lívsrensli og viðkomandi skjølum til Føroya Banka Húsagøtu 3 Postrúm 3048 FO 110 Tórshavn ella starvsfolk@foroya.fo. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen, ssj@foroya.fo, John Rajani, jr@foroya.fo, ella við at ringja á telefon +298 330330. Umsóknin skal merkjast »Leiðari til Corporate Finance« og skal vera bankanum í hendi í seinasta lagi 24. juni 2010. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Leiðari til Corporate Finance deildina hjá Føroya Banka Nýggjur NissaN QashQai og QashQai+2 Meira stílur og Meira pláss Nýggi NissaN QashQai Urbanproof. Mastered. Úr kr. 244.000,- Nýggi NissaN QashQai+2 Urbanproof. Mastered. Úr kr. 298.000,- Undir Krákugjógv 19 · Tel: 34 54 00 · as@autoservice.fo Les meira um Nissan Qashqai á www.nissan-urbanproof.com Fæst við: • Panorama glastaki • Nissan Connect • Navigatión og bakkikamera • Fæst við All MODE 4X4 • 12,2 - 20,4 km/l. CO2 129 - 199 g/km Fæst við: • Upp til 7 sitiplássum • Panorama glastaki og takboylum • Nissan Connect • Navigatión og bakkikamera • ALL MODE 4X4 • Frá 11,9 - 18,9 km/l, Co2 139 - 199 g/km Sosialurin / KvR 34 18 00 QASHQAI nýtsla (blandað koyring): 11,9-19,2, CO2 129-199 g/km. QASHQAI+2 nýtsla (blandað koyring): 11,9-17,5 km/l, C02 139-208 g/km. Euro NCAP: 23.05.2007. Prísurin er uttan avhandanarkostnað uppá Kr. 2.550,-. Nýbilsgaranti 3 ár/100.000km, 3 ára lakkgaranti (ongar km avmarkingar), 12 ár ímóti gjøgnumtering. Bilurin kann vera vístur við eykaútgerð. Keypir tú ein nýggjan bil frá okkum, fært tú GuLLpaKKaN ókeypis