fríggjadagur 11. juni 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010
8
Elur flEstu plant
Í Varðabú Í Havn Hevur ElsabEth DaniElsEn fyri fjórðu ferð Í lÍvi sÍnum gjørt
ein urtagarð Heilt frá grundini. ein Hugnalig og friðarlig lunD mitt Í býnum
Samrøða
randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tá ið Elsebeth og Niels Pauli Danielsen
fyri fleiri árum síðan fóru at fyrireika
seg til, at hann skuldi fara frá sum
sóknarprestur í Norðoya vestara
prestagjaldi, fóru tey at hyggja seg um
eftir húsum at keypa. Í Klaksvík búðu
tey í prestagarði.
Tey leitaðu bæði í Klaksvík og
í Havn, og valið fall á húsini, sum
Kristian Eli og Jenny Lamhauge fyri
umleið 60 árum síðan bygdu sær í
Varðabú í Havn.
Tað var ikki minst orsakað av
stóra grundstykkinum, at tey valdu
at keypa júst tey húsini. Men tað taldi
sanniliga eisini við, at Varðabú var at
kalla mitt í býnum og ein blindvegur.
Eitt friðarligt umhvørvi og hartil
veðurgott.
Tá ið tey høvdu keypt húsini fyri sjey
árum síðan, fór Elsebeth beinanvegin
til verka.
− Eg hugsaði fyrst um, hvussu økið
lá í mun til veður og vind og sólar gang,
og so fór eg í gongd, sigur Elsabeth.
Ger alt sjálv
Hon spurdi seg eisini fyri, hvat tað
kostaði at fáa útbúgvin urtagarðsfólk
at gera arbeiðið, men so nógv vildi hon
ikki lata.
Elsabeth hevur áður gjørt tríggjar
aðrar urtaarðar frá grundini, í Ónagerði
á Viðareiði, á Gjarðanesi á Strondum og
í prestagarðinum á Brekku í Klaksvík.
Hon setti seg væl føra fyri at gera hetta
eina ferð aftrat.
− Tað er so stuttligt at síggja, at alt
skal vera vaksið so nógv eftir fáum
árum, sigur hon.
Grundstykkið er 1100 fermetrar, og
hon hevur verið ígjøgnum alt.
Veðurgott
− Her er so vælsignað veðurgott. Sóilin
skínur altíð her. Ommubørnini siga,
at sjálvt um tað regnar í Gundadali,
skínur sólin altíð hjá ommu. Her er
eingin ferðsla, og tað hoyrist ikki eitt
kis. Fyri tað kundi hetta tað sama verið
í Múla, sigur Elsebeth.
Tá ið tey keyptu húsini, varð kjall
arin innrættaður fyrst, og tá ið tað
arbeiðið var liðugt, kundi Elsebeth
halda til har, og gernadisdagarnar var
hon í Havn og arbeiddi hvønn dag í
urtagarðinum.
− Eg gróv og gróv.
Í urtagarðinum vóru fleiri stór trø.
Nøkur teirra noyddust at lúta fyri at
fáa meira ljós. Hekkurin var blómandi
ribes. Hann var gamal, og tí valdi
Elsebth at fáa hann burtur.
Frá einum granna fekk hon efeu,
sum nú prýðir veggin móti grannanum
omanfyri.
− Tað mesta, sum veksur her, havi
eg alt fram sjálv. Okkurt havi eg keypt,
og okkurt havi eg fingið. Sumt havi eg
tikið úr urtagarðinum, sum vit høvdu
í Klaksvík, sigur Elsebeth.
Í tí stóra urtagarðinum eru fleiri
ymisk bed við grótlaðing uttanum.
Elsebeth hevur skil fyri, nær hvør
einstøk planta blómar, og hon setir
planturnar niður soleiðis, at altíð er
nakað, sum blómar í hvørjum bedi.
Uppi í einum lerkatræi hongur
ein lampa, og uttan um bedið, har
Áðrenn Niels Pauli Danielsen fór frá sum sóknarprestur fyri aldur, fóru hann og Elsebeth at leita sær eftir húsum.
Valið fall á húsini í Varðabú í Havn, og tað var ikki minst orsakað av stóra økinum uttan um húsini
mynDir: jens kristian vang