Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 Sosialurin Eyðun Klakstein Fríggjadagin um eina viku verð ur prógvhandan á Før­ oya Læraraskúla. Tað eru tey, sum fóru undir lestur í 2006, sum nú fáa prógv. Talan er um 23 nýggjar lærarar ­ 16 konu fólk og 7 mannfólk. Seinastu vikurnar hev ur nógv verið at hoyrt um, at talan verður um upp sagn­ ir í fólkaskúlunum, tí boð eru komin frá Menta mála­ ráðnum um, at tímar skulu spar ast. Tí kundi kanska ver ið roknað við, at vánirnar hjá nýggju lærarunum at fáa prógv ikki vóru góðar, men so leiðis er tað ikki. Øll tey, sum hava søkt um starv, hava fing ið starv. Summi hava søkt fleiri størv og fingið fleiri størv, og so hava nýggju lærar arnir havt møguleika at gera av, hvørjum tilboði tey skulu taka av. Nýggju lærararnir halda, at tað hevur kenst serligur áhugi á skúlunum fyri at fáa mann fólk í starv. ­ Vit eru sjey mannfólk, sum nú fáa prógv, og tað er meiri enn so komið fyri, at skúlar hava vent sær til okkara við tilboðum um starv. Talið á mannfólkum í fólkaskúlunum er ikki so stórt, og tað er týðuligt, at skúla leiðslurnar ynskja at fáa fleiri mannfólk í starvs­ hópin, heldur Áki Mørk, sum er ein av teimum, ið fáa prógv fríggjadagin. Størv kring landið Átjan av nýggju lærarunum fara eftir summarfrítíðina at vera í starvsliðnum í føroyska fólka skúlanum. Onkur er í barnsburðafarloyvi, og onk­ ur ætlar beinanvegin at fara undir víðari lestur. Tá ið fregnast verður eftir, hvar nýggju lærararnir hava fingið starv, vísir tað seg, at níggju fara í starv í høvuðs­ staðnum, og tíggju fara í starv aðra staðni kring land­ ið. Onkur, sum eru ættað av bygd, hava fingið starv í Havn, meðan eingin, sum er ættaður úr Havn, fer út á bygd at arbeiða. Nýggju lærararnir hava verið til síðstu próvtøkuna. Seinas tu vikurnar á Lærara­ skúla num hava tey ymisk skeið. Tá ið vit vitjaðu í morg un, vóru tey á skeiði í Kropsmenning. Prógvini verða handað fríggjadagin 18. juni kl. 13.30. eydun@sosialurin.fo Lærarar kunnu velja og vraka ÚTBÚGVING Nýggju lærararnir, sum fáa prógv um eina viku, hava allir fingið arbeiði, og fleiri hava møguleika at velja millum fleiri tilboð um starv Eingin trupulleiki hevur verið hjá nýggju lærarunum at fáa starv í føroyska fólkaskúlanum Mynd: Jens Kr. Vang LÆRARAR Freistin Umsóknarfreistin at søkja inn á Læraraskúlan er nú mánadagin 14. juni. Umsóknarblað til lærara út búgv­ ingina og pedagogútbúgvigina fæst á heimasíðuni hjá Læraraskúlanum, flsk.fo, ella á heimasíðuni hjá Fróð­ skap ar setri Føroya, setur.fo, har umsóknarbløð til allar hinar útbúgvingarnar á Setrinum eisini eru at finna. Summi hava søkt fleiri størv og fingið fleiri størv