fríggjadagur 11. juni 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010
9
turnar fram sjálv
flaggstongin stendur, eru lampur, sum
hon kann tendra um kvøldið.
− Tá er ikki minst hugnaligt her.
Í einum króki standa borð og stólar,
og undir einum veggi eru tríggir stórir
steinar koppaðir á soleiðis, at teir kunnu
brúkast sum borð
Og stólar.
Vildi nakað annað
Í garðinum er stórur grasvøllur. Hann
hevur ongantíð verið veltur, og tað
sæst av, at mógvur er undir. Vøllurin
er alla tíðina hildin sum einhvør annar
grasvøllur, er taðaður og sligin.
Elsebeth sigur, at urtagarðurin
var væl hildin, men hon vildi hava
hann øðrvísi. Tí fór hon undir hetta
stórarbeiðið.
Vísir tað seg, at onkur planta ikki
stendur á rætta stað, flytir hon hana alt
eftir sólarganginum. Niðast í garðinum
eru trø stáplað. Tey fara í hvørnina
hjá Elsebeth. Beint við hevur hon ein
sankutøðkassa.
Har niðri hevur Niels Pauli saksað
moldina, tí tey hava eisini nakað av
eplum og rabarbum.
− Tað eru vínrabarbur, sum stava frá
ommu. Eg hevði tær í Klaksvík í 30 ár,
og nakað er eftir hjá øðrum av syninum
í Klaksvík.
Vespurnar eru farnar at síggjast og
hoyrast. Tað eru drotningarnar, sum
fyrireika seg til at byggja reiður.
Elsebeth heldur, at áhugi hennara
fyri plantur er nakað, sum liggur í
henni. Hon hevur ikki lært nakað,
men hevur bara følt seg fram og harvið
fingið royndir.
− Áhugan hava eg altíð havt.
− Eg minnist, at eg sum barn gekk
og sáddi ymist uttan fyri hús okkara
í Klaksvík, og so skjótt sum tað fór at
næla, át seyðurin alt av. Men eg royndi
bara aftur.
Hon varð fødd í Danmark undir
krígnum og hevði ommu og abba har.
Tað besta hon visti, var at fara niður
at ferðast hjá teimum, tí tey høvdu so
nógv berjatrø í urtagarðinum.
− Tað liggur eisini í mammusa ætt á
Húsum. Har vóru stór trø. Tað stuttliga
var eisini, at abbasystir mín giftist til
Havnar við Trónd Hansen. Eg var ofta
við mammu inni hjá teimum.
Virðislønir
Tá ið Klaksvíkar kommuna í 1984
skipaði fyri kapping um vakrasta
urtagarð, kom tað púra óvart á Elsebeth,
at hon skuldi fáa fyrstu virðisløn.
− Urtagarðurin var tá als ikki
liðugur, og vøllurin ikkii gjørdur. Men
tá vóru ikki so nógvir urtagarðar.
Í 2005 fekk Elsebeth enn eina ferð
fyrstu virðisløn í Klaksvík fyri sín
urtagarð.
− Eg var líka bilsin tá. Vit vistu ikki
av nøkrum, tá ið vit vórðu biðin um at
koma í býráðshøllina til handanina av
virðislønum. At vit skuldu fáa fyrstu
virðisløn grunaði eg ikki, tí tað vóru
so nógvir aðrir vakrir urtagarðar, sigur
Elsebeth.
Hon gremur seg um, at hon ikki
hevur gjørt so nógv í urtagarðinum í
vár, sum hon gjarna vildi. Ryggurin
hevur bilað.
Men fyri tað gevst hon ikki so.
Tað ger einki, um arbeiðið tekur sína
tíð, og hon hugnar sær millum allar
planturnar.