Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo v iðhvørt eru danskir politik­ arar ikki sína uppgávu vaksn ir. Hetta gekk sjón fyri søgn í gjár, tá Lene Esper­ sen, uttanríkisráðharri, í sam ráð í umhvørvisnevndini hjá Fólka­ ting inum boðaði frá, at Danmark fer at atkvøða ímóti, at føroyingar nakrantíð aftur sleppa at veiða stór hval. Hetta fer Danmark at gera á fundi í IWC, altjóða hvala­ veiði nevndini. Slíka arrogansu frá donskum politikarum hava vit merkt fleiri ferðir fyrr, ikki minst í sváru kreppu árunum í nítiárunum. Tá vístu fleiri ráðharrar í stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen beinleiðis vanvirðing fyri føroyingum, før ­ oysk um áhugamálum og ríkis fe­ lags skapinum. Á fundinum í IWC, sum verður í Marokko um tvær vikur, fer Dan ­ mark heldur at lurta eftir sjón­ armiðunum hjá ES – og taka und ir við, at bannað verður lond um, sum ikki veiða stórhval nú, nakran tíð aftur at veiða hval. At Danmark í onkrum málum setir álitið á ES hægri enn føroysk áhugamál, mugu vit helst liva við. Men legitimiteturin hjá Danmark í hvalaveiðunevndini er júst før­ oyska hvalaveiðan. Um Føroyar ikki høvdu veitt stórhval, so var Danmark als ikki limur í IWC. Tí er tað serliga arrogant, tá Danmark tekur eina so avgjørda støðu beint ímóti føroyskum og grønlendskum áhugamálum. Landsstýrið hevur eftir øllum at døma lagt trýst á ­ og eitt samt løgting stendur saman við lands­ stýrinum í hesum máli. Fólka tings­ menninir hava helst eisini gjørt sítt – men havandi í huga støðuna hjá Edmundi Joensen sum avgerandi atkvøða hjá donsku stjórnini, so er tað ikki gott nokk, um hann ikki hevur tosað við stórum stavum við Lars Løkke Rasmussen, sum betur enn nakar annar danskur politikari átti at skilt støðuna. Júst hetta vísir enn einaferð, hvussu danskir politikarar kunnu vanvirða føroysk og grønlendsk sjónarmið til tess at vinna sær onkran politiskan sigur onkra aðrastaðni – hesaferð helst á evropiska meginlandinum, har danska stjórnin frammanundan ikki er so høgt í metum. Kanska hetta ikki hevur so stór an týdning fyri føroyingar, tí stórhvalaveiða helst ikki er aktuell í fyrstu syftu. Men henda danska av­ gerðin ber í sær, at før oy ingar missa hendan fram tíðar møgu leikan hjá okkum at taka uppaftur hvalaveiðu á burðardyggum grund arlag. Hetta er ov simpult av donskum politik­ arum, sum eiga at fáa eina harða ábreiðslu frá før oyskum politik ar­ um. Hetta vísir eisini, at føroyskir fólkatingsmenn einki fáa burturúr at virka sum atkvøðuneyt fyri – í hesum føri – at halda einum borg­ arligum forsætisráðharra til makt­ ina, sum tá á stendur arrogant svík­ ir føroysk áhugamál. Vit missa møguleikan til burðardygga hvalaveiðu Lokalblaðið Norðlýsið reis ­ ir í oddagrein í gjár spurn­ ingin, um Sjónvarpið hjá Kring varpinum ikki átti at loyvt øðrum framleiðarum fram at sendinetinum. – Stóran part av døgn­ in um sendir Kringvarpið ein ýlitóna og eina grafiska mynd í hvørt heim í land­ in um. Hetta er sera trup ult at skilja, tí tað eru fleiri onn u r sum fram leiða sjón varps til ­ far, so sum lýs ing ar, filmar, konsertir, stevnir, kirkjuligir fundir, festi valar og annað, skrivar Norð­ lýsið í odda­ greinini. – Men hesi sleppa ikki framat í Kringvarpinum utt an at tilfarið fyrst verður góð kennt og góðskumett út frá nøkrum sera høgum tekniskum standardum. Úr­ slitið kenna vit – ein ýlitóni í sjónvarpinum. Norðlýsið heldur, at Kringvarpið skuldi lækka gáttina nakað og loyvt øðr­ um at sent tilfar á al menna sendinetinum hjá Sjón varp­ inum. Við at halda fast um út­ lendskar send ingar, end ur­ send ingar og ýli tóna hev ur Kring varpið virkað sum ein dýna oman yvir før­ oysk um krea tiv iteti, með an nøkur útvald hava fingið frítt rása rúm, at koma á tal við alla tjóðina fyri lurtarans rokn ing. Og tá hesi ikki tíma at senda – verður ýlitóni send ir til tjóðina, skrivar Norð lýsið. Ýlitónin køvir kreativitetin Donsk arrogansa og hvaLavEiða Í tvær vikur er Live aRt lista festivalurin á skránni á ymsum plássum kring land ið. Live aRt er eitt tvør­ listaligt tiltak, sum hevur til endamáls at skapa eitt forum millum ymisk fólk og ymiska list og millum okkum og útheimin. Ein av teimum, sum hevur verið við til tiltakið er danin Rasmus Balstrøm. Hann fæst við sprey máling – onkur vildi kallað tað grafitti. Hann hevur ferðast víðahvar og setti spor eftir seg – og nú ger hann tað eisini í Føroyum. Hann hevur spreyað eitt grafitti verk á ein vegg hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni. Veggurin var eitt sindur merkt ur av spreymáling, og tí helt Rasmus Blstrøm, at hann tað sama kundi gera eitt ordiligt grafitti verk, og tað fekk hann loyvi til. Jens Kristian Vang tók eina mynd av danska sprey­ málaranum og verkinum hjá honum á Miðlahúsinum. Rasmus spreyar Miðlahúsið So falla gekka­ skortarnir Høgni Hoydal kjak á síðu 12 Hugsið heldur um hallið Bjarni djurHolm kjak á síðu 13