fríggjadagur 11. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010
2
Hetta hendir
í summar
Stevnir, dagar og feStivalar. Í summar er ikki at
Sita heima og kúra. vit hava Savna tiltøkini Saman
So tú kann klippa út og hanga á kuldaSkápið
Juni
12.
Sangbólkurin Vitin og Russ Taff
í Klaksvík
12.
Sundalagsstevna í Hvalvík
14.-20. Eystanstevna í Runavík
19.
Urðardansur í Kvívík
19.
Mentanardagur í Mykinesi
19.
KomVið á Sandi
19.
Úr Sandvík til Akraberg
26.
Jóansøkubál í Funningsfirði
25.-27. Jóansøka í Vági
26.
Víkingadagar í Leirvík og Gøtu
24.-27. Summartónar kring alt landið
29.
Elton John á Tórsvølli í Tórshavn
Juli
2.-4.
Fjarðastevna í Vestmanna
2.-4.
Varmakelda í Fuglafirði
3.-4.
Úr Sandvík til Akraberg
3.
Útoyggjastevna í Heysti
3.
Barnafestivalur í Grasagarði í Havn
9.
Framsýning við Selmu Mikladal,
Galerie Focus í Havn
9.-11. Vestanstevna í Sørvági
10.-11. Bryggjudansur í Havn
15.-17. G! festivalur í Gøtu
17.
Laksa- og sølutorg í Runavík
27.
Ólavsøkukonsert í Havn
28.-29. Ólavsøka í Havn
AuGusT
5.-8.
Summarfestivalur í Klaksvík
6.-9.
Regatta í Hósvík
12.-15. Almenn summarlega á Selatrað
14.-16. Ovasteva í Nólsoy
18.-22. Føroya Sjómannadagur í Klaksvík
20.-22. Sandoyarstevna
28.-29. Ullarfestivalur í Vágum
28.
MiF Top Run í Kollafirði
Elton John á Tórsvølli
29. juni fer Sir Elton John at spæla
á stórari Open-Air konsert í Havn
Við fleiri enn 250 milliónum seldum fløgum
er Elton John ein av allarstørstu stjørnunum í
tónleikaheiminum yvirhøvur. Elton John hevur í
fleiri enn 40 ár verið ovast á tónleikatindunum.
Hann hevur spælt inn fleiri enn 30 fløgur/
albums, umframt LIVE-upptøkur og fløgur
til filmstónleik. Elton John hevur eitt ótal av
hittum, og hevur vunnið fimm Grammy awards,
ein Oscars Acadamy Award, eina Golden Globe
Award og eina Tony Award. Í 2008 varð hann
av Billboard Magazine staðfestur at verða tann
mest succesríki mannligur solistur á Billboard
Hot Top 100 listanum nakrantíð.
Barnafestivalurin 2010
Triðja árið á rað, skipar Margarinfabrikkin
fyri Barnafestivali í Grasagarði
Bæði í fjør og fyrra árið, var tiltakið ein
brakandi succés og atgongumerkini vóru
rivin vekk. Fyri at geva enn fleiri børnum
møguleika at sleppa á Barnafestival, og fyri
at gera tiltakið enn meira spennandi, er økið
víðka, soleiðis at fleiri av tiltøkunum verða í
Kommunuskúlagarðinum. Barnafestivalurin
verður leygardagin 3. juli, og økið letur upp
kl. 11. Skráin er sera spennandi og umfatandi.
Høvuðsnavnið í ár, er Jesper frá X-factor.
Annars verður Ævintýraferðin, Trøllapætur,
Kular Røtur, ung talent, el-bilar, søgufrásøgn,
grill, andlitsmáling, smábarnaøki og alt
møguligt annað stuttligt
MIF TOP RUN
Mjørkadals Ítróttarfelag (MÍF)
skipar fyri MIF TOP RUN, fyri 8. ferð
MIF TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga,
at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við.
TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti
brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid
Statoilstøðina í Kollfjarðadali (75 metrar yvir
havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir
havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km.
Tað er ókeypis at luttaka. Allir luttakararnir,
sum gjøgnumføra fáa eitt diplom eftir
renningina.
lagt til rættis: Inna Törnroos
Juni
Juli
AuGusT
Keldur:
Fivestar, visitFaroeislands.Fo, Kunning.Fo