Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Sum støðan er nú, síggi eg ong an møguleika fyri at fáa nóg nógvar undirskriftir. Í nakrar dagar hevur Kári á Rógvi, løgtingsmaður, roynt at fáa 14 løgtingslimir at skriva undir upp á, at Løg- ting ið skal kallast saman at við gera ymisk mál. Fær Løgtingsformaðurin eina áheitan frá 14 tinglimum um at kalla tingið saman, skal hann gera tað. Men Kári á Rógvi hevur nú slept ætlanini, í hvussu so er fyribils. Hann hevur fingið einar 10 undirskriftir á áheitanina á løgtingsformannin, men sum støðan er nú, sær hann ongan møguleika fyri at fáa tær síðstu fýra. Í andstøðuni eru 13 ting- limir, men tað eru eisini nakr ir tinglimir í andstøðuni sum ikki síggja nakað skil í at kalla Løgtingið saman nú. Setti álitið á makrelin Kári á Rógvi sigur, at tað var óviss an um makrelin, sum fekk hann at trúgva upp á, at tað bar til at fáa fleiri úr sam gonguni at skriva undir upp á at kalla tingið saman. Men nú endaði málið um makrelin fyribils við sátt og semju í samgonguni um, at landsstýrismaðurin í fiski- vinnu málum skal royna sam ráð ing ar leiðina einarferð aftur at. Hevði hendan semjan ikki ver ið gjørd í samgonguni mána dagin heldur Kári á Rógvi, at hann hevði havt størri møguleikar fyri at fing- ið tinglimir í samgonguni at skriva undir áheitanina um at kalla tingið saman. Men at Kári á Kári á Rógvi hev ur slept endanum, merkir ikki, at hann heilt hevur giv- i ð skarvin yvir. Hann fer at fylgja polit- isku gongdini neyvt hesa næstu tíðina og fær hann nakr ar ábendingar um, at stø ð an broytist so at fleiri ting limir taka undir við at ting ið verður samankallað, er hann aftur sinnaður at taka stig til at fara runt aftur í Løgtinginum við adressuni. Men hann heldur, at nú er einasti møguleiki at fáa ting ið samankallað, at onkur av flokkunum í samgonguni bein leiðis heldur, at tingið eig ur at kallast saman. Hesum hevur hann sligið seg til tols við og tí bíðar hann nú eftir, at onkur flokk- ur í samgonguni gevur tekin frá sær um, at hann heldur, at grundarlag er fyri at kalla ting ið saman. Og hann heldur fram- vegis, at úrslitið av telvingini um makrelin, verður lykilin, sum ger av, um nakar í sam- gongu ni vil hava tingið sam- an. Tí væntar hann í øllum før um ikki, at nakað hendir tær fyrstu vikurnar. aki@sosialurin.fo Kári á Rógvi heldur, at tað eru nógvar orsøkir til, at tingið eigur at verða kall- að saman. - Vit hava málið um makrel in, sum kann fáa vítt fevn da ávirkan á før- oyska fiskivnnu. Hann er sannførdur um, at hevði tingið ver ið saman nú, hevði lands- stýrið verður bomb ar der- að við fyrispurningin um makrelin, tí málið er so týdn ing armikið. - Eg haldi avgjørt, at spurningurin um ma krel - in hevur so stóran týdn- ing, at málið átti at verðið tik ið upp í tinginum sum eitt aðalorðaskifti, ella í mins ta lagi eigur tingið at skif ta orð um málið fyri at vita, hvørja støðu, vit skulu hava. Men tað má gerast ímeðan tíð er - og tað er nú. Hann heldur eisini, at niðurstøðurnar í lands- stýris málanevndini um Jacob Vestergaard og onnur mál um em bætis- førsluna hjá lands stýri- num, hava avgjørt uppi- borði eitt orðaskifti í tingi num. Men ikki minst sigur Kári á Rógvi, at tingið átti at viðgjørt spurningin um før oysku stjórnarskipan. - Í løtuni hendir tað løgna, at Fólkatingið hev- ur uppskotið til føroysku stjórn ar skipan, har støð- an hjá stjørnini er tann, at vit kunnu ikki seta hetta uppskotið í gildi, tí tað er brot á donsku grund lóg- ina. - Men alt hetta hendir, uttan at vit í Føroyum hava nakað sum helst mót spæl, hóast tað er bein leiðis skeivt, tí vit hava dømi um hetta sama bæði úr Íslandi tá tað var í ríkisfelagsskapi við Danmark og vit hava eisini dømi um tað úr Noregi ímeðan tað vara í ríkisfelagsskapi við Svø- ríki. - Í eini sak um ognar- tøku í Íslandi hevur danski hægstirættur eisi- ni dømt eftir íslendsku grund lógini hóast Ísland var í rikisfelagsskapi við Dan mark, sum sjálvandi ei si ni hevði sína grundlóg - So at siga, at tað ikki ber til, at Føroyar hevur sína egnu stýrisskipan, er at tosa ímóti veru leika- num. Tí heldur Kári á Rógvi at tað er ómetaliga um- ráð andi, at tingið verður saman kalla at viðgera mál ið og gera greitt, hvat mót spæl vit skulu hava til danska páhaldið. Nógvar orsøkir Kári á rógvi slept endanum adressa Kári á Rógvi, løgtingsmaður, hevur fyribils slept ætlanini at fáa kalla Løgtingið saman, hóast hann heldur, at fleiri mál eru so átrokandi, at tingið átti at verðið kallað saman Kári givin Kári á Rógvi hevur trolað í samgonguni, men til fánýtis. Og sum støðan er nú, er ongin møguleiki fyri at fáa nóg nógvar tinglimir í samgonguni at skriva undir upp á, at Løgtingið skal kallast saman at viðgera átrokandi mál Vit hava onki um helst mótspæl Hetta er at tosa ímóti veruleikanum Telvingin um makrel­ in verð ur av gerandi