fríggjadagur 11. juni 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010
4
samrøða
Uni Arge
uniarge@gmail.com
Mikumorgun. Á Garðavegi 2 í Hoyvík
andar alt av friðsælu. Sólin skínur,
og lýkka er í luftini. Ringdi til Sigurd
Simon sen á Hoyvíking Tours í gjár at
biðja um eina samrøðu. Nei, tað visti
hann ikki rættiliga. Tveir minuttir
seinni var avtalan í hús, og kl. 10.00
skuldu vit so hittast.
Sigurd tekur fryntligur ímóti og
bjóðar kaffi og rundstykkir. Á stovu
borðinum liggur ein snotilig bók um 293
metrar langa og 13 hæddir høga ferða
mannaskipið, Poesia, sum skuggaði fyri
Havnini mánadagin. Sigurd stóð sjálv
ur fyri vitjanini og fegnast um, at alt
gekk so væl, sum tað gjørdi.
– Veðrið var sera gott mánadagin,
og tí kundi skipið leggja at á Molanum.
Hevði skipið komið týsdagin, tá væl av
vindi var eystaneftir, hevði skiparin
ikki lagt at, og helst hevði hann heldur
ikki sett bátarnar út. Vit vóru ótrúliga
heppin, sigur Sigurd og brosar um alt
andlitið.
Sjónligt er, at hann framvegis brenn
ir nógv fyri móttøkum sum henni
mána dagin.
Heilt síðan í mai 1956, tá Føroya
Ferða mannafelag setti hann sum
leiðara á Ferðamannastovuni undir
Hotel Hafnia, hevur hann verið virkin
í ferða vinnuni.
Í teirri tíðini vóru ikki so nógv
fremmand ferðafólk í Føroyum sum
nú, og ferðamannaskipini, ið vitjaðu
oyggj arnar, vóru ongi. Fyri seinna
heims bardaga komu eini 45 skip til
Før oya um árið, men so kom kríggið,
og stóru skipini sóust ikki aftur fyrr enn
í 1959, minnist hann.
Leitaði eftir soninum
Á Ferðamannastovuni var tó nógv at
gera. Tjaldrið hjá Skipafelagnum, Hekla
hjá Skipaútgerð Ríkisins og Dronning
Alexandrine hjá DFDS sigldu í fastari
rutu upp á Føroyar, og nógv fólk stukku
inn á gólvið á Ferðamannastovnuni, ið
seinni flutti oman á Kongabrúnna.
– Tá vóru so fáir vegir í Føroyum,
at vit gjørdu næstan bert útferðir til
Kirkjubøar, sigur Sigurd og leggur á
borðið ferðaætlanirnar fyri skip, bátar
og flogfør, ið hann gjørdi hvørt ár
og sendi øllum ferðaskrivstovunum í
Norður londum. Tær vóru góð reklama
fyri Før oyar.
Í ferðaætlanunum vóru nógv ar lýs
ingar. Føroya Banki, Sjóvinnu bankin,
Tryggingarsambandið og aðrar stórar
fyritøkur hildu allar, at hetta var rætta
staðið at lýsa. Eisini Auto, Óli Arge og
Tórs havnar Svimjihylur lógu framvið
at gera vart við seg.
Sigurd minnist, at fyrstu fólk ini,
ið stukku inn á gólvið á Ferðamanna
stovuni, tá hann byrjaði í mai 1956,
vóru tvær kanadiskar kvinnur. Onn ur
var móðir og hin systir ein av monn
unum, sum doyðu við kanadiska flúgv
aranum, ið rendi á inni á Viðvík 23.
apríl í 1943.
– Tær vóru komnar til Føroya at
síggja grøvina, og mín uppgáva tann
dagin var at skipa so fyri, at tær sluppu
at síggja allar gravirnar í kirkju
garð inum við Velbastaðvegin, sigur
Sigurd.
Tað løgna var, at samstundis sum
flúgvarin datt niður, var Sigurd sjálv ur
staddur á Viðareiði. Hann og syst kina
barnið, John í Mykinesi, vóru farnir til
Viðareiðis skírisdag, og langafríggjadag
høvdu tey í húsunum hoyrt dun frá
flogfari. Veðrið hendan morgunin var
frálíka gott, men tokan lá niður um
miðj una av Malinsfjalli. Ikki fyrrenn
Sigurd var komin aftur til Klaksvíkar,
frætti hann um sorgarleikin.
Vildi síggja lunda
At Sigurd Simonsen tíðliga hevur
verið hugtikin av stórum skipum, sæst
á mynd unum, hann vísir fram. Ein
mynd er tik in 17. mai í 1937 av Smirli,
sum er á veg til Suðuroyar. Við síðuna
av Smirli sæst franska marinuskipið,
Jeanne d'Arc, sum hevði lítið flogfar
við sær, ið fleyg yvir Havnini.
Hóast sín høgA aldur er Hann frAmvegis virkin hvønn dag í
ferðAvinnUni. í sUmmAr skal sigUrd simonsen í Hoyvík taka
ímóti 23 ferðAmAnnAskipUm, ið koma til føroyA, og Hvørja ferð
er nógv at gera, tí ferðafólkini vilja sleppa útferðir kring
landið. – eg skuldi langt síðan verið givin við Hesum, men eg
kAnn ikki lata vera, tí tað er so spennAndi, sigur Hann
90 ára gamal
og rokast enn
í ferðavinnuni
Norðuratlantshavið er trygg farleið,
tí her gera ongir sjórænarar ónáðir.
Helst koma fleiri ferðamannaskip tí hendan vegin